Hetta er eitt stríð fyri at fáa eina løn sum samsvarar við aðrar samfelagsbólkar á sama útbúgvingarstigi. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, nú sjúkrarøktarfrøðingar eru á markinum til at fara í verkfall. Endar tað við verkfallið, fer virksemið á sjúkrahúsunum, og heilsuverkinum, sum heild, at verða lagt meiri ella minni lamið, alt eftir, hvussu umfatandi verkfallið verður.
Í gjár vrakaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir eitt semingsuppskot og sostatt er sáttmálaloysi, men sum vit skrivaðu fyrr í morgun, viðgera tey støðuna út í æsir, áðrenn ein støða verður tikin.
Les meiri um tað her: Enn er óvist um verkfall verður í heilsuverkinum
Annars segði Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum í gjár, at tilboðið til sjúkrarøktarfrøðingarnar var, at tey skuldu fáa somu lønarhækking, sum øll onnur. Men hví var tað ikki nóg gott til at sjúkrarøktarfrøðingarnir vildu góðtaka semingsuppskotið.
– Tað er hansara tulking, at vit hava fingið tilboð um somu lønarhækking, sum øll onnur, sigur Óluva í Gong.
– Eg eri ikki samd í, at vit hava fingið sama tilboð, sum øll onnur. Tá ið ein lønarhækking verður roknað í prosentum, veldst alt um, hvørjum prosentini verða roknað av og tað eru vit ikki samd við Fíggjarmálaráðið um, sigur hon.
Hon sigur eisini, at hetta er eitt stríð fyri at lata sjúkrarøktarfrøðingar fáa eina løn, sum kann samanberast við lønina hjá starvsbólkum við samsvarandi útbúgving, og har sigur hon, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru langt aftan fyri.
– Fyri trimum árum síðani settu vit hol á málið um at fáa lønina upp á tað støðið, hon eigur at vera á. Tað gjørdu tey undir herrópinum um at rætta skeivleikan. Men vit eru ikki komin á mál, og tað er hetta stríðið, sum heldur fram í ár, sigur hon.
– Hetta var ein skeivleiki, sum kom í skipanina fyri einum 50 árum síðani, tá ið ein tænastumannanevnd legði lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingum 20 prosent undir lønina hjá starvsbólkum við tilsvarandi útbúving.
Uttan iva tekur tað tíð at rætta ein 50 ára gamlan skeivleika, men tað er nettupp hetta, sum vit leggja alstóran dent á, sigur forkvinnan.
Sum heild eru tað tey vanligu kvinnufakini, har lønin varð løgd langt undir lønina hjá samsvarandi starvsbólkum, so hetta er eisini eitt stríð fyri at fáa lønirnar hjá vanligum kvinnufakum, upp, ásannar hon.
Tað hevur verið ført fram, at lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er nakrar túsund krónur undir lønini hjá starvsbólkum við tilsvarandi útbúgvingum.
Tað hevur eisini verið ført fram, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu eina trivaliga lønarhækking í 2017, men tað er Óluva í Gong ikki ordiliga samd í. Hon sigur, at í hesum føri vóru tað í stóran mun ymsir lønarflokkar, sum vórðu broyttar, so at tað er ikki fyrr enn sum frálíður, at lønin hækkar.
Vit kunnu ikki lata okkum trýsta
Støðan í heilsuverkinum hevur verið sera spent í ár, tí korona hevur sett stór krøv til starvsfólkini í heilsuverkinum. Óluva í Gong sigur, at tað hevur eisini verið róð fram undir, at sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu vísa ábyrgd.
– Men vit ætla ikki at lata okkum kúgað upp á pláss og at góðtaka eina lønarhækking, sum er alt ov lág, staðfestir hon. Og mótparturin hevur eisini eina ábyrgd av at halda heilsuverkið gangandi, leggur hon afturat.
– Annars haldi eg so sanniliga, at vit hava víst ábyrgd, tí vit hava strekt okkum rættiliga langt fyri at heilsuverkið skal koma heilskapað ígjøgnum kreppuna í sambandi við koronu – Vit hava góðtikið at vit verða brúkt eftir tørvi er fyri at halda heilsuverkið gangandi. Vit hava góðtikið at arbeiða langar vaktir, og vit hava góðtikið at vit skulu skifta ímillum deildir.
Sjúkrarøktarfrøðingar hava góðtikið at fara í sosiala isolatión í frítíðina, har mammur, sum eru sjúkrarøktarfrøðingar, eru fluttar út frá maka og børnum fyri at minka um vandan fyri at draga smittu inn á Heilsuverkið. Vit hava verið stigmatiseraðar, tí fólk hava hugt skeivt eftir okkum, tí vit hava arbeitt ímillum sjúklingar við koronu.
– Tá ið nógv onnur kundu fara heim at arbeiða, og at verja seg og síni, fóru vit til arbeiðis í heilsuverkinum fyri at alt ikki skuldi skrambla saman, sigur forkvinnan í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum.
– Vit hava verið í frontlinjuni alla tíðina í bardaganum við koronu, og eg skal viðganga, at vit høvdu vænta okkum eina ávísa viðurkenning fyri tað, men tað hava vit ikki fingið, sigur Óluva í Gong.