Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, heitir nú á Magn um at leggja ítøkilgar ætlanir fram, heldur enn bara at tosa í rakstrarrópum.
- Ein endurtøka av rakstrarrópinum um “liberalisering av elmarknaðinum” er ikki nøktandi. Magn og Finn eiga at leggja alment fram, hvussu elmarknaðurin ítøkiliga kann liberaliserast, samstundis sum elprísurin ikki hækkar, og grøna kósin verður hildin, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Les eisini Magn vil hjálpa til á grøna økinum
Hann vil fegin hava Magn at greiða nærri frá, hvussu teir ætla sær at vera við at bjóða grøna orku til føroyska brúkaran.
- Treytirnar í einum slíkum uppskoti eru sjálvandi, at elprísurin ikki hækkar, samstundis sum grønar útbyggingar eisini fara fram. Harumframt eru veitingatrygd, veitingarskylda og ein skynsamur búskapur eisini sjálvsagdar fortreytir í einum slíkum uppskoti, sum skal raka beint inn í orkuskiftið í Føroyum, sigur Hákun Djurhuus.
Hákun Djurhuus sigur, at sum er er tað eingin, hvørki SEV, landsmyndugleikar ella kommunur, sum siga, at onnur feløg ikki skulu sleppa upp í part.
- Magn og Finn hava høvið at bjóða, tá vindorka verður boðin út, og skulu fleiri stig takast, so noyðast Magn og Finn eisini at bróta upp um armar, um teir ætla at flyta elmarknaðin onkran veg, sum gagnar okkum øll – og ikki bara handilsligum endamálum, sigur hann.
Stjórin í SEV roynir áhaldandi at vísa á, at SEV hevur almenn atlit at taka í mun til handilsligu endamálini hjá privatum feløgum.
- Vit meta ikki, at elprísurin eigur at lækka í góðum tíðum, tí tað er nú, vit kunnu leggja til síðis í okkara felags kassa til framtíðar grønar útbyggingar. Og hetta er ikki í samsvari við endamálið hjá teimum privatu, sigur hann.
- SEV stevnir framhaldandi trygt ímóti grøna málinum fyri at gagna øllum Føroya landi, og vónin er, at onnur eisini vilja samfelagsins besta í hesum málinum, tí her nyttar ikki bara at sæta sær sjálvum. Her koma vit longst við at lyfta í felag, sigur Hákun Djurhuus.