Lána vit okkum út á sjógv?

- álit í málinum um at fíggja skilaleysa ABC-politikkin.

Tórbjørn Jacobsen
------------

Sjálvandi er undirritaði greiður yvir átrokandi støðuna í fíggjar- og búskaparstøðu landsins gjaldførisviðurskiftunum viðvíkjandi, og at tørvur er á lántøku, fyri at gjalda áhaldandi hall landskassans, er hvørs mans vitan. Hinvegin hevur minnilutin ongan leiklut havt í politisku tilgongdini til fíggjarætlaða hallið hjá landinum í 2010, minnilutin atkvøddi av somu orsøk ímóti galdandi fíggjarlóg, táið atkvøtt varð fyri jól í fjør, og tí ber ikki til at taka undir við lántøku til fígging av halli, sum ein ongan lut og als onga ábyrgd eigur av. Tí er einasta logiska rationale, at minnulutin atkvøður ímóti løgtingsmáli no. 113/2009: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan.

Fíggjar- og búskaparpolitikkurin og serstakliga fiskivinnupolitikkurin, sum rikin er síðani fyrra ABC-samgongan tók við heimastýrisvaldinum í 2004, fyrst undir javnaðar- og síðani undir sambandsleiðslu, kundi ikki elva til annað enn verandi støðu. Størsti trupulleikin er tó, at viðmerkingarnar í umbønini, um undirtøku fyri lántøkuni, geva greiða ábending á, at sitandi landsstýrið als onki hevur skilt av veruligu støðuni landið stendur í. Ábendingar eru um, at ætlanin er at lána seg fram til búskaparligt ragnarrok, heldur enn at gera tað politiska skiftið, sum neyðugt er, skal hugsingur vera um, at koma uppá turt áðrenn væl er.

Føroyum tørva ein búskaparmálaráðharra. Í øðrum londum stendur hesin fyri strategiska politikkinum, táið tað snýr seg um at tryggja framtíðina hjá tjóðini nakað inn í eina annars ókenda framtíð. Í hvussu er so langt sum búskaparligu træðrirnir megna at toyggja seg. Fíggjarmálaráðharrin, soleiðis sum hetta starvið verður praktiserað í Føroyum í løtuni, og hesi árini síðani 2004, CHE-samgongan undantikin, er ikki annað enn ein gemenur bókhaldari, sum bara staðfestir politiska hugsjónarloysið í turrum tølum, táið ólukkurnar eru hendar. Ein politiskur kompostkassi ella eitt politiskt ruskílat. Eftir tað er bara kanossagongdin í tingið eftir, fyri at fáa nóg nógvar ignorantar, at taka undir við at fíggja negativu saldo´ina.

Viðmerkingarnar í uppskotinum geva greiðar ábendingar um, at uppskotsstillarin onki hevur skilt av fíggar- og búskaparstøðu landsins. Alternativi møguleikin er, at hann í greiningini roynir at halda hondina yvir vanstýringini tey árini, hann sjálvur sat við landsins leiðslu. Líkamikið hvør orsøkin er, so animera viðmerkingarnar til, at ringa skilið heldur fram eftir hesa lántøkuna, og at teymaleysa kringekjan bara heldur á at mala, sum um onki var hent. Um eitt ár sita somu fíggjarnevndarlimir enn einaferð sum ryssur yvir deyðum fyli, við somu umbøn um fígging, av einum nýggjum halli fyri eitt nýtt fíggjarár, uttan at tey, sum hava fingið umboðandi ræðið frá fólkinum, hava tikið nøkur stig til at venda kaotisku gongdini í fíggjar- og búskapargeira landsins.

Vit standa nú yvir leivdunum frá neoliberalistiska stjórnarlagnum síðani 2004, bálið er slóknað og brandakolið burtur, táið ekstrema høgrafraktiónin í Fólkaflokkinum fekk fult og heilt ræði yvir heimastýrinum, samsvarandi retorikkinum frá sjeyti- og áttatiárunum. Galliónsfigurarnir vóru týdningar- og viljaleysir í hesum prosjektinum, sum var sett á lunnar samsvarandi politikkinum, sum stungin er út í kortið í búskaparligum reaktorum í USA, ið nú hava elvt til allar sorgarleikirnar, har eitt land fyri og annað eftir er fallið, øll sum dominoleikur í einum yvirskipaðum niðurgangsspæli.

Landsstýrismaðurin sigur, at heimsumfatandi lágkonjunktururin hevur rakt Føroyar, at húsarhaldini hava skert nýtslu sína munandi, ikki minst av vørum við høgum avgjaldi, og at fyritøkur hava minkað nógv um íløgur sínar. Samanumtikið verður staðfest, at ”skuldin fer at vaksa rættiliga nógv” og at rentuútreiðslurnar harvið fara at vaksa. Tað er ikki hómingur av politikki í viðmerkingunum um, hvussu landsstýrið ætlar at koma landinum burturúr áhaldandi skeivu gongdini. Uppsummerandi sigur uppskotsstillarin bara, at politiskt átøk skulu til, og at hann saman við vápnabrøðrum sínum ætlar at vera komin burturúr ringa skilinum um 3-5 ár.

Onki boð finst í viðmerkingunum, tíansheldur í dagsins politikki, um annað enn tað, at seinra ABC-samgongan ætlar at fara við rákinum við sløktum politiskum motori, og síðani mega kreppa og kreditorar taka um endan, táið umboðandi fólkaræðið enn einaferð er komið á ørmundarhús í Føroyum. Tað er eitt bíligt trikk, at geva heimsumfatandi lágkonjunkturinum skylduna fyri ringu støðuna hjá landshúsarhaldinum. Føroyar munnu vera ímillum tey londini, sum eru minst ávirkað av heimsumfatandi fíggjar- og síðani búskaparkreppuni, tó so, at fallið í fiskaprísinum á marknaðum okkara togaðu skeiva vegin frá heystinum í 2008 og eitt ár fram. Størri trupulleikin er, at vit ongan fiskivinnupolitikk hava rikið, sum nú er orsøkin til, at nøgdirnar vit hava at selja keyparum okkara eru søguliga lágar, og hartil vera mettar sum discount vørur, táið vit ikki hava megnað at roytt okkum sjálvi úr merkantilu miðøldini, táið tað snýr seg um altjóða fatanina, ið liggur aftanfyri burðadygga hugrákið. Táið landsstýrismaðurin gremur seg um minkandi nýtsluna hjá borgarum landsins, sum nú er orsøkin til minkandi inntøkur landsins, so fellur hetta aftur á hann sjálvan og hansara løgmanstíð, táið Fólkaflokkurin orkestreraði ”minimalstatin”. Trygga skattainntøkan varð sveipað av politiska pallinum, og nú skuldu MVG-inntøkur og avgjøld finansiera almenna húsarhaldskassan, sum aftur skuldi fíggja týdningarmestu vælferðartænasturnar, ið eru sjálvsagdar í einum siviliseraðum vælferðarsamfelag. Úrslitið er, sum vit væntaðu og vístu á frá byrjanini, at inntøkuskiftið frá og við 2004 er ein alt ov veikur sjuntur, til tað, at regulera grundstøðið undir einum nýmótans vælferðarsamfelag.

Minnilutin gjørdi greiði fyri síni støðu til hesi mál í fíggjarlógarálitinum í desember í 2009. Ein strikumynd í álitinum vísir greitt, at politisk støða skal takast til, hvussu vaksandi gapið í landshúsarhaldinum skal fyllast skjótast gjørligt, áðrenn vit viljaleys reka út í eina nýggja skuldarfellu, og líða rentudeyðan, har fíggjarligu vælindini krympa spakuliga fyri mortes.

Ongin politisk viðgerð var í fíggjarnevndini um fíggjarlógaruppskotið seinasta heyst. Minnilutin varð desavoueraður og meirilutin settur undir útinnandi umsiting. Úrslitið varð, at raksturin hækkaði við 127 mió. kr. í mun til uppskotna karmin, sum parlamentarisk trygd annars var fyri í Ólavsvøkupakkanum. Íløgurnar lækkaðu við 137 mió. kr. Løgtingið varð sett út av spælinum, landsstýrið, sum átti upprunauppskotið, brúkti ein meiriluta í tinginum, sum proforma stempul, til at trýsta eitt nýtt ófyrireikað uppskot ígjøgnum, sum galdandi fíggjarlóg í verandi ári. Demokratiska undirskotið, sum bræddi seg upp ígjøgnum politiska sjóvarmálan, táið ein stórur meiriluti í parlamentinum bráðliga fór at ganga í takt, sambært dirigentstokkinum hjá útinnandi valdinum, stimbrar ikki undir áskoðanina um, at hetta regime fer at taka betri partar fyri seg, fyrrenn fíggjar- og búskaparliga ruinin liggur fyri fótum teirra. Seinastu dagarnir á politiska pallinum hava enn einaferð prógvað, at flokkarnir við valdinum um hendur, sita fyri valdsins sakir, og at teir hanga saman í tómu dogmuni um at vera samdir um onki.
Strikumynd sambært almennum roknskapum og samtyktari fíggjarlóg fyri 2010:



Alternativið:


Eitt siðaskifti krevst í føroyskum politikki, skal búskaparliga sjálvsmagnandi skeiva gongdin steðgast, og balansarnir í landshúsarhaldinum fáast á rætt kjøl aftur. Eksperimentið í 2004, samsvarandi neoliberalu sjokkdoktrinini, er skammlopið og søga. Gapið, illustrerað á strikumyndini omanfyri, skal fyllast skjótast gjørligt. Hetta gerst í stuttum við at tálma almennu útreiðslurnar, trimma sektorin allan, skjótast tilber at fáa skil á stovnsrøktina og fiskivinnupolitikkin og at reka ein ekspansivan vinnupolitikk annars. Støða skal eisini takast til tilmælini frá Búskaparráðnum, sum í summum førum eru brúkilig, og í øðrum førum eru ástøði, ið ikki kann konverterast til politiskan veruleika í Føroyum. T.d. er umrødda bunkringaravgjaldið illa umhugsað. Føroyar høvdu eftir tað verið einasta landið á klótuni, sum legði avgjald á bunkringar, og kreativiteturin í flotanum hevði sjálvsagt havt tað við sær, at hesin sigldi yvir á Eysturlandið at bunkra, ella, at Reiðarafelagið leigaði sær ein tangabát, sum støðugur lá á feltinum, og leskaði illa á holdum komna flotan við neyðuga brennievninum. Ognarskattur er non grata í Føroyum, hjá øllum flokkum, hetta er at gera seg inn á fólk, sum hava goldið skattin einaferð av fænum, ið er brúkt til íløgur teirra. Eitt transaktióngjald kann tó umhugsast. Eitt hækkað arvagjald er heldur alternativið. Peningaliga skiftið ímillum ættarliðini er eisini ein ideologiskur spurningur at taka støðu til, men veruleikin er, at Føroyar hava ímillum lægstu arvagjøld í heiminum, tí er hetta ein sjuntur sum heldur kann skrúvast rætta vegin landshúsarhaldinum til frama.

Tilfeingisgjaldið, soleiðis, sum tað er skotið upp í búskaparfrágreiðingini, er verri enn onki. Embætismenn í metropolinum mega ikki fáa frælsa atgongd til hesar sjuntarnar, annars verður hetta gjaldið eitt at vápnunum, sum veikir politikkarar snúgva sær til, táið tað leikar á í kringumstøðunum. Tilfeingisgjaldið má skipast samsvarandi uppskotinum hjá Tjóðveldinum um Tilfeingisbúð, har tað er vinnan sjálv, innanvert lóg- og kunngerðargivnar ásetingar, sum ásetir tilfeingisgjaldið samsvarandi marknaðarligu kringumstøðunum. Ráðini frá frøðingunum mega kjakast ígjøgnum í eini hugsjónarligari bráðpannu, tí ástøðin verður ongantíð annað enn grundarlagið undir politiskum telvingum, ið eru elvdar av ideologiskum rensli. Harfyri er upphæddin ikki ræðandi, tað ræður bara um at finna konsensus um alternativið, sum kompenserar fyri tí sum verður desavouerað í málsgongdini.

Samanumtikið tekur undirritaði ikki undir við uppskotinum, hóast væl vitandi um, at tørvur er á upphæddini á eina milliard og og tríati mió. kr., fyri at blóðið kann renna í samfelagsins æðrum fram til árskiftið 2010/11. Hetta er ein meginreglulig støða, sum tekur støði í tí veruleika, at minnilutin onga ávirkan hevur havt á orsøkina til tørvin, og tí ikki atkvøddi fyri fíggjarlógini og harvið hallinum í landshúsarhaldinum í 2010.