Klokkan var farin av níggju, tá ið alarmsentralurin fekk fráboðan um, at ein maður lá lívleysur á sjónum beint uttan fyri bátadráttin hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri. Bæði sjúkrabilur og løgregla vóru skjótt á staðnum.
Vaknaði við aftur í sjúkrabilinum
Vitnir, sum Sosialurin hevur tosað við, greiða frá, at menn, ið vóru úti og róðu, høvdu lagt til merkis ein mann, ið gekk og spákaði í grótkastinum í Álakeri. Nakað seinni verður borið eyga við lívleysa mannin á sjónum, og tveir mans vóru skjótir at flota ein bát og rógva teir fáu minuttirnar út eftir manninum.
Til alla lukku eru tveir mans, ið rógva við áttamannafarinum hjá Havnar Róðrarfelag, Ørvi, og sum vóru á staðnum, læknar, og teir fór beinan vegin undir at arbeiða upp á mannin.
Maðurin bleiv í skundi fluttur við sjúkrabili stutta teinin á sjúkrahúsið, og ávegis í sjúkrabilinum vaknaði maðurin við aftur og spýði nógvan sjógv upp, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.
Vakthavandi upplýsir eisini, at enn er ógreitt, hví 87 ára gamli maðurin endaði á sjónum.