Hann vil fegin hava Magn at greiða nærri frá, hvussu teir ætla sær at vera við at bjóða grøna orku til føroyska brúkaran. - Treytirnar í einum slíkum uppskoti eru sjálvandi, at elprísurin ikki hækkar, [...] eisini at bróta upp um armar, um teir ætla at flyta elmarknaðin onkran veg, sum gagnar okkum øll – og ikki bara handilsligum endamálum, sigur hann. Stjórin í SEV roynir áhaldandi at vísa á, at SEV hevur [...] grøna málinum fyri at gagna øllum Føroya landi, og vónin er, at onnur eisini vilja samfelagsins besta í hesum málinum, tí her nyttar ikki bara at sæta sær sjálvum. Her koma vit longst við at lyfta í felag,
Dam, mentamálaráðfrúu at siga sær, hvørja hugsan hon hevur um ætlanirnar hjá Ítróttarsambandi Føroya at bjóða Føroyar fram at húsa Oyggjaleikunum í 2023, og hvørjar ætlanir eru um at stuðla hesum – politiskt [...] til at royna aftur at fáa leikirnar til Føroyar, hesaferð í 2023, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at fyri Føroyar er hetta eitt átak, sum krevur nógv av nógvum fólkum, tí er sera umráðandi at vita [...] virðismikið. Hann vísir á, at í ítróttarhøpi eru Oyggjaleikirnar eisini týðandi. Fokus verður sett á verandi og nýggjar ítróttargreinar, og fleiri verða eggjað at taka lut, fólkaheilsuni at frama og nýggjum í
Hinvegin staðfesta tey, at í arbeiðnum, sum higartil er gjørt, hevur ikki verið lagt upp fyri, at løntakarar longu spara saman til sína egnu eftirløn. Tey siga, at tey hava fingið at vita, at sáttmálarnir á a [...] Arbeiðsgevarafelagnum ásanna tey, at tað er avgjørt ein fyrimunur, at arbeiðið er heilt liðugt, og stór politisk undirtøka er fyri eini nýggjari pensjónsskipan, so at talan verður um eina varandi skipan [...] virkandi skipan, sum er úrslit av, at arbeiðsmarknaðurin tók ábyrgdina á seg, langt áðrenn politiska skipanin gjørdi tað. Politiska skipanin eigur at virða hetta og at leggja upp fyri tí, tá ið ein nýggj
nógv mettu, at hon var politisk. Les eisini: Meirilutin: Løgmaður eigur at rætta mistakið Og Henrik Old ivast ikki í, at søgan verður tann sama hesa ferð, og at Landsstýrismálanevndin aftur fer at taka eina [...] Jørgen Niclasen heldur, at tað er ræðandi, at Henrik Old longu skal vita um niðurstøðuna áðrenn hon er gjørd, og Jákup Mikkelsen heldur, at Henrik Old átti at fingið eina átalu fyri at leggja Landsstýrism [...] Landsstýrismálanevndini fyri lógarbrot tí at hann ikki hevur strikað bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágartunnilin. Men hóast Landsstýrismálanevndin ongan veg komin at viðgera klaguna enn, ivast Henrik Old
Tað er eitt sindur torført at staðfesta longu nú hvussu fer at ganga við fiskivinnunýskipanini. Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at ein breið semja skal finnast, soleðis at talan ikki verður um eina [...] roknast frá. Alt í alt, so sær tað út til at gerast torført hjá Høgna Hoydal at fáa eina semju við andstøðuna, uttan so, at partarnir flyta seg. Fyrr hevur tað ljóða, at partarnir hava verið nær, men herfyri [...] Nicalsen og Bárður á Steig Nielsen, at tað dragnaði aftur í samráðingunum. Hvussu verður og ikki, so fer at styttast við tíð nú og skal nøkur semja finnast, so krevst nokk, at báðir partar geva eitt sindur.
raðfest at finna eina breiða semju heldur enn at skunda málið gjøgnum, greiðir Eyðgunn Samuelsen frá. Landsstýriskvinnan ynskir ikki at fara í smálutir um hvørji mál skilja partarnar, men upplýsir, at tosað [...] flokkarnar hvør sær. Hon vónar tó, at tað fer at eydnast at finna eina semju hesa tingsetuna. - Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, men tað er ein hampiligur møguleiki at fáa eina breiða semju. Um tað eydnast [...] í januar í fjør. Mett varð tá, at flokkarnir undan valinum høvdu verið so nær einari semju, at ein stórur partur av arbeiðinum longur var gjørt. Ætlanin var eisini tá, at uppskotið skuldi leggjast fyri
haldi, at royndirnar í summar hava prógvað, at eingin trupulleiki er við aling á Sandsvág á sumri. Borgrstjórin sigur, at Sands kommuna sær ljóst upp á framtíðina og vónar, at Marine Harvest fer at halda [...] ikki verri enn so, at hetta klára vit at bera, bæði væl og virðiliga. Alingin er ein roynd, og vit hava tikið hædd fyri ymiskum vandum. Stjórin sigur, at enn ætlar Marine Harvest ikki at gevast á hendur á [...] stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, at nógvur fiskur er deyður og at fiskurin, sum eftir var í ringunum, er tikin. Hann sigur, at fiskurin helst skuldi havt gingið í ringunum í nakrar
til alstóran ampa fyri arbeiði at grava kavan av vegunum, so at tað er koyrandi aftur. So ráðini eru at tey skulu verða sitandi í bilinum og at seta varman frá og so at brynja seg við toli, sigur løgreglan [...] sigur frá Landsverki, at teir gevast ikki í nátt fyrrenn tað er koyrandi úr Sørvági til Leynar, so at tey tryggja sær, at øll fólkini verða bjargað úr bilunum. Løgreglan sigur, at heilt nógv fólk hava ringt [...] Rena fólk seg føst í bili, skulu tey vænta, at tað gongur rúm tíð at fáa hjálp, tí tað er so nógv at gera, siga tey. Løgreglan sigur, at tey eisini hava fingið fráboðan um nakrar heilt fáar stormskaðar
tímatalvuni, tí at skúlin metir, at tey hava tørv á at læra betri føroyskt mál. Talan er um børn, hvørs foreldur, ella í øllum førum annað, ikki tosa føroyskt. - - Vit dugdu at síggja, at hetta er ein t [...] frá, at børnini ofta hava størst trupulleikar við at benda navnorð í føllum og at benda sagnorð í ymisku tíðunum. Hon heldur, at tað tykist sum eitt fjart fyribrigdi hjá nógvum teirra. Hon sigur, at higartil [...] aftur, tá tey byrja í skúla. Hon greiðir frá, at børnini hava vanligan førleika at læra og fylgja væl við, men tað, at kunnleikin til føroyskt er so veikur ger, at tað verður torført hjá teimum í fleiri øðrum
mælt var eitt nú til at halda fast við landsroyndirnar, at skipa royndir í donskum og enskum, at taka náttúru og tøkni úr landsroyndunum og at flyta landsroyndirnar til antin at vera í juni í 3. og 6 [...] stórir, at tað ikki bar til at fremja landsroyndirnar í fleiri skúlum. Tá tók landsstýriskvinnan avgerð um, at ongar landsroyndir skulu verða í skúlaárinum, hóast tað í fólkaskúlalógini er ásett, at landsroyndir [...] verið við at gjøgnumføra landsroyndir í skúlunum seinastu árini, hevur landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, tikið avgerð um, at ongar landsroyndir skulu vera, fyrr enn vissa er fyri, at skipanin