Nú má samgonguna fáa ferð á arbeiðið at gera eina nýggja eftirlønarskipan. Tað siga tey í Føroya Arbeiðsgevarafelagi í eini almennari áheitan á samgonguna í morgun.
Men samstundis mæla tey staðiliga til, at feløgini á Arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við upp á ráð, áðrenn ein nýggj skipan verður sett í verk.
Í Arbeiðsgevarafelagnum ásanna tey, at tað er avgjørt ein fyrimunur, at arbeiðið er heilt liðugt, og stór politisk undirtøka er fyri eini nýggjari pensjónsskipan, so at talan verður um eina varandi skipan, og ikki eina skipan, sum verður broytt, næstu ferð, ein samgonga tekur við.
Men felagið minnir á, at øll fakfeløgini hava longu sínar egnu skipanir, har ein partur av lønini hjá hvørjum einstøkum løntakara verður spardur saman til eina pensjónsskipan.
– Hetta er ein væl virkandi skipan, sum er úrslit av, at arbeiðsmarknaðurin tók ábyrgdina á seg, langt áðrenn politiska skipanin gjørdi tað. Politiska skipanin eigur at virða hetta og at leggja upp fyri tí, tá ið ein nýggj pensjónasskipan verður gjørd, ljóðar áheitanin frá Arbeiðsgevarafelagnum á samgonguna.
Hinvegin staðfesta tey, at í arbeiðnum, sum higartil er gjørt, hevur ikki verið lagt upp fyri, at løntakarar longu spara saman til sína egnu eftirløn.
Tey siga, at tey hava fingið at vita, at sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu lagast til, menn tey halda, at tað er veruleikafjart.
–Sáttmálarnir eru tilevnaðir seinastu tíggjutals árini í samráðingum ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar. Á privata arbeiðsmarknaðinum er talan um næstan 40 sáttmálar, og sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum er nakað tað sama í tali og tí er tað ikki veruleikakent, bara at tillaga sáttmálarnar.
– Tað eigur at vera tað allarminsta, at lagt verður upp fyri verandi skipanum, tá ið nýggjar verða gjørdar. Serliga tá ið tær hava júst sama grundleggjandi endamál, sum eftirlønarlógin skal hava, siga arbeiðsgevararnir.
Tí siga tey, at skipanin, har hvør sparir saman til sína egnu eftirløn, eigur at vera ein partur av eini nýggjari skipan. Og tí mæla tey eisini staðiliga til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við upp á ráð, tá ið ein nýggj skipan verður gjørd.