Oljudálking
Áki Bertholdsen
? Tekur ein oljudálking seg upp, eru vit ein lítil brikkur í eini tilbúgving.
? Men hóast vit eru smáir, eru vit við.
Pauli Einarsson, stjóri í OSR, er hampiliga væl nøgdur við tær fyrireikingar, sum verða gjørdar fyri at sleppa okkum sum frægast undan eini oljudálking, skuldi eitt óhapp av onkrum slagi hent.
Pauli Einarsson hevur seinasta hálvtannað árið havt fyritøkuna OSR. Stavirnir OSR, standa fyri Oil Spill Response.
Hetta er einasta fyritøka av hesum slagi á privatum hondum í Føroyum, men hon hevur samstarv við feløg í Skotlandi, Onglandi og í Noregi, sum hava við olju- og umhvørvisdálking at gera.
Síðani OSR varð stovnað, hevur felagið útvegað sær útgerð til keyps og til leigu at basa oljudálking við fyri nakrar milliónur krónur.
Men Pauli Einarsson leggur dent á, at hóast vit hava eitt sindur av útgerð, eru vit illa fyri,tí tað er nógv útgerð, vit ikki hava.
? Fyri at nevna eitt dømi: Hvat gera vit, rekur ein oljublettur á land á sandin á Sandi. Tað er ongin útgerð í landinum í dag, sum kann brúkast í slíkum føri, uttan at royna sum frægast at fylla sand í sekkir at forða fyri dálkingini.
Samanumtikið heldur hann, at besta loysnin hevði verið eitt fingið eitt umhvørvisskip við ymsari útgerð umborð.
Gera tilbúgving
Annars fegnast Pauli Einarsson um tað arbeiði, sum verður gjørt við at gera eina tilbúgvingarætlan.
Fyrsta stigið í eini slíkari ætlan er at gera ein tilkallingarætlan. Næsta stigið er at gera eina aktiónsætlan.
Alt hetta hevur til endamáls at fáa greiðar mannagongdir fyri, hvussu boðast skal frá, tá ið eitt óhapp hendir, sum førir oljudálking við sær- hvør skal boða hvørjum frá og hvør skal gera hvat, tá ið ein dálking skal basast.
Hetta er eitt arbeiði, sum myndugleikarnir standa fyri, men tað er greitt, at virkið hjá Paula Einarsson verður ein partur í hesi ætlan.
Umframt at hava útvegað sær útgerð, kann OSR eisini átaka sær at skipa fyri skeiðum og venjing í, at brúka slíka útgerð og í at basa oljudálking.
? Einir 30 mans kring landið hava verið á skeiði, men málið hjá okkum er at læra einar 100 mans at fáast við hetta slagi av útgerð og hetta slagið av arbeiði, í hvussu so er á grundstøði.
Tekur ein oljudálking seg upp, kann OSR átaka sær uppgávuna at útvega útgerð og fólk til at basa dálkingini.
Men tað er týdningarmikið at hava staðkent fólk við um alt landið, sum kenna veður- og streymviðurskifti á teimum ávísu støðunum, tí tað hevur avbera stóran týdning.
?Eitt dømi er, at rekur tað harðari enn 1,6 míl, ber ikki til at leggja sperringar út. Í slíkum føri er tað avgerðandi at vita, hvar streymurin linkar, so at dálkingin kann leiðast hagar og tí er neyðugt við staðkendum fólki og tað stermba vit eftir at fáa kring alt landið.
? Enn er tað einasta, vit hava at halda okkum til, eitt kort sum er gjørt yvir serliga viðkvom øki. Har eru eitt nú alibrúk merkt upp, tí rekur ein oljublettur á eitt alibrúk, kann tað gera stóran skaða.
Annars sigur lógin, at hvør kommuna skal hava eina tilbúgving, men tað tekur tíð at byggja tað upp.
Tó er ongastaðni tilskilað heilt greitt, hvussu tað skal gerast!
OSR kann átaka sær at gera eina tilbúgvingarætlan og til at seta hana í verk.
Ein spurningur í hesum sambandi er í hvønn mun, hvussu ávís øki, ella oyggjar, kunnu samstarva, tí tað verður ógvuliga dýrt, skal hvør bygd gera sína tilbúgvingarætlan, serliga tá ið hugsað verður um, at summar bygdir hava nógva strond.
Men OSR hevur nú gjørt eina meting av, hvussu stórur tørvurin er og hon verður løgd fyri myndugleikarnar.
Annars hevur OSR sáttmála við oljufeløgini um eina tilbúgving, tá ið tey bora í føroyskum øki. Men OSR hevur eisini bundið seg til at læra tey, sum arbeiða á skipum á feltinum, at brúka ymsa útgerð, í tann mun tað er neyðugt.
? Tað er ógvuliga umráðandi at hava eina greiða tilbúgving, so at boð koma skjótt fram á rætta stað. Tað eru nógv dømi um tað øvugta og har avleiðingin hevur verið, at ruddingararbeiðið, sum átti at kosta 10.000 krónur, kostar 80.000-100.000 krónur ístaðin.
? Men at taka dálking upp av sjónum, er ikki bara eitt arbeiði,tú kanst verða skitin av.Talan kann eisini verða um evni, sum eru beinleiðis heilsuskaðilig. Tað er ein orsøk afturat til, at tað er so neyðugt at tey, sum skulu basa dálking, fáa skeið, so tey vita, hvat tey hava við at gera.
Pauli Einarsson leggur afturat, at av tí at OSR samstarvar við útlendsk feløg, stendur felagið eisini á einum lista til at verða til taks at hjálpa til, tekur ein dálking seg upp onkra aðrastaðni í verðini og menn, sum hava verið á skeiði hjá OSR, eru somuleiðis á hesum listanum.
Fyribils hevur OSR tikið upp eftir fimm ella seks óhapp her á landi, har olja er likin á sjógv. Í hesum førunum hevur talan verið um dálking, har hundrað litrar, upp í fýra tons av olju eru farin á sjógv.
Men harafturat hevur felagið levera ymsa útgerð til onnur støð í Føroyum, sum vilja vera fyrireikað.
Eiga at seta okkum hægri mál
Higartil eru vit spard fyri nakrari beinleiðis vanlukku. Men tað merkir ikki, at ongin oljudálking er í Føroyum.
?Ein uppgerð hjá Lloyds í London vísir nevniliga eitt sindur óvæntað, at bert eini 12% av allari oljudálking stava frá tangaskipum. Tilsamans leka eini 384.000 tons av ólju á sjógv av tangaskipum um árið.
Hinvegin stendur ídnaðurin á landi fyri 37% av dálkingini, tí ídnaðurin letur 1.184.000 tons av olju út í natúruna um árið. Næststørsti syndarin eru vanlig fiski- og farmaskip, sum sleppa 1.056.000 tons av olju á sjógv um árið, tað eru 33% av allari oljudálking.
Hinvegin kunnu oljufeløg, sum leita eftir olju og framleiða hana, bert skuldsetast fyri 2% av allari oljudálking, tí tey lata ikki meiri enn 64.000 tons av olju út í natúruna. Natúrligir lekar eru 7% av oljudálkingini, 224.000 tons og tað, sum guvar upp í lofthavið frá natúrligum lekum og av mannaávum, er 288.000 tons, ella 9% av oljudálkingini. Tilsamans fara eini 3.200.000 tons av olju út i nátúruna um árið.
Pauli Einarsson metir, at ein líknandi uppgerð yvir føroyskt øki burturav, hevði sæð eitt sindur øðrvísi út.
?Dálking frá skipum hevði helst verið eitt sindur størri í prosentum og dálkingin frá ídnaði á landi hevði helst verið eitt sindur minni.
Annars heldur PauliE inarsson, at vit hava brúk fyri at viðgera, hvussu nógva oljudálking, vit eru til reiðar at góðtaka.
?Hvussu nógv skal til, áðrenn vit ómaka okkum at taka hana uppaftur? Ein litur? Fimm litrar? Ella eitt tons? Tað er ein spurningur, sum enn er ósvaraður.
? Í Føroyum er tað ein metingarspurningur í hvørjum einstøkum føri, nær í dálkingin er nóg umfatandi til, at tað er neyðugt at boða frá.
Spurningurin er, hvør skal meta? Og tann sum metir, hvat hugsar hann mest um, umhvørvið ella peningapungin?
Hann sigur, at í Danmark eru tey júst í ferð við at skerpa reglarnar á hesum øki.
? Í Danmark hevur ráðharrin, sum situr við málinum, boðað frá, at øll oljudálking, hvussu lítil hon so enn er, skal takast uppaftur. Hann setur ikki mark á longur fyri, hvussu nógvir litrar, talan skal vera um.
Pauli Einarsson heldur, at eisini føroyingar eiga at fara tann vegin.
? Tann dagur eigur ikki at vera langt burtur, tá ið Eyðun Elttør staðfestir, at vit skulu ikki dálka yvirhøvur og at ongin olja skal á sjógv.
?Vit eiga at seta okkum hægri mát tann vegin, tí tað er nógv, sum dálkar. Tað er ikki bara bátar, sum bunkra yvir, ella tað, sum kemur úr einum maskinrúmi. Tað liggur so nógv annað í botninum á einum báti, bæði feitt og annað, sum verður tømt á sjógv og hugsað vit um umhvørvi, haldi eg ikki, at vit eiga at góðtaka slíkt.
Og fyri at fara heilt niður í smálutir, er OSR tískil eisini farin at selja kjølsvín fyri slakar hálvtannaðhundrað krónur til at leggja í kjølin á smábátum. Kjølsvínið sýgur oljuna í seg, sum legst í kjølin ímeðan vatnið liggur eftir, so at bara vatn fer á sjógv, tá ið bátarnir lensa.
MYNDATEKSTUR. PAULI EINARSSON
Pauli Einarsson á lítlu skrivstovuni hjá OSR á Tvøroyri. Hann heldur, at vit eiga ikki at góðtaka dálking yvirhøvur og at lógin tískil eigur gerast strangari. Hann sigur, at vanlig fiski- og farmaskip eru tey, sum dálka mest, saman við vanligum ídnaði á landi. Hinvegin dálkar oljuvinnan sjálv lítið afturímóti tí.