Byrjanin hjá TB í bestu deildini eftir uppflytingina síðsta heyst hevur verið øgiliga tung. Eftir 7-1 tap í Klaksvík í fyrsta umfari endaði tað í kvøld við 7-0 tapi í Gøtu.
Víkingarnir vóru ógvuliga uppsettir at vaska blettin burtur, sum tað var, tá ið teir í fyrsta umfari taptu 3-0 á heimavølli ímóti B36. Víkingarnir vóru støðugt nógvir í TB brotsteiginum, og var tað ikki, tí Anders Hoff var sannur brandur millum stólparnar, so hevði heimaliðið skorað fleiri mál, áðrenn Sølvi Vatnhamar eftir stóran hálvan tíma og eftir snilda sending frá Inga Jonhardsson, sum var ytstur á miðvøllinum í høgru, loksins fekk hol á.
Beinanvegin eftir steðgin skoraði Arnbjørn Svensson eftir sending frá Bergi Gregersen í vinstru og ikki serliga sannførandi miðverjuavrik, og tað var meistarligt, tá ið Martin Klein Joensen fimm minuttir eftir steðgin tveitti seg afturav og úr 20 metrum heilfluktaði aftur um seg sjálvan og omanfyri málverjan. So var 3-0. Sølvi Vatnhamar økti til 4-0 eftir hornaspark, sum bar brotsspark við sær, og innskifti Andreas Lava Olsen økti til 5-0 eftir innlegg úr høgru frá innskifta Jákupi Johansen. Og síðstu løtuna skoraði Olaf Bárðarson eftir mistak í TB uppspælinum og sending frá innskifta Finni Justinussen, og Finnur Justinussen staðfesti 7-0 sigurin eftir sending frá Jákupi Johansen
Víkingaspælararnir vóru alla tíðina væl upplagdir. Teir spældu við dýpd og breidd og fingu mótstøðumenninar at renna nógv, og tað sást, at tað er kvalitetur á beinkinum, tí í seinna hálvleiki vórðu Andreas Lava Olsen, Jákup Johansen, Finnur Justinussen, Árni Nóa Atlason og Aron Jarnskor Ellingsgaard skiftir inn, og Poul Kallsberg sat saman við eykamálverjanum alla tíðina á beinkinum.
TB hevur styrkt seg við fleiri spælarum. Í dag vóru fleiri av nýggju monnunum á liðnum. Mesta prátið síðstu vikurnar hevur snúð seg um Gilla Rólantsson Sørensen, men hann var einki at síggja til í Sarpugerði, tí hann lá sjúkur suðuri á Tvøroyri, meðan liðfelagarnir frá fyrsta bríksli høvdu ryggin ímóti múrinum.
Einki sást til serbiska venjaran. Karl Øster var á beinkinum, tí loyvini hjá Zoran Pavlovic ikki eru komin upp á pláss. Eftir steðgin vórðu fleiri skiftingar gjørdar í uppstillingini. Tað kendist sum um, at møguleikar eru í liðnum, sum enn ikki er heilt samanspælt, og sum seinni hálvleikur leið sá tað út til, at venjingarstøðan ikki er so góð, sum hon er hjá víkingunum.
Víkingur – TB 7-0 (1-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Arnbjørn Svensson
3-0: Martin Klein Joensen
4-0: Sølvi Vatnhamar br
5-0: Andreas Lava Olsen
6-0: Olaf Bárðarson
7-0: Finnur Justinussen
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Ingi Jonhardsson, Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Olaf Várðarson – Sølvi Vatnhamar – Martin Klein Joensen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
TB: Anders Hoff – Chris Jastrzembski, Poul Ingason, Musah Armah, Ragnar Joensen – Samudeen Musah, Salmundur Bech, Markus Thorberg, John Villi Wøldike, Jens Erik Bruhn – Simeon Petrov
Venjari: Karl Øster