Verndartiltøkini í Klaksvík halda fram

- Nakrar broytingar kunnu henda, men í høvuðsheitum verða tiltøkini óbroytt komandi vikuna.

 

 

- Støðan við koronu ávirkar framvegis stovnarnar á trivnaðarøkinum. Nakrar broytingar kunnu henda, men í høvuðsheitum verða tiltøkini óbroytt komandi vikuna.

 

Tað siga tey á heimsíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag, har tey harmast um støðuna.

 

- Men, kommunan tekur øll neyðug atlit, so tilboðini skjótt kunnu gerast virkin aftur. Í hesum tíðarskeiði bjóðar kommunan ansing í so stóran mun, tað letur seg gera undir verandi umstøðum.

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera.

 

- Starvsfólk á dagstovnaøkinum verða eisini rakt av koronu í teirra egna heimaumhvørvi. Um dagstovnur manglar starvsfólk í einari stovu, kann leiðarin stytta um upplatingartíðina hjá viðkomandi stovu.

 

Um so verður, fer dagstovnaleiðarin at boða foreldrunum frá hesum beinleiðis.

 

- Kommunala dagrøktin heldur fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur spælistovan framhaldandi stongt í komandi viku.

 

Um frítíðarskúlan - Snjallabjalla - siga tey, at her verður framhaldandi stongt í komandi viku. Um broytingar koma, verður tað fráboðað.

 

Húsið fer eisini framhaldandi at hava stongt í komandi viku.

 

Og so er tað skúlin á Skúlatrøð, har bæði nógvir næmingar og lærarar eru rakt av koronu. Her hevur skúlaleiðslan boðað kommununi frá, at støðan er óbroytt.

 

- 1.-3. flokkarnir fara í skúla sum vant, meðan 4. flokkur og upp eftir framvegis eru heima og fáa fjarundirvísing. Mett verður um støðuna í seinnu helvt av komandi viku, verður lagt aftrat.