Rætturin í Oslo gjørdi í dag av, at ein 37 ára gamal maður, sum er settur í samband við morðið á ta 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schejtne í fjør, skal verða sitandi í varðhaldinum. Maðurin hevur verið [...] Schejtne hvarv fyrst í august í fjør, tá hon var á veg til hús. Ein mánað seinni varð hon funnin deyð. Sama dag tók løgreglan tann 37 ára gamla og ein annan mann, men hin varð seinni latin leysur.
Umhvørvi Oyndarfirði:Tað liggur ein deyð kúgv niðan fyri eitt fjós nærindis Oyndarfirði. Bara drigin ella koyrd burtur úr fólkaeygum, men ikki tyrvd ella á annan hátt rættiliga fyribeind. Har liggur so [...] ella maskinur. Og fyri tann skuld eiisni brotanr fløskur. Alt hetta óruddið, sum vit sleppa okkum av við. Burtur frá egnum eygum, men ofta til ampa og forargilsi fyri onnur, sum av órøttum hanga upp á hetta
nakað nú hendir við Tórsvølli. Tað er eisini gott, at Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar býráð hava funnið eitt stev í málinum.Samstundis má tó ansast eftir ikki at fara heilt upp frá við alskyns fyrigyklan [...] ætlanin at hava áskoðarapláss við endarnar. Masterplanurin sær fyri sær, at tann stóra tribunan suður eftir verður tikin niður, og bygningur reistur har a la bygningin við norðurendan. Hvussu hetta verður [...] at greiða eitt sindur frá. Lagdur er fram ein sonevndur masterplanur ella heildarætlan. Meiningin við honum er at kunna síggja og meta um Tórsvøll og grannalag í einum hugsaðum framtíðarhøpi. Masterplanurin
- Støðan við koronu ávirkar framvegis stovnarnar á trivnaðarøkinum. Nakrar broytingar kunnu henda, men í høvuðsheitum verða tiltøkini óbroytt komandi vikuna. Tað siga tey á heimsíðuni hjá Klaksvíkar kommunu [...] veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. - Starvsfólk á dagstovnaøkinum verða eisini rakt av koronu í teirra egna heimaumhvørvi. Um dagstovnur manglar starvsfólk í einari stovu, kann leiðarin stytta [...] í komandi viku. Og so er tað skúlin á Skúlatrøð, har bæði nógvir næmingar og lærarar eru rakt av koronu. Her hevur skúlaleiðslan boðað kommununi frá, at støðan er óbroytt. - 1.-3. flokkarnir fara í skúla
vit ikki samd við Fíggjarmálaráðið um, sigur hon. Hon sigur eisini, at hetta er eitt stríð fyri at lata sjúkrarøktarfrøðingar fáa eina løn, sum kann samanberast við lønina hjá starvsbólkum við samsvarandi [...] strekt okkum rættiliga langt fyri at heilsuverkið skal koma heilskapað ígjøgnum kreppuna í sambandi við koronu – Vit hava góðtikið at vit verða brúkt eftir tørvi er fyri at halda heilsuverkið gangandi. Vit [...] verið stigmatiseraðar, tí fólk hava hugt skeivt eftir okkum, tí vit hava arbeitt ímillum sjúklingar við koronu. – Tá ið nógv onnur kundu fara heim at arbeiða, og at verja seg og síni, fóru vit til arbeiðis
jól. Tá eg kom í leikutoyshandilin, fór eg at hyggja eftir prísunum. Eg hugsaði við mær sjálvari, um børn yvirhøvur spæla við so dýr leikutoy? Lítla løtu seinni, sá eg ein lítlan drong, ið var eini 5 ára [...] jólamaðurin fór at geva sær hana." Eg segði við hann, at kanska hann fór at geva henni hana. Tað skuldi hann ikki vera so bangin um. Men hann segði syrgiliga við meg, "Nei jólamaðurin kann ikki geva henni [...] " Eygu hansara fyltust við tárum, tá hann segði hetta. "Systir mín býr hjá Jesus Pápa nú. Babba sigur at mamma fer eisini skjótt har til, so eg helt, at hon kundi taka dukkuna við fyri meg, so systir mín
trygdini í tunnilinum, skipaði fyri venjingini saman við RM-Gruppen, sum er ein donsk ráðgevingar fyritøka á trygdarøkinum. Allir partar av tilbúgvingini vóru við í venjingini, t.e. sløkkilið, løgreglan, sjúkraverk [...] osfr. Ilt er at meta um, hvussu nógv fólk vóru við á bjargingarsíðuni, men talið var í øllum førum omanfyri hálvthundrað. Samanlagt vóru fjøruti fólk við í vannlukkuni. Fimm doyðu á staðnum, og tey vóru [...] vera. Tað skal eisini sigast, at fleiri av figurantunum vístu rættir dygdir í leiklutunum, sum sjúk, deyð, í ørviti og hvat tey annars nú vóru. Á kunningarfundi áðrenn venjingina varð greitt frá, at venjingin
var stórt vónbrot fyri Vejle, at teir taptu 2?1 ímóti einum av feløgunum, sum fyrr í summar við neyð og deyð kom undan niðurflytingini, og sum aftur í hesum kappingarárinum verður roknað sum eitt av fremstu [...] Vejle, Peter Degn, javnaði við brotssparki til 1?1 í 23. minutti, og tríggjar minuttir seinni skoraði heimaliðið sigursmálið, sum bar annað Vejle tapið í hesum kappingarárinum við sær. Vejle er nú á níggjunda [...] plássinum við sjey stigum. Felagið hjá Johan Byrial Hansen, AC Horsens, sum er grannafelag hjá Vejle, er á odda. Mikukvøldið vunnu teir 2?0 á útivølli ímóti Ølstykke, sum teir frammanundan vóru javnir við í stigum
Bangkok er tætt við strondina. Har eru veitir og byrgingar, sum skulu verja býin ímóti vatnflóð, og tað hevur staðið nógv á byrgingunum teir seinastu dagarnar. Næstan 300 fólk eru deyð í vatnflóðini, sum
Vanliga seta vit Saudiarabia í samband við eitt turt oyðimarkarlendi, men sjálvt eitt oyðimarkarland kann fáa trupulleikar av gloprarregni og vatnflóð. Soleiðis hevur verið í seinastuni, og sambært my [...] myndugleikunum eru minst 77 fólk deyð í vatnflóð í býunum Jeddah, Rahigh og Mecca. Vatnflóðin hevur eisini oyðilagt nógv hús. Nógvir pílagrímar eru í Saudiarabia í hesum døgum, har tey vitja tann heilaga [...] býin Mecca, og tann almenna tíðindastovan skrivar, at fleiri pílagrímar eru millum teirra, sum eru deyð í vatnflóðini.