Tað eru framvegis fleiri fólk, sum standa føst í bili ímillum bygdir í kavarokinum, sum hevur verið í dag.
Tað hevur verið av ringasta veðri við ógvuliga vánaligum koyrilíkindum og ein avleiðing er tann, at heilt nógvir bilførarar hava rent seg fastar.
Fleiri fólk eru bjargað úr bilum, eitt nú á Velbastaðvegnum, men um Sandavágsháls, og har um vegir, standa framvegis fleiri bilar.
Onkur av teimum standa føst so nær við bygdina, at tey standa beint við vakstrarhúsið í Sandavági.
Landsverk sigur, at onkur hevur sitið fastur í bilinum síðani klokkan 14.30 í dag, ella í samfullar níggju tímar, men so eru tað eisini fleiri onnur, sum hava sitið í fleiri tímar.
Løgreglan sigur frá Landsverki, at teir gevast ikki í nátt fyrrenn tað er koyrandi úr Sørvági til Leynar, so at tey tryggja sær, at øll fólkini verða bjargað úr bilunum.
Løgreglan sigur, at heilt nógv fólk hava ringt í dag og boðað frá, at tey sita føst í bili ímillum bygdir.
Ráðini frá Landsverki eru at verða verandi í bilinum. Fyri tað fyrsta er tað alt annað enn vaandaleyst at fara til gongu í veðri sum hesum. Men standa tómir bilar á vegnum, eru teir til alstóran ampa fyri arbeiði at grava kavan av vegunum, so at tað er koyrandi aftur.
So ráðini eru at tey skulu verða sitandi í bilinum og at seta varman frá og so at brynja seg við toli, sigur løgreglan.
Fyrr í dag mæltu løgregla og Landsverk staðiliga frá allari óneyðugari koyring. Í fyrstu syftu stóðu tey boðini við til klokkan 21 í kvøld, men Løgreglan sigur, at tey standa við í nátt.
Tað er framvegis nógvur vindur og ógvuliga hált, so Løgreglan mælir framvegis fólki frá at fara í bil uttan í neyðsynjarørindum.
– Rena fólk seg føst í bili, skulu tey vænta, at tað gongur rúm tíð at fáa hjálp, tí tað er so nógv at gera, siga tey.
Løgreglan sigur, at tey eisini hava fingið fráboðan um nakrar heilt fáar stormskaðar, har talan er um tekjur, sum hol er komið á.