Eg veit akkurát hvat úrslitið verður

Henrik Old er klagaður fyri at bróta lógina, men hann er ikki í iva um, hvat niðurstøðan av klaguni verður

– Jógvan Skorheim og Magnus Rasmusen gera akkurát, sum Fólkaflokkurin vil.

 

Tað er Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum ikki eina løtu í iva um.

 

Fólkaflokkurin hevur klagað hann fyri Landsstýrismálanevndini fyri lógarbrot tí at hann ikki hevur strikað bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágartunnilin.

 

Men hóast Landsstýrismálanevndin ongan veg komin at viðgera klaguna enn, ivast Henrik Old ikki í, hvat úrslitið verður.

 

Nú ein dagin, løgtingið viðgjørdi bummgjaldið, læt Henrik Old ongan iva verður um, at hann hevur púra onki álit á Landssýrismálanevndini, sum er mannað við Jógvan Skorheim, sum er formaður og Magnusi Rasmussen, sum er næstformaður. Teir báðir eru í andstøðu í Løgtinginum, og triði nevndarlimurin er Annita á Fríðriksmørk, sum er í samgongu.

 

Og Henrik Old ivast ikki í, at meirilutin í nevndini, Jógvan Skorheim og Magnus Rasmusen fara ikki at taka eina fakliga avgerð, men eina politiska avgerð, og sostatt fara teir at geva Fólkaflokkinum viðhald í kæruni.

 

Sjálvandi fara Jógvan Skorheim og Magnus Rasmusen at gera akkurát sum Fólkaflokkurin vil, og tí er ongin ivi um, hvat úrslitið av kæruni verður, tá ið tað eina ferð kemur, sigur hann.

 

Hann sipar til niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini í kæruni frá Miðflokkinum ímóti løgmanni. Har fekk Miðflokkurin viðhald frá teimum báðum, men tann avgerðin var fyri hørðum atfinningum, tí nógv mettu, at hon var politisk.

 

 

Les eisini: Meirilutin: Løgmaður eigur at rætta mistakið

 

 

Og Henrik Old ivast ikki í, at søgan verður tann sama hesa ferð, og at Landsstýrismálanevndin aftur fer at taka eina politiska avgerð og ikki eina fakliga avgerð.

 

Jørgen Niclasen heldur, at tað er ræðandi, at Henrik Old longu skal vita um niðurstøðuna áðrenn hon er gjørd, og Jákup Mikkelsen heldur, at Henrik Old átti at fingið eina átalu fyri at leggja Landsstýrismálanevndina undir at renna ørindi fyri ein ávísan flokk.

 

– Eg eri fullkomiliga líkaglaður við, at fólkafloksmenn siga, tí eg ætli mær at siga tað, eg havi hug til eftir reglunum í tingskipani, kvittaði Henrik Old.