Thomas Arabo
Hoyrdi viðtal við Leivur Hansen í útvarpinum í kvøld, sunnukvøld. Ikki eiti á romantisk versión, hann kom við um havnaútbyggingina á Oyrareingjum. Ein fekk nærmast ta fatan, at har skuldi gerast ein "blomsturkassi" við einum pinkulítlum keikanti, og so hendi ikki meira í hesum valskeiðinum. Harafturat so vóru tað bara 8 Kollfirðingar, sum høvdu mótmælt.
Hattar síðsta er sannheit, tí tað vóru helst ikki stórt meira enn hesi 8, sum høvdu sæð alt málið! Eg var ein av teimum 8, sum aftan á at hava hoyrt eitt graml um, at her var nakað kollveltandi á tapetinum, bað um alment innlit. Og ikki eiti á mál!
Veruleikin
Fyrst verður upplýst, at tað, sum nú verður gjørt, er ein liður í eini heildarætlan. Hendan ætlan gongur út uppá at byggja ein mola nakrar fáar metrar út frá Signabøslandinum heilt út til núverandi bátahyl. Gangi út frá, at hettar verður gjørt fyri at sleppa undan at fáa góðkenning frá friðingarmyndugleikunum. Fjørðan er, so vítt eg veit, friðað.
Harafturat skal økið víðkast niðaneftir, so landsvegurin, ið er einasta beinleiðis samband til bygdina hinumegin, har allir felagsaktivitetir í Kollafirði eru, skal kvettast av, og ferðslan leggjast niðan í tunnilsvegin, inn í rundkoyringina og síðan út til Sjógv. Hettar váttar borgarstjórin í Vikuskiftissosialinum.
Ullint góðkenningarmannagongd
Tað sum er so forundarligt við hesari heildarætlan er, at teir myndugleikar, ið skulu góðkenna slíkar útbyggingar, einki vita um hesa ætlan. Friðingarnevndin hevur bara fingið "blomsturkassan" hjá Leivuri til góðkenning, Heilsufrøðisliga Starvsstovan, ið hevur eftirlit við larmandi arbeiðsplássum, veit einki, og limirnir í Kollfjarðarnevndini høvdu ikki heildarætlanina.
Ætlanin kemur uppá sikt at niðurleggja sunnaru síðu av Kollafirði sum búpláss. Her hevur verið búpláss í øldir, og vónandi krevur Innlendismálaráðið, ið nú fær málið til viðgerðar, alla ætlanina á borðið, og ikki eitt sminkað eintak, ið er avvigað eftir valskeiðnum hjá einum býráðslimi.
Lærið av klaksvíkingum!
Mær tykist annars, at hettar málið er handfarið so "luskut", at landsmyndugleikarnir áttu at kravt alt málið viðgjørt av nýggjum, og álagt Tórshavnar Havn at lagt sína kontainarahavn uttan fyri bústaðarøki, á sama hátt sum Klaksvíkar Havn hevur gjørt.