endaði við 2-1 tapi í Klaksvík. Víkingur hevur 27 stig, og NSÍ hevur 18 stig, nú kappingin er 10 umfør gomul. Tað var ferðmikið, intenst og spennandi inntil síðsta bríksl í Sarpugerði í dag. NSÍ bjóðaði av [...] toppliðunum til fyrimunar. Í dag var saknur í Sølva Vatnhamar, sum er skaddur. Men tað var týdningarmikið, at Finnur Justinussen, sum síðstu ferðirnar hevur verið skaddur, í dag var aftur í álopinum, og at Olaf [...] álvara av. Uppflytararnir vístu fínan hugburð. Teir vóru stinnir í nærdystunum, teir vóru stinnir í verjuspælinum, og teir bjóðaðu av álvara av í álopspartinum, og teir vunnu seg til fleiri góðar málmøguleikar
Tvær ferðir fyrr í ár hava TB og B36 dystast. Fyrra ferðin var 5. mai, tá ið B36 vann 4-0 við Stórá í Trongisvági, og seinna ferðin var 13. august, tá ið TB fór úr Gundadali við 4-0 tapi. Í dag er B36 aftur [...] sá gula kortið tvær ferðir og harvið noyddist av vøllinum fýra minuttir undan leikloki í 1-0 tapinum í Sarpugerði síðsta sunnudag. [...] heimavølli ímóti B68. Tað er stór kapping um plássini í B36. Har eru allir spælararnir tøkir uttan Erlendur Magnusson, sum er farin av landinum í útbúgvingarørindum, og so er tað ivasamt, um Hannes Agnarsson
tríggjar ferðir í Gøtu. Í fjør endaði fyrri dysturin 2-2, og fram ímóti kappingarenda vann KÍ 3-1. Í fyrra árið vann KÍ 3-0 í Gøtu. Síðsti sigurin hjá Víkingi ímóti KÍ var í Klaksvík í 2018, tá ið fyrri [...] eru á KÍ listanum. 13. juni í ár endaði tað 4-1, tá ið KÍ hevði vitjan av Víkingi. Í fjør endaðu dystirnir í Sarpugerði 2-2 og 3-1 til KÍ, tá ið klaksvíkingar vóru í Gøtu, og í Klaksvík vann KÍ 2-0. Tað [...] grannauppgerð seinnapartin, tá ið Víkingur fær vitjan av meistarunum í KÍ. Klaksvíkingar hava ikki tapt síðani í fyrsta umfari, tá ið B36 vann 2-0 í Klaksvík. Síðani hevur KÍ vunnið seks ferðir, og tvær ferðir
vinna seg í finaluna um løgmanssteypið, so hevur Víkingur verið í finaluni í bæði 2019 og í 2020. Í báðum førum var finalan ímóti HB, og í báðum førum tapti Víkingur. Í 2019 vann HB 3-1, og í 2020 vann [...] Olsen javnaði til 1-1. Í brotssparkskappingini var tað Súni Olsen, ið er uppvaksin í Sarpugerði, sum skoraði við avgerandi brotssparkinum hjá KÍ. Tríggir spælarar, sum vóru á liðnum í finaluni fyri seks árum [...] sum fyri seks árum síðani var liðformaður. Hann er framvegis liðformaður í Víkingi, men í finaluni í morgin verður hann ikki við. Í báðum hálvfinalunum ímóti HB sá Atli gula kortið, og tað ber við sær, at
hittast tvey tey bestu fótbóltsliðini í Føroyum í løtuni. Í landskappingini eru tey topplið, sum liggja borð um borð við 36 stigum. Í steypakappingini fara Víkingur og HB í kvøld at kappast um, hvat av hesum [...] tað 29. mai at Víkingur í fyrru hálvfinaluni tapti 1-0 á útivølli ímóti HB. Í fjør var tað í Sarpugerði og ímóti HB, at víkingaliðið varð varpað úr steypakappingini. Tað var í fyrsta umfari. Eftir longda [...] sigursmálið longu í 13. minutti. HB hevur leingi verið á aldukambinum. HB hevur vunnið allar dystirnar síðani 15. mars, tá ið tað í øðrum umfari endaði við 2-1 tapi. Tað var ímóti Víkingi í Sarpugerði, har Víkingur
Byrjanin hjá TB í bestu deildini eftir uppflytingina síðsta heyst hevur verið øgiliga tung. Eftir 7-1 tap í Klaksvík í fyrsta umfari endaði tað í kvøld við 7-0 tapi í Gøtu. Víkingarnir vóru ógvuliga uppsettir [...] fleiri spælarum. Í dag vóru fleiri av nýggju monnunum á liðnum. Mesta prátið síðstu vikurnar hevur snúð seg um Gilla Rólantsson Sørensen, men hann var einki at síggja til í Sarpugerði, tí hann lá sjúkur [...] uppsettir at vaska blettin burtur, sum tað var, tá ið teir í fyrsta umfari taptu 3-0 á heimavølli ímóti B36. Víkingarnir vóru støðugt nógvir í TB brotsteiginum, og var tað ikki, tí Anders Hoff var sannur
sigrum í landskappingini ímóti 07 Vestur og í steypakappingini ímóti ÍF. Steypavinnararnir í Víkingi vunnu seg sunnudagin við heimasigri á FC Suðuroy í hálvfinaluna í steypakappingini. Í landskappingini [...] hittast í Sarpugerði í kvøld. Søgan hjá Víkingi er stutt, og higartil hevur tað ongantíð eydnast teimum myrka bláu úr Klaksvík at vinna á teimum ljósabláu, tá ið uppgerðin hevur verið í Sarpugerði. 20 [...] 20. mai í fjør vann KÍ 1-0 á útivølli ímóti Víkingi, men tá royndi liðið úr Eysturkommunu at verja borg í Fuglafirði, meðan tað í Sarpugerði varð arbeitt við at leggja nýtt graslíki á. Eftir 3-4 vónbrotið
málverjin Tóri Traðará framvegis skaddur. Hann noyddist miðskeiðis í fyrra hálvleiki í fyrsta umfari skaddur av vøllinum í Sarpugerði. Hann er knæskaddur. Dánjal á Lakjuni er eisini skaddur, og tað er [...] ivasamt, hvussu tað verður við David Langgaard, sum er plágaður av skaða í rivjabeini. TB vann í fyrsta umfari 2-1 á heimavølli ímóti AB. Í øðrum umfari tapti TB 2-0 á Skála. Tá sá tað ikki so gott út hjá TB [...] vit taptu ímóti. Vit hava framvegis gott mót, og hóast vit hava virðing fyri TB, so vita vit, at tað í sovornari avbjóðing er neyðugt at vinna fulla úrtøku á heimavølli, um vit skulu røkka tí, sum vit ætla
vit einki gjørt við. Nú hava vit fokus á avbjóðingini í Sarpugerði, sigur Róaldur Jakobsen, sum var annar teirra, ið misnýtti brotsspark ímóti HB. -Í longum løtum hevur spælið higartil riggað heilt væl. [...] fæst burturúr ímóti B36, so verður tað fyrsta ferðin síðani 2013, at liðið einki vinnur í trimum dystum á rað. Í 21. – 23. umfari 2013 tapti Víkingur ímóti NSÍ, B36 og AB. Síðani er tað ikki komið fyri [...] Hans Jørgen Djurhuus er leikbannaður, og Elias Rasmussen og Hanus Jacobsen hava í vikuni ikki vant við fullari ferð. Í gjár var hvørgin av Lervig tvíburunum – Hans Jákup og Elias – á næstbesta liðnum
vinna úrtøku í Fuglafirði. Tað fer at kennast soltið í Fuglafirði, um úrtøkan eftir tvey umfør verður eitt stig, men nýggi ÍF venjarin Aleksandar Jovevic fegnast um vitjanina í Sarpugerði, og hann gleðir [...] fær ÍF vitjan av HB. Felags fyri bæði liðini er, at tey í fyrsta umfari vóru partur av 2-2 javnleikum. Hóast fuglfirðingar vóru frammanfyri 2-0 í Gøtu, so vóru teir ikki misnøgdir við úrslitið. HB var tvær [...] tvær ferðir frammanfyri á heimavølli ímóti AB, og í HB fjaldu teir ikki vónbrotið. -Vit ætla okkum at vinna hvørja ferð og serliga í Gundadali. Vit kunnu gleðast um, at nú er hol sett á kappingina, men