Framdu herverk á sethús


 

Leygarmorgunin klokkan 8.30 boðaði onkur løgregluni í Havn frá, at nøkur ung fólk framdu herverk á grannahúsini. Løgreglan kom beinanvegin á staðið og tók tey ungu við sær á støðina til avhoyringar.

Talan var um fýra ungdómar í aldrinum 15-21 ár. Neyðugt var hjá barnaverndini at koma uppí leikin, tí talan var um somikið ungar persónar. Ein genta, sum er 15 ára gomul, og tríggir dreingir vóru við til at fremja herverkið, og tá er neyðugt at barnaverndin er til staðar.

Tá løgreglan kom til húsini, sum liggja við Sernámsdepilin á Trøðni, vóru tey ungu í ferð við at taka nummarspjaldrið av húsunum, og tað verður mett sum herverk.

Tey verða øll skuldsett fyri lógarbrotið, og ákærurit verður skrivað.


Húsaófriður og oljudálking

Annars var løgreglan úti tvær ferðir leygarnáttina at basa húsaófriði. Tríggir hava verið á støðini og sovið rúsin av sær, og ein persónur er tikin fyri at koyra við kenning.

Leygardagin varnaðist onkur, at olja lak á sjógv í Kollafirði. Sløkkiliðið í Kollafirði og í Havn fóru at kanna tilburðin, men tey mettu ikki, at skaðin var nóg álvarsamur.

Fríggjanáttina hevur onkur framt herverk í skúlanum á Argjum. Húsavørurin boðaði løgregluni frá, at tríggir rútar vórðu knústir.