Sunnudagin fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at ein bilur var stolin. Eigarin fann tó bilin aftur sjálvur. Hann stóð í grótbrotinum í Norðdepli.
Á setrinum í bilinum lá ein rifla, tá hann varð stolin, men hon var ikki í bilinum, tá eigarin fann hann aftur. Tjóvurin hevði tikið hana við sær, tá hann fór úr bilinum. Løgreglan fann út av, hvør tjóvurin var, og hann verður ákærdur fyri at hava stolið lyklarnar til bilin, bilin sjálvan og at hava koyrt uttan koyrikort. Hartil verða bæði tjóvurin og bileigarin ákærdir fyri brot á vápnalógina.
? Tað krevst eitt serligt loyvi til at eiga riflu. Tjóvurin verður so ákærdur fyri at hava tikið hana, og bileigarin fyri at hava latið hana ligið í bilinum. Tað er jú heldur ikki lógligt, men tíbetur var riflan ikki lødd, sigur vakthavandi í Klaksvík.
Tveir bilar vórðu stolnir í Eysturoynni um vikuskiftið. Fríggjakvøldið varð ein vøruvognur stolin í Norðragøtu. Hesin varð funnin aftur á Skálatrøð í Havn sunnukvøldið. Bilurin var punkteraður, men annars var ongin skaði á honum. Sunnunáttina varð ein bilur stolin í Fuglafirði, og hann var funnin aftur seinni sunnudagin í Fuglafirði. Nakað av skaða var á bilinum. Løgreglan veit ikki, hvør hevur stolið hesar bilarnar.









