- Tað er sjálvandi keðiligt, tá royndir ikki gangast, soleiðis sum tú helst vildi havt, at tær gera.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, nú tað er greitt, at nógvur laksur doyði í aliringunum hjá Marine Harvest á Sandsvág í ódnunum um jólini.
Við In.fo fyrr í dag váttar stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, at nógvur fiskur er deyður og at fiskurin, sum eftir var í ringunum, er tikin.
Hann sigur, at fiskurin helst skuldi havt gingið í ringunum í nakrar mánaðir aftrat, og tí er bæði missurin av fiski og ov tíðliga tikin fiskur eitt tap fyri felagið.
- Jú, talan er um eitt fíggjarligt bakkast, men hetta er ikki verri enn so, at hetta klára vit at bera, bæði væl og virðiliga. Alingin er ein roynd, og vit hava tikið hædd fyri ymiskum vandum.
Stjórin sigur, at enn ætlar Marine Harvest ikki at gevast á hendur á Sandsvág, tí hesaferð helt útgerðin, bæði ringar, nótir, teymar og søkk, men tað var fiskurin, sum ikki toldi harða umgangin.
Borgarstjórin í Sands kommunu heldur, at spurningurin er ikki, um tað ber til at ala á vánni, men hetta snýr seg heldur um at "knekka koduna", sum hann tekur til.
- Spurningurin er ivaleyst, hvussu alast kann - ella, hvussu aling og útgerð verða lagað til umstøðurnar, soleiðis at eitt nøktandi úrslit fæst burturúr.
Hann vísir á, at útgerðin áður hevur fingið skaða í ódnarveðri, men hesuferð helt útgerðin væl fyri ódnunum, sum kunnugt vóru sera áhaldandi.
- Royndir skulu til, áðrenn við vissu kann sigast, hvussu alast kann á vánni, men eg haldi, at royndirnar í summar hava prógvað, at eingin trupulleiki er við aling á Sandsvág á sumri.
Borgrstjórin sigur, at Sands kommuna sær ljóst upp á framtíðina og vónar, at Marine Harvest fer at halda fram við royndunum at fáa alingina at bera til á vánni.











