Tað er trýst á ÍF

Fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina skal ÍF í dag royna seg á heimavøllinum í Fløtugerði, har TB fer at vitja

Fuglfirðingar ásanna, at tað er alneyðugt at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti TB. Ímóti Víkingi og AB á útivølli er einki stig vunnið, og nú bíðar fyrsta avbjóðingin á heimavølli síðani uppflytingina.

-TB vann ímóti AB, sum vit taptu ímóti. Vit hava framvegis gott mót, og hóast vit hava virðing fyri TB, so vita vit, at tað í sovornari avbjóðing er neyðugt at vinna fulla úrtøku á heimavølli, um vit skulu røkka tí, sum vit ætla, sigur ÍF liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard.

Hjá ÍF er málverjin Tóri Traðará framvegis skaddur. Hann noyddist miðskeiðis í fyrra hálvleiki í fyrsta umfari skaddur av vøllinum í Sarpugerði. Hann er knæskaddur. Dánjal á Lakjuni er eisini skaddur, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við David Langgaard, sum er plágaður av skaða í rivjabeini.

 

TB vann í fyrsta umfari 2-1 á heimavølli ímóti AB. Í øðrum umfari tapti TB 2-0 á Skála. Tá sá tað ikki so gott út hjá TB. Skálaavrikið ígjár ímóti NSÍ vísti, at TB var uppímóti fínum liði, tá ið tvøramenn taptu á Skála.

Zoran Pavlovic hevur allar sínar menn tøkar, nú teir eru á veg norður til Fuglafirðar.