Umhvørvi
Oyndarfirði:Tað liggur ein deyð kúgv niðan fyri eitt fjós nærindis Oyndarfirði. Bara drigin ella koyrd burtur úr fólkaeygum, men ikki tyrvd ella á annan hátt rættiliga fyribeind.
Har liggur so hetta »kadavurið« til gleði fyri flugu og rottu, ella hvat nú kann finna upp á at gera sær dælt av slíkum gloypibita, sum ein heil kúgv nú einaferð er.
Hon er týsnað, og væntast kann, at hon brestur fyrr ella seinni. Tá verður helst ikki so hugaligt at vera í námind, tí væntandi er, at tað fer at lukta. Bæði av lorti og roti.
Ein lesari, sum av og á ferðast um hesar leiðir, her hendan deyða kúgvin liggur, hevur víst á tann møguleikan, at hon kann ala rottu at sær, sum so aftur kann fara at leggjast at smoltstøðini, sum liggur skamt haðani. Og hvørjar avleiðingar tað kann fáa, er ikki til at siga annað enn, at tað kann gerast keðiligt, sum lesarin tekur til.
Í seinastu viku høvdu vit í blaðnum mynd av einum seyðseyði, sum lá á vegjaðaranum stutt haðani, hendan deyða kúgvin liggur. Hesin deyðseyði er nú burturbeindur.
Men hesi bæði, ærin og kúgvin, eru ikki tey einastu, sum hava ligið slíka skepnu at verða tveitt burtur, tá eingin nytta er í teimum meira. Tað hava vit so nógv dømi um. Tað verið seg kríatúr, bilar ella maskinur. Og fyri tann skuld eiisni brotanr fløskur.
Alt hetta óruddið, sum vit sleppa okkum av við. Burtur frá egnum eygum, men ofta til ampa og forargilsi fyri onnur, sum av órøttum hanga upp á hetta skramblið.