Tað eru sjey ár síðani KÍ fór úr Sarpugerði við ongum

Síðstu árini hevur tað verið styttri millum góðu úrslitini hjá Víkingi í Klaksvík enn á heimavølli

Tað verður grannauppgerð seinnapartin, tá ið Víkingur fær vitjan av meistarunum í KÍ.

Klaksvíkingar hava ikki tapt síðani í fyrsta umfari, tá ið B36 vann 2-0 í Klaksvík. Síðani hevur KÍ vunnið seks ferðir, og tvær ferðir er tað endað javnt.

Hjá Víkingi hevur tað seinastu ferðirnar verið eitt sindur upp og niður. Higartil í ár hevur Víkingur fimm ferðir átt heimavøll. Víkingur hevur vunnið ímóti Skála, NSÍ og B36, spælt 0-0 ímóti TB og tapt 2-1 ímóti ÍF.

Hóast Víkingur vann FM bæði í 2016 og 2017, so eydnaðist tað ongantíð Víkingi hesi árini at vinna fulla úrtøku ímóti KÍ – hvørki í Sarpugerði ella í Klaksvík. So skal leggjast aftrat, at tað á stigatalvuni var ikki so stórur munur á liðunum, tí Víkingur vann FM, og KÍ var bæði árini næstfremst.

Tvey tey seinastu árini hevur KÍ verið tríggjar ferðir í Gøtu. Í fjør endaði fyrri dysturin 2-2, og fram ímóti kappingarenda vann KÍ 3-1. Í fyrra árið vann KÍ 3-0 í Gøtu.

Síðsti sigurin hjá Víkingi ímóti KÍ var í Klaksvík í 2018, tá ið fyrri dysturin endaði við 2-1 sigri til Víking, meðan seinni dysturin endaði 1-1.

Tað eru sjey ár síðani, at Víkingur seinast vann á heimavølli ímóti KÍ í landskappingini.

Í 2013 vann Víkingur seinna dystin 3-0, meðan tann fyrri í Gøtu endaði 1-1.  Fýra spælarar, sum vóru við til at vinna 3-0 ímóti KÍ 20. oktober 2013, eru framvegis á liðnum hjá Víkingi. Teir eru Atli Gregersen, Finnur Justinussen, Sølvi Vatnhamar og Gunnar Vatnhamar, sum varð settur á vøllin, tá ið tað restaði fimm minuttir.

Páll A. Klettskarð og Ísak Simonsen, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, eru einastu KÍ spælararnir, sum vóru við fyri sjey árum síðani, og sum framvegis eru á KÍ listanum.

13. juni í ár endaði tað 4-1, tá ið KÍ hevði vitjan av Víkingi.

Í fjør endaðu dystirnir í Sarpugerði 2-2 og 3-1 til KÍ, tá ið klaksvíkingar vóru í Gøtu, og í Klaksvík vann KÍ 2-0.

Tað er ivasamt, um Andreas Lava Olsen og Arnbjørn Svensson hjá Víkingi eru førir fyri at spæla ídag. Tann fyrri er darvaður av skaða í lærkrikanum, og tann seinni er darvaður av skaða í knænum.

Hjá KÍ er Alessio Hyseni farin aftur til Albania, og hann kemur ikki aftur til Klaksvíkar.

Víkingur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00.