frammanfyri, men tað er tungt at reisa seg, tá ein hevur tapt 6-1 og so á heimavølli enntá. Óhepna byrjan Byrjanin av dystinum á Krossinum í Sumba var tó ikki so heilt ring kortini. Í fyrsta minuttinum [...] legði seg á odda við einum málið, sum danski leikarin Kasper L. Jacobsen gjørdi. Sumbingar við aftur Nú var sumbingum greitt, at skuldu teir hava nakað burtur úr dystinum, so var neyðugt at fáa skil á spæli [...] var tað verjuleikarin Sjúrður Jacobsen, sum átti seinasta fótin á bóltinum. Hetta er annað málið hjá Sjúrða og hann hevur skotið tey bæði á útivølli. Longu tveir minuttir seinni var aftur galið hjá sumbingum
til í fjør hevði B36 ongantíð vunnið á Svangaskarði, men nú tykjast teir orduliga vera slopnir av við tað kompleksið. Í góðveðrinum vóru nógvir havnarmenn komnir inn á Toftir, og teir fóru suður aftur í [...] partar. Linjuverjin markeraði fyri rangstøðu, toftamenn steðgaðu á, men so varð flaggið drigið niðuraftur! Løtu seinni var Allan Joensen aftur á rætta plássinum og refleksbjargaði, tá Jens Kristian Hansen úr [...] verjan svav, tá John Petersen eftir 38 minuttir setti hol á. Eftir innkast í høgru slapp lyfti Ronni Samuelsen, sum hesa ferð var vongverji, til Jákup á Borg (ikki serliga eyðsýndur hesa ferð), hann fór til
hvalbingar á triðja plássi, men so kom stígur í hjá teimum og tá sníktu GÍ og HB seg framum. Men eftir dystirnar hetta vikuskiftið, hava hvalbingar tikið ein part av tí mista aftur. Teir liggja nú á einum [...] hann rakti ein B36 og haðani í málið. Málmaðurin hevði ongan møguleika, tí hann tveitti seg skeivan veg. Síðsta málið í dystinum kom eftir at B36 royndi at trekkja rangstøðufelluna, men dómarin lat ikki [...] Vukotic at legga hvalbingar framum. Men tað var líka við at málmaðurin bjargaði, tí hann fekk fingrarnar á bóltin.
fingið blóð á tánna aftur. ? Hetta gevur okkum góðar vónir til oyggjaleikirnar komandi, sigur Bogi. ? Bæði Gunnar, Rógvi og eg sjálvur er væl fyri í løtuni, og nakrir av teimum yngru eru á veg fram, so tað [...] Nú eru nøkur ár síðan Bogi settist á súkklu við tíð fyri eyga at kappast. Hann hevur annars fingist við nógvan annan ítrótt, m. a. rógving og fótbólt,. men tað er lagt til viks fyri súkklingina. Um vikuskiftið [...] vikuskiftið gjørdist hann ovastur á sigurskamlinum í Statoil Kring Føroyar. Ein sera hørð kapping, sum krevur sínar menn. Og Bogi er glaður fyri at føroyingar eisini hava fingið eina slíka etapukapping.
kann síggja soleiðis út. Og tað ger heldur einki, at teir fara at hugsa handa vegin. ? Vit eru væl á veg við eini dagførdari heimabankaskipan til virkir og tað sigur seg sjálvt, at vit fegnir vilja hava [...] viðmerking frá peningastovnunum í gjár, men eftir at blaðið var farið til prentingar fingu vit orð á Janus Petersen, stjóra í Føroya Banka. Vit spurdu hann fyrst um tað ikki var heldur seint, at koma út [...] at gjalda fyri tænasturnar, sigur Janus og skundar sær at leggja afturat: ? Men hesum fara tær ikki á heysin av, tað er púra vist. ? Hugsa tær ein handil við tveimum starvsfólkum. Fáa tey mánaðarløn, so
ferðalagnum, sum var á veg heim úr Ungarn, um at goyma fólk til sunnudagin, tá bæði 1. og 2. deild skuldu til Klaksvíkar. KÍ var á odda 2-0, tá tað var hálvleikt. Marni Isaksen setti hol á úr spískum og Hans [...] flyta niður. Teir eru í løtuni á triðja plássi. Hini liðini, sum kappast um næstfremsta plássið í 3. deild, eru VB og B68, men tað er tætt, og onnur kunnu eisini koma upp á tal. Kortini er ivasamt, um hesi [...] 2-1 (1-1) Venn, sum eru betri fyri nú, enn teir vóru fyrr á sumrinum, vóru ikki komnir ála at geva stigini burtur. Teir stríddust væl, og teir á heimaliðnum samstundis tóktust darvaðir av nervum, gjørdist
skipaði fyri vetrarnar 1995 og 1996. Rógvi Thomsen hevur skrivað hugvekjandi grein við heitinum Skúlin á veg in eitt nýtt túsundár. Hon snýr seg um innihaldið í skúlanum, og hvønn førning skúlin gevur børnunum [...] ringum. Eisini skriva Andreas L. Samuelsen, Eilif Samuelsen, Signar á Brúnni og Hensar Ellingsgaard nøkur orð til Føroya Lærarafelag á 100 ára degnum. Fremst í bókini er prentað kantata, ið Alexandur K [...] Saman við Árna Dahl heitti nevnd Føroya Lærarafelags á nøkur fólk um at skriva greinar, sum skuldu lýsa teir margfaldu tættir, sum so ella so víkja at virki Føroya Lærarafelags hesi hundrað árini - bæði
ferð, at Jákup Mikkelsen tók plássið frá honum á heimavølli ? hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Jákup stóð í málinum á Svangaskarði, har hann hevur sitið á beinkinum sjey ferðir ? men Jens Martin Knudsen [...] málverjuplássinum í tveimum HM undankappingardystum á Svangaskarði, men so tók metmaðurin plássið aftur, og burtursæð frá einum undankappingardysti í Grikkalandi á heysti í 1995 hevur hann havt tað alla tíðina [...] onkra ferðina at sneiða ein og tveir burtur, men so var ov tjúkt fyri, og tá teir ikki fingu fatur á honum á lógligan hátt, so togaðu teir í troyggjuna, og ta eina ferðina, tá onnur erman var togað av føroyska
ættarliðsskifti á besta mansliðnum hjá B71, og tað arbeiðið er nú væl á veg. Í ár hava tað framvegis verið kend nøvn so sum Eli Hentze, Rúni í Soylu, Jóan Petur Clementsen og Páll á Reynatúgvu at sæð á liðnum, [...] ert í oddastríðnum, men tað varð hesin ikki, og tí kundu leirvíkingar av røttum halda, at trýstið á teimum á Sandi leygardagin var óneyðuga stórt. Waldemar Nowicki vísti seg enn einaferð at vera ein góður [...] komið á odda tá, hevði dysturin kanska verið heilt øðrvísi, enn hann bleiv. Leirvíkingar høvdu onkrar royndir afturat í fyrra hálvleiki, men í hinum endanum var Rúni í Soylu nær við at leggja B71 á odda
verður kallað. Ein EP er ein fløga við nøkrum fáum løgum á, og sum verður send út á marknaðin, ofta sum ein undangongufløga til eina størri útgávu. Á EP'ini hjá Kjølum eru tríggjar skeringar. Talan er um [...] bólkurin við á árligu ólavsøkukonsertini í Kommunuskúlagarðinum, umframt at bólkurin fyri knappum tveimum vikum síðani spældi til dans á Kambsdali. Seinni í hesum mánaðinum fer bólkurin so á pall í Badm [...] at kosta kr. 69,- tá ið hon stendur á hyllunum í fløguhandlunum. Kjølar hava annars áður givið eina fløgu út. Tað var fyri knappum ári síðani, tá ið fløgan "Time" kom á marknaðin. Yngd frættir frá Kjølum