Bergur farin til Sumbiar

Fótbóltur: Lítið er hent á føroyska spælaramarknaðinum í summarsteðginum

Tað hevur ikki verið at frætt frá nógvum flytingum millum fótbóltsfeløg í summarsteðginum. Vit hava áður sagt frá, at Hans Jørgen Djurhuus er farin frá B71 og til HB. Í B71 var hann vorðin stuðulsspælari, og hvussu tað verður í HB fer framtíðin at vísa. Sunnudagin var hann við frá fyrsta brískli, men í 2. hálvleiki loysti John Heri Dam hann av.

Sunnudagin var ein av spælarunum hjá Sumba Bergur Vinther. Hann spældi undan summarfrítíðini í VB, men tað var fyri tað mesta í 3. deild, har hann er skrásettur fyri at hava skorað trý mál. Bergur hevur ikki spælt á besta liðnum hjá VB í ár. Í fjør spældi hann fimm ferðir á besta liðnum hjá VB, men tað var bara eina ferð, at hann spældi allar 90 minuttirnar. Tað var í 11. umfari á útivølli ímóti NSÍ.