2. deild: NSÍ-HB 0-2 (0-2) Hóast tað fyri tað mesta leikaði javnt á, so var tað á ongan hátt burturvið, at HB leygardagin fór úr aftur Runavíkini við øllum trimum stigunum. Ferðin var ikki so ógvuliga [...] upplagdan málmøguleika. Í 2. hálvleiki høvdu NSÍ menninir bóltin nógv, og sum tað leið fram móti endanum fluttu teir fólkið alt longri fram, men hetta hevði ikki opnar møguleikar við sær. Á HB liðnum var Jóannes [...] hampuliga væl saman. Á heimaliðnum var Arnfinn Langgaard á miðvøllinum í 1. hálvleiki og í álopinum í 2. hálvleiki, og í verjuni var Hendrik Egholm, sum hevur verið burturfrá í fleiri ár, drúgvur á aftasta
VB hevði bóltin mest og flestu málmøguleikarnar, men HB alíkavæl fram móti dystarenda fekk eitt mál og harvið javnleik. Sunnudagin var øðrvísi. HB hevði bóltin meiri enn vágbingarnir, men havnarmenninir [...] málinum og sannførandi miðverjunum. Merkisvert var, at hóast HB síðsta hálva tíman spældi við ellivu monnum móti tíggju vágbingum, so megnaðu teir í HB ikki at spæla seg til ein tann einasta upplagdan málmøguleika [...] 1. deild VB-HB 1-0 (1-0) Tað var ikki púra óvæntað, at tað ikki fór at hilnast nakað serligt hjá havnarmonnum, tá teir fóru til Vágs. Teir plaga ikki at standa seg nakað serligt har suðuri, men ofta hava
1. deild B68-KÍ 2-3 (0-2) Tað er nevyan nakað at ivast í, at størsta vónbrotið í nýggjari tíð hjá klaksvíkingum, tá tað ræður um fótbólt, var, tá teir fyri trimum árum síðani í Gundadali mistu semifin [...] semifinaluplássið í steypakappingini. Teir spældu HB sundur og saman og vóru á odda 5-3, tá vanliga leiktíðin var farin, men tað eydnaðist HB at javna, og í brotssparkskappingini vunnu teir finaluplássið. Í [...] føroyska spælistílinum tykjast teir ov tunnir, og hetta ger seg ikki minst galdandi í verjupartinum. Í 2. hálvleiki kom fyrst Bogi Petersen og síðani Øssur Jacobsen inn, og tað gjørdi ikki liðið veikari.
ferð. 31. juli løgdu teir til brots í 2. deild, og 1. august vóru fimm dystir í 1. deild (í fjør og eitt annað ár í níti árunum hevur verið spælt 2. august). Í 2. deild styrktu vágamenn um fyritreytirnar [...] Avgerandi vikuskiftir hjá HB Kanska var tað ikki so óvæntað, at HB einki fekk við aftur úr Vági ? teir hava altíð havt tað sera strevið á Vágseiði ? men úrslitið undirstrikar veruleikan, at HB hevur tað ikki gott [...] dystir, so verður allur møguleiki hjá HB at vinna sær sæti í Europa Cup burtur. Um HB tapir í Gøtu komandi sunnudag, og NSÍ vinnur á heimavølli móti B68, so verður HB á fimta plássinum, og tað ber ongan
monnum var um ein háls. Fróði Jóanesarson var púra leysur tíðliga í 2. hálvleiki, men royndin var ikki nóg góð, og eftir 58 minuttir stóð 2-0. Seks minuttir seinni uppstóð støðan, sum í síðsta enda mundi telja [...] Arnhold Berg, Skáli - Jón Rói Jacobsen, HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ (Gilli Haraldsen, Hjørring, 65.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rani D. Christiansen, HB, Sámal J. Samuelsen, EB/Streymur, Sólbjørn [...] einsamallur í álopinum. Føroyska liðið: Poul Næs Joensen, B36 - Atli Danielsen, KÍ, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Kristian á Lakjuni, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar (Áki L. Hansen, NSÍ, 52.)- Jann Ingi Petersen, B68
mundi vera, at føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, varð skaddur og noyddist miðskeiðis í 2. hálvleiki at taka seg úr stríðnum, tá felagið hjá honum, Herfølge, var í Aarhus, har teir spældu 1-1 [...] vandu vit á Tórsvølli, eg spældi úti, og tá kendi eg, at okkurt dragnaði í mjødnini. Tá vit spældu móti HB var eg sera ivasamur og hitaði leingi upp, men hetta batnaði, tá vit komu aftur til Danmarkar, og tá [...] móti AaB var alt í lagi. Men í Aarhus gjørdi skaðin um seg aftur, tað bar mær als ikki til at spæla í 2. hálvleiki, og eg bað um at verða útskiftur. Tann, sum kom í málið, er ein gamal málverji, sum nú hevur
sunnudag, B36 skal spæla móti B36 sunnudagin aftaná. HB er framvegis niðast, men nú komu teir á stigatalvuna, og skulu vit trúgva tí, sum frættist úr HB húsinum, so fara teir at fáa fleiri stig. Teir hava [...] deild, sum ikki koma inn, hjálpa til í 3. deild. Tað hava teir ikki gjørt higartil. VB-HB 3-4 (1-3) Bara tíggju HB menn møttu upp, men teir skavaðu tveir afturat á veg suður. Teir flestu vóru unglingar [...] afturlegging, og seinnu ferðina kom hann ímillum uppá tvørs bólt í vágsverjuni. Tíðliga í 2. hálvleiki økti HB til 4-1, og tað hevði nógv at siga fyri endaliga úrslitið. Tað vóru bara tríggir minuttir
Djurhuus er farin frá B71 og til HB. Í B71 var hann vorðin stuðulsspælari, og hvussu tað verður í HB fer framtíðin at vísa. Sunnudagin var hann við frá fyrsta brískli, men í 2. hálvleiki loysti John Heri Dam
hesi: Ongland-Svøríki 4-1, Svøríki-Qatar 3-2, Ongland-Ísland 2-0 og Ísland-Qatar 0-2. Niklas á Líðarenda var dómari í hesum síðsta dystinum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki rak hann íslendska málverjan av [...] Vagnur Mohr Mortensen, HB, Áki L. Hansen, NSÍ ? Jann Ingi Petersen, B68, Hjalgrím Elttør, KÍ, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar ? Jón Rói Jacobsen, HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ. [...] eisini bitið merki í føroysku framgongdina. ? Tað sá gott út móti Noregi, men tíverri vóru okkara í 2. hálvleiki meiri merktir av, at tað vóru 30 hitastig, enn mótstøðumenninir vóru, metir Jógvan Martin
Finnlandi, sum sendi HB úr Europa Cup, tá teir fóru til Skotlands, var meiri, hvussu tað skuldi bera til at fáa eitt sømiligt úrslit, heldur enn at vinna 1-4 tapið frá í síðstu viku aftur. Tá HB var í Finnlandi [...] seinna dystin móti MTK. Fyritreytirnar vóru einki serligar, tí ungverska liðið hevði vunnið fyrra dystin 2-0. Á heimavøllinum vunnu teir 3-1, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 3-0. Tað var ikki fyrrenn