toskamagum, er smærri toskafiskur at finna í einum maga. Men, um vit rokna upp á hetta, er talan um rímiliga stórar nøgdir tilsamans yvir eitt ár, leggur Petur Steingrund aftrat. Spurdur, um fiskifrøðingurin [...] ikki, at tað er so galið – ikki enn í hvussu er. Tað eru góðir árgangir inni, og so er spurningurin, hvussu langt hesir fara at røkka. - Eg haldi heldur ikki, at hóttafall er á toskinum beint nú, men vit vita [...] tvey fylgjandi ár, men tað er, tá talan verður um fleiri fylgjandi ár, at hetta gongur út yvir fiskastovnarnar. Gróðurin í ár var um miðal, men hann kom ikki fyrr enn í seinnu hálvu av juni og toppaði í juli
bræv um, at hjá teimum kann ikki gerast reint næstu tveir mánaðirnar orsakað av pengamangli. Um formaður Javnaðarfloksins ikki ger greitt, hvør floksins støða er til hesa ódámligu oddagrein, so er tvingandi [...] verður um, at samansetingin av ting- og landsstýrisfólki verður avgjørd eftir lægsta felagsnevnara sum, at tey við lægstu lønum einki hava at gera á tingi og í landsstýri. Hetta orðaval er sera langt úti [...] hevði verið at fingið at vita, nær skattgjaldarin hevur verið eftirspurdur um hesar stjóralønir. Men tað allar grovasta í greinini er, tá sagt verður: »Samsýningin verður, sum man virðir tað arbeiði, ið gjørt
Tað er ein spurningur, sum enn er ósvaraður. ? Í Føroyum er tað ein metingarspurningur í hvørjum einstøkum føri, nær í dálkingin er nóg umfatandi til, at tað er neyðugt at boða frá. Spurningurin er, hvør [...] verður um, at summar bygdir hava nógva strond. Men OSR hevur nú gjørt eina meting av, hvussu stórur tørvurin er og hon verður løgd fyri myndugleikarnar. Annars hevur OSR sáttmála við oljufeløgini um eina [...] dálking upp av sjónum, er ikki bara eitt arbeiði,tú kanst verða skitin av.Talan kann eisini verða um evni, sum eru beinleiðis heilsuskaðilig. Tað er ein orsøk afturat til, at tað er so neyðugt at tey, sum
stovnunum ikki tróta. Tað, sum veruliga er nýtt, er, at ein partur av pressuni er farin undir eina miðvísa herferð, sum tykist at hava til endamáls at sáa iva um læknafakligu førleikarnar á Landssjúkrahúsinum [...] játtan ikki hevur rokkið. Tá so hevur verið, er oftast tikið til tey vanlukku ráð at skerja virksemið, ein loysn, sum elvir til stórar trupulleikar á stovninum. Tað er dýrt at reka eitt nútímans sjúkrahúsverk [...] upprunaliga varð skaptur til eitt oyggjasamfelag við einum heilt øðrvísi undirstøðukervi, er ikki løgið, at raksturin er tungur. Í staðin fyri at taka allan sjúkrahúsbygnaðin upp til seriøsa viðgerð, verður
myndina hjá Helga Abrahamsen. Tað er enn einaferð gamla burturfrágreiðingin, ið fær okkum at taka eyguni av bóltinum. Hvat ella hvør er so bólturin? Jú, tað er tað vit hava tosa um: órættvísa skattabýti. Og hvør [...] serstakliga sitandi samgonga, sjálvsagt. Men hvat sigur Helgi, tá tað snýr seg um skatt og landskassan? Jú, hann tosar, sum um tað ikki er hansara ábyrgd at gera nakað við hetta; hann sigur: »Spennandi verður at [...] Men so kemur ein frágreiðing um hvussu tað ikki loysir seg at vera arbeiðssamur, har Helgi kemur við einum dømi um ein persón, ið tjenar 250.000 kr og ein, ið arbeiðir meira, sum so tjenar 300.000 kr.
geri eg. Nú eru bara tvær eftiri. Eg fekk tíggju frá ommu míni, so best er at geva lítlu ta einu nú, áðrenn ongin er eftir. Ein nál er nokk til mín. Eg seymi og stoppi ikki so nógv longur, nú so sterkt [...] ommudóttrini ein pakka við nálum. Tað er gott hjá eini gentu at eiga sær nakrar nálir. Nei, nú eri eg býtt, tað er eitt sindur tíðliga, tá hon bara er 4 dagar gomul. Men nú veit eg, eg gevi henni aðra nálina [...] frá tí fittu, gomlu konuni. Tá nálin fór at hugsa um konuna, mundi hon farið at grátið. Hon gloymdi alt um, hvussu ill hon hevði verið inn á hana. Nú mintist hon bara tað góða, konan hevði gjørt. Hon fyrigav
endiliga at fáa bóltin inn um René Tórgarð. Vassaðu í møguleikum Nú kundi ein vænta eitt øgiligt trýst frá HB-liðnum, men áðrenn hetta veruliga kom í gongd, tók Hans Pauli sær aftur um reiggj. Hann hevði verið [...] komið afturút 0-3 eftir bert 20 minuttum, góvu teir ikki skarvin yvir kortini, og tá lítil hálvur tími var farin, vóru teir nær við at minka um munin, men ein fantastisk refleksbjarging frá René Tórgarð forðaði [...] risamøguleika, men mitt fyri málinum sendi hann eitt innlegg frá innskifta Potemkin yvir HB-málið. Og tá tíðin var um at renna út, mátti John Heri Dam berast av vølli við einum snuddi, men hann kom tó inn
sannførir um, at tað er trygdin og trivnaðurin hjá øllum føroyingum, sum liggur monnum fremst í huga. Hugsan minnilutans er, at djúptgangandi hugburðsbroyting krevst hjá samráðandi landsstýrismonnum, um hesir [...] at kunna føra samráðingar um broytingar í framtíðar ríkisrættarligu støðu landsins. Uppgávan hjá andstøðupolitikarunum er m.a. at fylgja við arbeiði teirra, royna at bøta um hetta við samráðingum og fremjan [...] hevur fingið um, hví hetta týdningarmikla økið ikki er við í uppritinum, hava als ikki verið nøktandi. Nógv bendir á, at hetta skyldast ósemju innanhýsis millum landsstýrisflokkarnar, og er hetta ein veikleiki
Nógv bendir á at Fíggjarmálastýrið er farið eina tonn ov langt í royndunum at fáa peningin til nýggju Barsilsskipanina kravdan inn so skjótt og lætt sum møguligt. Í royndini at fáa arbeiðsgevarar at geva [...] upphæddin er nógv høgri enn hægst loyvda rykkjaragjald. Sjáldsamur háttur Barsilsskipanin, sum Vinnumálastýrið hevur evnað til, verður umsitin av ALS og liggur soleiðis undir Vinnumálastýrinum nú hon er komin [...] hann í næstum at biða fíggjarmálaráðharran um eina frágreiðing. ? Eg haldi at tað er spell at man hevur eina innkrevjingarskipan, sum kann vekja óvilja. Tað er eingin orsøk til at gera skipanir so kantutar
oyndfirðingur, og tað er mín ættarsøga, hon skrivar, men her er talan um eitt megnarverk, sum fær lýtini at hvørva sum kavaflikrur á feburpíndari pannu. Og hví øll henda hálovanin um eina bók um eina lítla bygd [...] at eg havi havt ilt við at mett um talan var um eitt dygdarverk ella ikki. Í hesum førinum dugi eg lektiina. Oyndarfjarðar søga, í hvussu er frá 1870 og frameftir, er trúttað niður í meg, síðan eg var [...] skriviarbeiðið er úrslitið av einum lívslongum kanningararbeiði og nú hava vit tað svart upp á hvítt á 369 síðum í eini snotiligari bók frá Føroyaprent. Eg havi havt áhuga fyri bókum so langt aftur eg kann