Tað er trýst á báðum pørtum

Javnleikurin í fyrsta umfari var kærkomin í Fuglafirði og vónbrot í Gundadali

Seinnapartin fær ÍF vitjan av HB. Felags fyri bæði liðini er, at tey í fyrsta umfari vóru partur av 2-2 javnleikum. Hóast fuglfirðingar vóru frammanfyri 2-0 í Gøtu, so vóru teir ikki misnøgdir við úrslitið. HB var tvær ferðir frammanfyri á heimavølli ímóti AB, og í HB fjaldu teir ikki vónbrotið.

-Vit ætla okkum at vinna hvørja ferð og serliga í Gundadali. Vit kunnu gleðast um, at nú er hol sett á kappingina, men annars kunnu vit ikki gleða okkum um avrikið ímóti AB, sigur miðvallarin Levi Hanssen. Hann heldur ikki, at teir kunnu brúka tað til so nógv, at Fróði Benjaminsen ikki var við, og at Christian R. Mouritsen tíðliga í 2. hálvleiki noyddist av vøllinum.

-Vit vóru ikki nóg raskir at pressa fram ímóti dystarenda, og vit myndaðu ikki nóg nógvar málmøguleikar. Tað skulu vit verða betri til.

Í dag er Fróði Benjaminsen tøkur aftur, og tað hevur stóran týdning fyri HB, sum longu nú kemur undir trýst, um tað ikki eydnast at vinna úrtøku í Fuglafirði.

Tað fer at kennast soltið í Fuglafirði, um úrtøkan eftir tvey umfør verður eitt stig, men nýggi ÍF venjarin Aleksandar Jovevic fegnast um vitjanina í Sarpugerði, og hann gleðir seg til avbjóðingina ídag:

At spæla ímóti HB er altíð stórt. Hugburðurin hjá okkara monnum var sera góður í Gøtu, og eg veit, at spælararnir eru uppsettir ídag. Tað er stórur saknur, at Adeshina Lawal er leikbannaður, og at Clayton Soares ikki er tøkur, tí loyvið ikki er komið upp á pláss. Eisini kemur tað illa við,  at Nenad Saric er skaddur. Kappingin um plássini er stór, og teir, sum nú fáa møguleikan, eru uppsettir at vísa, at tað er dugur í teimum.

ÍF-HB: Petur Reinert kl. 15.00.