Tað gekk akkurát hjá Víkingi

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, fekk toppliðið hol á ímóti NSÍ, sum síðstu løtuna var undirmannað

Tað var dramatikkur og spenningur fyri allar pengarnar, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av uppflytarunum í NSÍ.

 

Úrslitið var 2-0 heimasigur, sum ber við sær, at Víkingur heldur tørn um oddasessin, sum Víkingur hevur havt alt hetta kappingarárið. Víkingur hevur vunnið allar dystirnar uttan tann síðsta sunnudag, tá ið tað endaði við 2-1 tapi í Klaksvík.

 

Víkingur hevur 27 stig, og NSÍ hevur 18 stig, nú kappingin er 10 umfør gomul.

 

Tað var ferðmikið, intenst og spennandi inntil síðsta bríksl í Sarpugerði í dag. NSÍ bjóðaði av álvara av. Uppflytararnir vístu fínan hugburð. Teir vóru stinnir í nærdystunum, teir vóru stinnir í verjuspælinum, og teir bjóðaðu av álvara av í álopspartinum, og teir vunnu seg til fleiri góðar málmøguleikar.

 

Næst við at fáa mál var Jasper Van Der Heyden, tá ið hann úr 20 metrum smekkaði til og bólturin brast í tvørtræið bara ein fót frá sjálvari samankomingini.

 

Tað er ikki av ongum, at Víkingur er topplið, og tað er ikki minst, tá ið tað ríður um snarið, at tað so ofta koppar toppliðunum til fyrimunar.

 

Í dag var saknur í Sølva Vatnhamar, sum er skaddur. Men tað var týdningarmikið, at Finnur Justinussen, sum síðstu ferðirnar hevur verið skaddur, í dag var aftur í álopinum, og at Olaf Barðarson, sum ikki hevur verið við síðani 15. mars, tá ið Víkingur vann 2-1 á heimavølli ímóti HB.

 

Teir báðir gjørdu góðan mun. Í seinna hálvleiki var Finnur Justinussen um reppið at skora, tá ið tað framvegis var málleysur javnleikur, men hann sendi úr eitt sindur trongari støðu bóltin í stólpan.

 

Og innskifti Olaf Bárðarson átti avgerandi leiklut, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Hann streyk ígjøgnum í vinstru og legði flatt inn fyri málið, har bólturin fór millum vinir og fíggindar, áðrenn Poul Kallsberg tveitti seg fram við handara stólpa og stýrdi bóltin upp í nettakið.

 

NSÍ spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir. Teir stríddust manniliga, og megnaðu at standa ímóti í vanligu leiktiðini, hóast vongverjin í høgru Dion Splidt miðskeiðis í seinna hálvleiki sá gula kortið fyri aðru ferð, og NSÍ harvið var undirmannað.

 

Teir taptu 2-0, tí innskifti Martin Klein Joensen í síðsta minutti staðfesti sigurin, tá ið hann eftir sending frá Signari á Brúnni varð heilt leysur. Teir í gulu og svørtu leguni vildu vera við, at Martin var rangstaddur, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.

 

 

 

Víkingur – NSÍ 2-0 (0-0)

 

1-0: Poul Kallsberg 92.

 

2-0: Martin Klein Joensen 96.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen