Fiskivinnunýskipan: Andstøðan vil nakað annað

Tað er eitt sindur torført at staðfesta longu nú hvussu fer at ganga við fiskivinnunýskipanini.

 

Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at ein breið semja skal finnast, soleðis at talan ikki verður um eina lóg, ið lættliga kann broytast at komandi samgongum. Skal tað halda, so er neyðugt hjá samgonguni at fáa minst ein stóran andstøðuflokk við.

 

Tað kann verða trupult, tí hvørki Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin hava latið til at leggja somu linju sum Høgni Hoydal.

 

Sambandsflokkurin er tann flokkurin av teim stóru andstøðuflokkunum, sum kann tykast nærri samgonguni. Sambandsflokkurin legði sítt egna uppskot um eina fiskivinnunýskipan fram, sum millum annað innibað eina marknaðargrundaða skipan við kvotum heldur enn fiskidøgum. Munurin millum Sambandsflokkin og samgonguna er tó, at lagt verður upp til langtíðarloyvir við umsetiligum kvotum. Nakað, sum Høgni Hoydal hevur sagt seg vilja sleppa undan.
Bárður á Steig Nielsen hevur eisini sagt, at um nýskipanin hjá Høgna Hoydal ikki ber á mál, so er Sambandsflokkurin klárur at leggja sítt uppskot fram. Tað skal hann hava treytað sær í samráðingunum og fáa játtan til tess frá samgongulimum, eisini um tíðarfreistin er farin at leggja uppskot fram.

 

Fólkaflokkurin hevur ikki egið uppskot fram, men í samrøðu við Sosialinum hevur Jørgen Niclasen fyrr sagt, at uppboðssølur er flokkurin harliga ímóti. Eisini vilja teir varðveita umsetiligheitina inni í skipanini, eins og flokkurin vil halda fast í fiskidagaskipanini.

 

Jógvan Skorheim er afturkomin í tingið og hann hevur ongantíð dult, at hann er ímóti eini uppboðssølu av rættindunum.

 

Miðflokkurin hevur fyrr boða frá, at teir eru ikki longur ein partur av samráðingunum, so teir kunnu roknast frá.

 

Alt í alt, so sær tað út til at gerast torført hjá Høgna Hoydal at fáa eina semju við andstøðuna, uttan so, at partarnir flyta seg. Fyrr hevur tað ljóða, at partarnir hava verið nær, men herfyri søgdu bæði Jørgen Nicalsen og Bárður á Steig Nielsen, at tað dragnaði aftur í samráðingunum.

 

Hvussu verður og ikki, so fer at styttast við tíð nú og skal nøkur semja finnast, so krevst nokk, at báðir partar geva eitt sindur.