Tað er sagt, at í Russlandi eru tíðindi um morð líka vanlig sum veðurtíðindini, og hetta er neyvan heilt av leið, tí í fjør vórðu næstan 31.000 russar myrdir, og hagtølini vísa eisini, at hvønn dag eru ímillum 80 og 90 morð. Men hagtølini siga eisini, at russiska løgreglan hevur sera ilt við at avdúka drápsmenninar, og at í meðal verða umleið 15 prosent av morðunum ongantíð uppklárað. Tað vil siga, at umleið 5.000 av teimum, sum framdu morð í fjør, ganga leysir enn.
Vladimir Putin, forseti, krevur nú, at løgreglan tekur sær um reiggj. Í einari røðu seinasta fríggjadag legði hann løgregluna undir at hava falsað frágreiðingar og hagtøl við tí úrsliti, at bara í fjør vóru 140.000 brotsverk, sum ákæruvaldið ongantíð frætti um. Av teimum vóru meiri enn 700 morð. Putin vísti harafturat á, at á hvørjum ári hvørva umleið 70.000 fólk í Russlandi, uttan at løgreglan er før fyri at siga, hvat varð av teimum.
Vladimir Ustinov, ríkisákæri, hevur heldur ikki nógv gott at bera løgregluni, men hann skuldsetir eisini herleiðsluna fyri grovt ósketni. Hann vísir á, at á hvørjum ári verða nógv vápn stolin úr goymslunum hjá herinum, og at kanningar hava avdúkað, at bæði generalar og admiralar hava verið uppi í stuldrinum.