Vanliga seta vit Saudiarabia í samband við eitt turt oyðimarkarlendi, men sjálvt eitt oyðimarkarland kann fáa trupulleikar av gloprarregni og vatnflóð. Soleiðis hevur verið í seinastuni, og sambært myndugleikunum eru minst 77 fólk deyð í vatnflóð í býunum Jeddah, Rahigh og Mecca.
Vatnflóðin hevur eisini oyðilagt nógv hús.
Nógvir pílagrímar eru í Saudiarabia í hesum døgum, har tey vitja tann heilaga býin Mecca, og tann almenna tíðindastovan skrivar, at fleiri pílagrímar eru millum teirra, sum eru deyð í vatnflóðini.