Føstulávint er, og um alt landið hava børn gingið grýlu í gjárkvøldið. Tað gjørdi havnarbørn eisini – men fyri nakrar grýlur í Havn gjørdust hetta eitt minniligt kvøld.
Best sum tvey systkin gingu grýluklædd ímillum húsini, komu nøkur onnur børn, ella blaðung, eftir teimum og stjólu alt góðgætið frá teimum...
Mamman skrivar á Facebook, at hon er skelkað, tí tað komu eini fimm 15-17 ára gamlir dreingir í svørtum maskum, og spurdu, hvat helviti tey gjørdu og tóku bommposarnar hjá báðum børnum.
Har fóru tey so tómhent til húsar aftur, men tað fekk mammuna til knappaborðið. Hon skrivaði um hendingina á Facebook, við eini adressu á og segði, at tjóvarnir kundu koma hagar aftur við bommunum.
Kanska hava tjóvarnir fingið ringa samvitsku, tí tað gekk ikki so leingi, so komu teir aftur við góðgætinum, teir høvdu tikið frá grýlunum, so alt endaði væl.
Hon skrivar, at tað komu tveir sera keddir dreingir og bóðu um umbering og góvu børnunum bommposarnar aftur
Løgreglan fekk boð um hendingina, men spurningurin er, hvat verður gjørt við tað. Løgreglan sigur, at tað verður umrøtt nú og í hesum sambandi skulu tey lýsa, hvussu alt gekk fyri seg. Men ein møguleiki er, at hetta verður eitt mál fyri barnaverndina, sigur løgreglan.