viðgekk herfyri, at hann beindi fyri níggju fólkum í statinum Missouri í sjeyti- og áttatiárunum. Løgreglan sigur, at hann framdi tað fyrsta morðið í 1977 ella fyri 30 árum síðani, men tann stóri spurningurin [...] Timothy Krajcir las sálarfrøði sum ungur, og at hann brúkti nógva tíð til at kunna seg um, hvussu løgreglan arbeiðir, tá hon skal avdúka drápsmenn. Við hesum kunnleika eydnaðist tað honum at fjala seg fyri
Hollendska løgreglan er farin í verkfall, tí teir ynskja meiri í løn, og hetta ávirkar dystarskránna í Amsterdam og Rotterdam, skrivar Ritzau. Borgarstjórarnir í báðum býunum hava av ótta fyri ófriði frá [...] og nr. 2 í kappingini, PSV Eindhoven, og dystin í dag millum Feyenoord á 3. plássi og AZ Alkmar. Løgreglan krevur uml. 1500 kr. meiri í løn um mánaðin. Enn er óvist, nær avlýstu dystirnir verða spældir.
tí tunga bilinum. Lastbilurin var á veg suðureftir móti Kollafirði fríggjamorgunin. Annars sigur løgreglan, at tíggju ferðsluóhapp vóru um vikuskiftið, men tó stóðst eingin mansskaði av hesum óhappum. Hált [...] alt landið, og tað hevur gjørt sítt til, at bilførarar ikki klárað at hava tamarhald á bilinum. Løgreglan hevur kannað nógvar bilar seinastu dagarnar, og ein førari varð tikin fyri spirituskoyring. Trý
tá brotið varð inn í Havnar Klubba. Seks fløskur av brennivíni og 30.000 krónur vórðu stolnar. Løgreglan sigur, at brotið er inn gjøgnum eina hurð í ovstu hæddini, har sjálvur klubbin heldur til. Kanningarnar [...] gerningsmonnunum dámar væl Vodka. Tí meginparturin av stolna brennivíninum var nevniliga Vodka. Løgreglan heitir á fólk, ið halda seg vita eitthvørt um innbrotið í Klubban, um at seta seg í samband við
Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi í Sumbiartunlinun. Løgreglan sigur, at talan var um ein bil, sum hevdi rent á inni í tunlinum. Stoyturin var so mikið harður, at [...] sjúkrabili á Sjúkrahúsið, men har varð staðfest, at einki var brotið, so bilførarin slapp væl. Løgreglan sigur, at enn er ógreitt, hví bilurin rendi inn í tunnilsmunnan, men tey hava í hvussu so staðfest
fyri at koyra í frákenningartíð. Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun. Løgreglan sigur, at í kanningunum varð ein bilførari tikin fyri at koyra í frákenningartíð. Minsta bótin fyri [...] bótin kann vera minni, um talan er um næming ella fólk við lítlari ella ongari inntøku. Í Havn tók løgreglan eisini ein førara, sum koyrdi á tí, tey rópa bygnaðarbroyttari knallert.
Tað var um 21-tíðinda í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan av einum gistingarhúsi í Havn. - Tað vóru fólk, sum ringdu av einum kamari at melda, at harðskapur var inni á kamarinum. Vaktleiðarin [...] harðskapin. - Tann, sum varð handtikin, hevði sambært fráboðanini framt harðskap móti tveimum persónum. Løgreglan tók persónin við sær á støðina, og hesin verður nú skuldsettur. - Fleiri avhoyringar skulu gerast
Í morgun, tá vit frættu frá vaktleiðarin, fingu vit at vita, at løgreglan arbeiðir við einum innbrots-ella herverkmáli í Havn. - Talan er um eitt undirvísingarstað, har fólk hava verið inni og brotið ymiskt [...] ymiskt. Í løtuni vita vit ikki, um nakað eisini er stolið. Løgreglan visti at siga, at tey hava góðar slóðir at fylgja í málinum, og tá fólk komu til arbeiðis í morgun, skuldi finnast út av, um okkurt
Eftir at illveðrið í hesum umfari hevur lagt seg, hevur løgreglan havt eina friðarliga nátt. Tað einasta, sum vaktleiðarin í morgun visti frá náttini at siga, var, at nakrir bilar hava mist nummarspjøldrini [...] um eigarar, sum antin ikki hava yvirhildið sýn - ella skyldurnar við vektgjaldi ella trygging. Løgreglan var eisini við onkrar barnagarðar og skúlar gjáramorgunin. - Her vísti alt seg at vera í lagi, sum
Talan er um eina hending, sum fór fram í Tórsgøtu. Her vóru nógv ungfólk savnað, øll undir 18 ár. Løgreglan sigur, at ein persónur er meldaður fyri harðskap móti øðrum persóni, og hesin er skuldsettur í málinum [...] einum øðrum harðskapsmáli, sum er farið fram um dagarnar. - Hetta málið verður nú kannað, sigur løgreglan, sum ikki upplýsti neyvari um hetta málið.