Tey, sum mikukvøldið høvdu leitað sær oman í Vertshúsið í miðbýnum í Havn, fingu alt annað enn eitt hugnaligt kvøld, hóast dramatikkinum ikki bilti nakað. Fyri einstakar kundar á Vertshúsinum hetta kvøldið gjørdist blóðið í so heitt, og úrslitið var, at farið varð til hendurs inni á sjálvum Vertshúsinum. Sambært øðrum stjóranum, Óla Svend Nolsøe, komu sjey mans inn og vildu konfrontera onkran av kundunum við okkurt, men løgreglan fekk beinanvegin skil á støðuni.
Løgreglan fekk fráboðan um 11 tíðina mikukvøldið, og í samráð við starvsfólk varð av trygdaráðum avgjørt at evakuera og lata staðið aftur. Rokið var tó ikki størri enn so, at tveir løgreglumenn megnaðu at fáa tamarhald á støðuni, og tíbetur var eingin skaði av bardaganum á Vertshúsinum.
Løgreglan upplýsir, at málið nú verður kannað, bæði við ljósi varpaðum á einstaklingarnar, sum voldu ófriðin, men eisini á Vertshúsið, sum við lóg hevur skyldu at varðveita húsfrið og hava trygdina í hásæti.
Kundi hent sunnudag í kirkjuni
Annar stjórin á Vertshúsinum, Óla Svend Nolsøe, sigur, at slíkum er ein verjuleysur fyri.
- Slíkar hendingar kunnu tað saman fara fram sunnumorgun í kirkjuni, og talan var um vanligan vertshúsófrið uttan nakað álvarsamt, sigur Óla Svend. Eingin kom til skaða, og einki brotnaði inni á Vertshúsinum.
HíS










