Kjølar á veg við nýggjari EP

Ein av bestu føroysku live-bólkunum, Kjølar, fer nú at geva eina nýggja EP út.

Tað gongur ikki rúm tíð millum allar tær ymisku føroysku fløguútgávurnar í løtuni. Nærum hvørja viku hoyra vit um onkra nýggja útgávu, og nú fer bólkurin Kjølar at koma á marknaðin við onkrum nýggjum.


Senda EP út til plátufeløg

Kjølar hava júst verið í upptøkuhølunum og spælt nøkur løg inn til eina EP, sum tað verður kallað. Ein EP er ein fløga við nøkrum fáum løgum á, og sum verður send út á marknaðin, ofta sum ein undangongufløga til eina størri útgávu.

Á EP'ini hjá Kjølum eru tríggjar skeringar. Talan er um tvey løg "Skýmandi kvøldið" og "Sorgblídni", og so er triðja skeringin eitt remix av tí eina av teimum báðum løgunum, nevnliga "Skýmandi kvøldið". Hetta remix hevur Mark Joensen, sum í síni tíð var kendur fyri sín leiklut í bólkinum Mark No Limits. EP'in ber eisini heitið "Skýmandi kvøldið".

Fløgan kemur í handlarnar í týsdagin 29. í hesum klokkan 10 á morgni.

EP'in hjá Kjølum er upptikin í West River Recordings í Havn. Staðið fyri at mixa fløguna hevur Jónas Bloch Danielsen, sum vit áður hava umrøtt í Yngd í sambandi við starv hansara sum ljóðmaður í DR2. Hetta arbeiði er farið fram í Studio 93.

Tað er, sum ikki einaferð, Trýarin í SMS, sum stendur fyri søluni av fløguni, sum kemur at kosta kr. 69,- tá ið hon stendur á hyllunum í fløguhandlunum.

Kjølar hava annars áður givið eina fløgu út. Tað var fyri knappum ári síðani, tá ið fløgan "Time" kom á marknaðin. Yngd frættir frá Kjølum, at sølan av fløguni hevur gingið heilt væl.


Spæla til dans í hesum mánaðinum

Seinasta árið hevur bólkurin annars ikki spælt nakað serligt til dans, og orsøkin til tað hevur fyrst og fremst verið tann, at ein av limunum, Signar í Homrum, í eitt tíðarskeið hevur verið búsitandi í Svøríki.

Tó so, bólkurin hevði fyrr í ár eina væleydnaða konsertferð kring landið, sum teir róptu "For Frá Drøn". Haraftrat var bólkurin við á árligu ólavsøkukonsertini í Kommunuskúlagarðinum, umframt at bólkurin fyri knappum tveimum vikum síðani spældi til dans á Kambsdali. Seinni í hesum mánaðinum fer bólkurin so á pall í Badmintonhøllini í Havn.