Jólini verða strævnari fyri hvørt ár. Eg hevði ynskt, at eg kundi lagt meg at sova, og vaknað aftur aftaná jól. Tá eg kom í leikutoyshandilin, fór eg at hyggja eftir prísunum. Eg hugsaði við mær sjálvari, um børn yvirhøvur spæla við so dýr leikutoy?
Lítla løtu seinni, sá eg ein lítlan drong, ið var eini 5 ára gamal. Hann helt um eina dukku, móti bringu síni. Hann streyk dukkuni um hárið, og tóktist sera syrgin. So vendi hann sær móti eini eldri konu, ið stóð við hansara lið, "omma, ert tú sikkur upp á, at eg ikki havi nóg nógvar pengar?" Gamla konan svaraði, "tú veit, at tú ikki hevur ráð til dukkuna, góði" So bað hon hann bíða í 5 minuttir, meðan hon fór at hyggja seg um.
Lítli drongurin helt enn í dukkuni. Eg fór yvir til hann, og spurdi hvør skuldi hava dukkuna. "Hetta er dukkan, sum systir mín elskaði og ynskti sær áðrenn jól. Hon var sikkur í, at jólamaðurin fór at geva sær hana."
Eg segði við hann, at kanska hann fór at geva henni hana. Tað skuldi hann ikki vera so bangin um. Men hann segði syrgiliga við meg, "Nei jólamaðurin kann ikki geva henni dukkuna, har hon er nú. Eg má geva mammu hana, so hon kann geva henni hana, tá hon fer har til." Eygu hansara fyltust við tárum, tá hann segði hetta. "Systir mín býr hjá Jesus Pápa nú. Babba sigur at mamma fer eisini skjótt har til, so eg helt, at hon kundi taka dukkuna við fyri meg, so systir mín fær hana."
Hjartað mítt leyp fleiri sløg um. Lítli drongurin hugdi uppá meg. "Eg bað babba siga við mammu, at hon skuldi ikki fara orduliga enn - hon mátti bíða til eg kom heim aftur frá handlinum." Síðan vísti hann mær eina mynd av sær sjálvum, har hann var smílandi og í góðum lag. "Hesa myndina skal mamma eisini hava við, so hon ongantíð fer at gloyma meg. Eg elski mammu, og vildi ynskt at hon ikk var noydd at fara. Men babba sigur, at hon má fara, til at vera hjá systir míni."
So hugdi hann aftur at dukkuni - við sorgarfullum eygum. Eg fór spakuliga niður í taskuna, og tók nakrar pengar, og segði við dreingin, "skulu vit prøva at telja tínar pengar aftur?" Ok segði drongurin, "eg hopi at eg havi nokk."
Uttan at hann legði merki til tað, legði eg pengar saman við hansara, og vit byrjaðu at telja. Har var nokk av pengum fyri dukkuna, og eitt sindur leyp av. "Takk Gud fyri, at tú gav mær nokk pengar!"
"Í gjár, áðrenn eg legði meg at sova, bað eg Gud um at vera sikkur í, at eg hevði nokk av pengum fyri dukkuna til systir mína - Hann hoyrdi meg."
"Eg ynskti eisini at hava pengar til at keypa eina hvíta rósu til mammu. Mamma elskar hvítar rósur, men eg tordi ikki at biðja Gud um ov nógv, men alíkavæl gav hann mær nokk.
Lítla løtu seinni kom omma hansara aftur eftir dronginum.
Eg kláraði at keypa restina av gávunum, tó við heilt aðrari tankagongd. Eg kláraði ikki at lata vera við at hugsa um lítla drongin.
So minntist eg á tíðindi í blaðnum, fyri tveimum døgum síðan. "Maður koyrdi fullur, og rendi á ein bil, har ein ung kvinna og ein lítil genta vóru í. Lítla gentan doyði á staðnum, og mamma hennara endaði í koma." Familjan mátti velja, um kvinnan skuldi í respirator ella ikki. Kvinnan fór ikki at vakna aftur úr koma. Var hetta familjan hjá lítla dronginum??
Tveir dagar eftir at eg hevði møtt dronginum, læs eg í blaðnum, at unga kvinnan var deyð. Eg kundi ikki lata vera, fór til handils og keypti eitt blómutyssi av hvítum rósum, og fór á líkhúsið, har fólk kundu síggja kvinnuna síðstu ferð, áðrenn hon fór til gravar.
Hon lá í kistuni í vøkrum hvítum kjóla, við einari hvítari rósu í hondini, og myndina av lítla dreinginum, og dukkuni á bringuni.
Eg fór grátandi avstað, og føldi at lív mítt var broytt. Kærleikin sum hesin lítli drongur hevði til mammu og systir sína, er enn tann dag í dag ringur at ímynda sær.
Og í einum sekundi, tekur ein rúsaður maður alt frá honum.
Gleðilig Jól - og koyrið varliga!
Mynd: (Drongur)