Heilar tvær ferðir sunnudagin var løgreglan í Havn á ferð eftir bilførarum, ið høvdu sett seg við róðrið, hóast teir vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
Fyrru ferð var um fimm tíðina sunnudagin, tá ein ávirkaður førari stoytti saman við ein parkeraðan bil á Hoyvíksvegnum. Í tí koyrandi bilinum sótu trý smábørn á baksetrinum, men tey vóru tíbetur í trygdarbelti, so tey fingu einki stórvegis mein.
Seinnu ferð var tað ein bilførari, ið eisini stoytti saman við ein parkeraðan bil á Bursatanga á Kongabrúnni klokkan ellivu sunnukvøldið. Hesin førarin royndi at flýggja frá óhappinum, men tað eydnaðist honum ikki, tí løgreglan fekk hendur á honum beinanvegin. Hon kundi staðfesta, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Báðir førararnir kunnu vænta sær at missa koyrikortið.
Eldsbruni á Argjum
Leygardagin eftir middag var fráboðan um ein eldsbruna á Argjum. Tað var eitt skammlop í eini turkitrumlu, ið var orsøkin til eldin. Tíbetur varnaðust fólk eldin skjótt og boðsendu sløkkiliðnum. Eldurin varð sløktur, áðrenn hann gjørdi álvarsaman skaða.
Umframt hesi bæði ferðsluóhappini og eldsbrunan hevur løgreglan í Havn havt heili sjey persónar á støðini at sova rúsin av sær frá fríggjadegnum til mánamorgun. Hetta talið er sera høgt og meira enn vanligt, verður sagt av løgreglustøðini.