Tá ið vikuskiftið verður av, verður triðingurin av hesum kappingarárinum lokin. Spurningurin er, um HB leiðslan tá verður uppaftur størri, enn hon er undan vikuskiftinum.
KÍ er fimm stig og Víkingur er sjey stig frá toppliðnum. Hesi bæði liðini hittast í Sarpugerði í kvøld. Søgan hjá Víkingi er stutt, og higartil hevur tað ongantíð eydnast teimum myrka bláu úr Klaksvík at vinna á teimum ljósabláu, tá ið uppgerðin hevur verið í Sarpugerði. 20. mai í fjør vann KÍ 1-0 á útivølli ímóti Víkingi, men tá royndi liðið úr Eysturkommunu at verja borg í Fuglafirði, meðan tað í Sarpugerði varð arbeitt við at leggja nýtt graslíki á.
Eftir 3-4 vónbrotið ímóti HB hevur KÍ á heimavølli fótað sær við sigrum í landskappingini ímóti 07 Vestur og í steypakappingini ímóti ÍF. Steypavinnararnir í Víkingi vunnu seg sunnudagin við heimasigri á FC Suðuroy í hálvfinaluna í steypakappingini. Í landskappingini hevur tað seinastu ferðirnar verið meiri soltð. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið eitt stig – 2-2 á heimavølli ímóti 07Vestur. Tølini siga, at tað hevur ikki verið gott á útivølli – 0-3 ímóti HB og so 0-1 ímóti TB.
Inntil í fjør hevði KÍ ongantíð megnað at fingið bilbukt við teimum ljósabláu í Sarpugerði. Fyrsta ferðin, at tað eydnaðist, var fyri einum ári síðani – 20. Mai í fjør – siga, at víkingarnir hava gott tak á tí, tá ið klaksvíkingar vitja grannarnar hinumegin fjørðin. Víkingur er sjey stig frá Í stuttu søguni hjá Víkingi hevur tað ongantíð eyhdn
Úr Klaksvík verður sagt, at allir spælararnir eru tøkir hesa ferð. Í steypadystinum ímóti ÍF sótu Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør á beinkinum í 80 minuttir, tí teir vóru smáskaddir. Í kvøld vera teir báðir millum teir fyrstu ellivu.
Geza Turi hevur verið leikbannaður tríggjar tær seinastu ferðirnar. Í kvøld fer hann aftur at verja Víkinga málið. Fyrr í vikuni var ivasamt, um Kaj Leo í Bartalsstovu fór at verða førur fyri at spæla, eftir at hann ímóti FC Suðuroy varð borin av vøllinum. Talan var um liðbandsskaða, men nú verður sagt úr Gøtu, at Kaj Leo eftir øllum at døma verður á Víkinga liðnum í kvøld.