VENJING
Ein góðan mánað eftir umfatandi tilbúgvingarvenjingina í Kollafjarðatunnilinum er ?Øvelsesrapporten? nú almannakunngjørd.
Sjálv frágreiðingin viðgerð gjølla sjálva venjingina. Venjingin tók støði í tveimum ferðsluvanlukkum inni í sjálvum Kollafjarðatunnilinum.
?Venjinginvar partur av tilbúgvingarætlanini fyri Kollafjarðatunnilin. Landsverkfrøðingurin, ið hevur ábyrgdina av tunnilinum og trygdini í tunnilinum, skipaði fyri venjingini saman við RM-Gruppen, sum er ein donsk ráðgevingar fyritøka á trygdarøkinum.
Allir partar av tilbúgvingini vóru við í venjingini, t.e. sløkkilið, løgreglan, sjúkraverk, bjargingarfeløg osfr. Ilt er at meta um, hvussu nógv fólk vóru við á bjargingarsíðuni, men talið var í øllum førum omanfyri hálvthundrað.
Samanlagt vóru fjøruti fólk við í vannlukkuni. Fimm doyðu á staðnum, og tey vóru spæld av dukkum. Afturat teimum vóru 35 figurantar, sum vóru í bussinum og í teimum ymsu bilunum. Millum teirra vóru nøkur, sum ikki vóru komin til skaðis, men bert vóru á staðnum av tilvild.
Allir figurantarnir fingu hvør sítt kort, har tað stóð, hvat bagdi teimum. Eisini fingu tey vegleiðing um, hvussu teirra atburður skuldi vera. Tað skal eisini sigast, at fleiri av figurantunum vístu rættir dygdir í leiklutunum, sum sjúk, deyð, í ørviti og hvat tey annars nú vóru.
Á kunningarfundi áðrenn venjingina varð greitt frá, at venjingin ikki sum so leitaði eftir einari ?succes?. Roynt varð eisini at yvirbelasta skipanina, soleiðis at allir partar fingu meira enn nokk at gera. Venjingin skuldi vísa og finna styrki og veikleikar í allari tilbúgvingini.?
Hetta sama við at yvirbelasta skipanina gongur eisini aftur fleiri ferðir í sjálvari frágreiðingini.
Í niðurstøðuni stendur soleiðis at lesa:
?Tað yvirordnaða úrslitið av venjingini var nøktandi, sjálvt um onkur hevur hug at halda, at eftirmetingin hjá luttakarunum ikki er positiv ella góð nokk.
Hetta skrivar Per Teglgaard, leiðari fyri venjingina, millum annað.
Hann fegnast eisini um, at venjingin hevur megnað at funnið feilir, tí hetta var júst endamálið. Hann ávarar eisini ímóti, at fólk gerast ov bakklóg í sambandi við venjingina.
?Vit royndu at yvirbelasta skipanina, og hetta eydnaðist eisini. Vóru eingir feilir gjørdir, so vildi venjingin verið vand áðrenn. Á henda hátt fingu vit roynt alla tilbúgvingina, sigur altso Per Teglgaard.









