Royn átti allan dystin móti B36

Fótbóltur, 2. deild: Leygardagin hvødu hvalbingar vitjan av árstalsfelagnum úr Havn, sum einki formáddi sær. Hvalbingar áttu dystin, sum hann var

Tað sær út til at hvalbingar hava tikið dystin upp ímóti liðunum, sum liggja frammanfyri teir í stigatalvuni.

Fyri nøkrum vikum síðan lógu hvalbingar á triðja plássi, men so kom stígur í hjá teimum og tá sníktu GÍ og HB seg framum.

Men eftir dystirnar hetta vikuskiftið, hava hvalbingar tikið ein part av tí mista aftur. Teir liggja nú á einum fjórðaplássi, saman við GÍ, sum tó hevur betri málúrtøku.

Í vikuskiftinum høvdu hvalbingar vitjan av árstalsfelagnum úr Havn, sum tó einki formáddi sær móti hvalbingunum.

B36 hevði bert ein málmøguleika í fyrra hálvleiki og hóast teir fingu eitt mál í seinna hálvleiki, so var tað ikki tí at teir spældu sær til tann møguleikan. Hvalbingar kloddaðu so mikið í samband við eitt málspark , at Gunnar Nielsen kom at standa púra leysur.

Hvalbingar komu framum í fyrra hálvleiki eftir at Eyðstein Jacobsen fekk bóltin. Hann trekti einar tríggjar B36-arar av og komin áraka brotsteigin legði hann bóltin inn fyri. Ávegis inn rakti bólturin ein havnarmann og endaði hjá Gullok, sum setti hann í netið.

Magnar Næs legði Royn framum 2-0 tá hann fekk ein góðan stikning.

So var tað at ein hvalbingur kiksaði eitt útspark og Gunnar Nielsen minkaði um munin fyri B36. Men hetta var stokkutur hiti.

Stutt eftir fór Magnar Næs í álop og úr borðinum legði hann bóltin inn fyri, har hann rakti ein B36 og haðani í málið. Málmaðurin hevði ongan møguleika, tí hann tveitti seg skeivan veg.

Síðsta málið í dystinum kom eftir at B36 royndi at trekkja rangstøðufelluna, men dómarin lat ikki við seg koma og so var lætt hjá Vukotic at legga hvalbingar framum. Men tað var líka við at málmaðurin bjargaði, tí hann fekk fingrarnar á bóltin.