Jústinus Leivsson Eidesgaard
?????????
Freydis Poulsen, lærarinna, ættað úr Oyndarfirði, hevur seinsta árið skriva brot úr Oyndarfjarðar søgu, skriviarbeiðið er úrslitið av einum lívslongum kanningararbeiði og nú hava vit tað svart upp á hvítt á 369 síðum í eini snotiligari bók frá Føroyaprent.
Eg havi havt áhuga fyri bókum so langt aftur eg kann minnast, og hóast tað stríðir móti øllum vanligum forrætningsmorali mitt í hesi bókasølu tíð, har kappingin er knallhørð, og eg sjálvur sum rithøvundur eri mitt í hesi kapping, so má eg siga, at hetta er ein tann størsta bókauppliving eg havi havt í lívinum. Okey, eg eri kanska ógegnigur so tað brakar eftir í, tí eg eri sjálvur oyndfirðingur, og tað er mín ættarsøga, hon skrivar, men her er talan um eitt megnarverk, sum fær lýtini at hvørva sum kavaflikrur á feburpíndari pannu.
Og hví øll henda hálovanin um eina bók um eina lítla bygd, kloynd millum fjøll og plágað av høgætt hesa ársinstíðina. Tí í hesum førinum eri eg førur fyri at úttala meg. Eg havi fyrr umrøtt staðbundnar siðsøguliga bøkur, men har hevur vitanin verið so tunn, at eg havi havt ilt við at mett um talan var um eitt dygdarverk ella ikki. Í hesum førinum dugi eg lektiina. Oyndarfjarðar søga, í hvussu er frá 1870 og frameftir, er trúttað niður í meg, síðan eg var stórur smádrongur, ella trúttað er skeivt orð, eg havi havt áhuga fyri hesi søgu, havi lurtað og nú kemur Freydis, og skrivar øll hesi nøvnini niður svart upp á hvítt. Hon ruddar og skipar, soleiðis at nú endiliga dagar rætti samanhangurin fram og eg farið at skilja mína ættarsøgu nógvar ferðir betri. Eg eri partur av eini stórari familju, sum er vaksin í øldir av fólkum úr Oyndarfirði og øðrum, sum eru komin í bygdina og hava sett seg niður har. Her er samanhangurin, tað er ein takksamur maður sum her skrivar.
Eg veit at eg eri skúlamaður, heiðriksstovumaður, tartamaður, hoygarðshúsmaður, hálvmørksmaður, garðhornsmaður, breytnamaður og stórustovumaður og at eg allarhelst eri í ætt við allar ordiliga oyndfirðingar. Men hvussu hongur alt hetta saman. Bókin hjá Freydis gevur mær svarið, og nú nýtist mær slett ikki at minnast so nógv longur, tí nú er bara at blaða í bókini.
Eg veit, at fólk sita norðuri í Oyndarfirði í dag og hava akkurát somu kenslu og vit útisetaoyndfirðingar. Vit fáa ein samanhang av bókini hjá Freydis og tá er málið nátt við eini bygdasøgu.
Fyrstu tvær næturnar aftan á útgávuna gekk klokkan til fimm á nátt, áðrenn eg legði meg, og tá ið eg hevði lagt meg, so dagaðu øll hesi fólkini fram. Sóu tey veruliga soleiðis út. Onkuntíð var eg eitt sindur vónbrotin. Eg hevði hugsað mær onkran eitt sindur ørvísi. Hevði gjørt mær ein mynd inni í heilanum av fólki, sum eg hevði hoyrt um, men ongantíð sæð mynd av.
Tað var við bivandi hjarta at eg læt bókina upp. Eg visti, at her fóru at vera myndaligar avdúkingar, sum fóru at skaka mína sjálvgjørdu mynd av míni ættarsøgu. Eg fekk rætt beinanvegin. Heini í Stovuni doyði nakað fyri eg var føddur. Hann varð kallaður Stóraskegg. Eg hevði hugsað mær eitt skegg sum segði spar tvey til alt og rakk minst niður um rørarnar. Og so síggi eg myndina og skeggið røkkur illa nokk niður á bringuna. Eg gjørdist eisini bilsin tann rætta vegin. Langomma í Hálvmørk, Oluffa, tað var tann fína úr Havn, sum tosaði havnamál elligomul, hóast hon kom blaðung til Oyndarfjarðar at búgva, hon er nógv penari á brúðarmyndini í bókini, enn eg minnist hana sum smádrongur elligomul. Onkur av mínum sjálvgjørdu myndum helt stikk. Petur við Lið, sum eg slett ikki minnist og heldur ikki havi sæð mynd av, men bert hoyrt um, hann sá akkurát út sum eg hevði hugsað mær. Hann hevði eg kent aftur hinumegin.
Freydis hevur ikki bara skrivað eina ættarsøgu. Ættarsøgan er kryddað við hópin av smærri søgu úr bygdini, og hesar søgur eru nógv verdar, tí tær fara skjótt í gloymibókina. Fleiri av søgunum havi eg hoyrt, men upp aftur fleiri visti eg einki um. Søgurnar fella náttúrliga inn í alt navnatilfarið, og eg siti við eini kenslu av, at tað er í evstu løtu, at Freydis hevur veitt hesar søgur.
Aftur til myndirnar. Gomlu húsini á Grundlendi, sum vóru niðurtikin beint framman fyri har minnið mítt røkkur, havi eg bara sæð eina mynd av og hon er tikin oman eftir túni. Freydis gevur mær ein heilt aðra mynd. Tað er ein mynd niðan eftir túni og hon svara munadi betri til mína sjálvgjørdu mynd av einum rættiligum bóndahúsum. Og hendan myndin sýnir eisini, at húsini vóru ikki í so ringum standi at neyðugt var at taka tey niður. Orsøkin er heldur, at eigarin helt, at tíðin var farin frá slíkum gomlum húsum, og tí bygdi hann nýtt og nú eru hesi nýggju húsini eisini niðurtikin og barnagarður er komin á grundina, og júst soleiðis gongur tað fyri seg har fólk búleikast og mennast.
Mín sjálvgjørda mynd av heimbygdini fyri mína tið er broytt. Eitt kort yvir Oyndarfjørð frá 1801 sýnir at tey húsini sum eg helt vera gomul, eru nýggj í søguligari merking og at bygdin bara var so evarska lítið, skrúva vit tíðina 200 ár aftur. Hon er lítil enn, men nógv størri enn tá.
Freydis hevur gjørt eitt megnarverk, sum eisini hevur áhuga hjá fólki við ættarbondum til Oyndarfjarðar og hendan bókin er ein partur av bókasavninum hjá ættargranskarum. Lýtini hvørja sum kavaflykra á feburpíndari pannu. Eitt má eg tó nevna fyri at verja borg. Eg verið lagdur undir at eiga sonin Fría við einari kvinnu, sum eitur Marita í bókini. Hetta kenni eg einki til, og her nokti eg blankt faðirskapin ella paternitetin. Mamma Fría eitur Meiken.
Úr Oyndarfjarðar Søgu er ein siðsøguligur varði, sum framtíðin kann leggja aðrar steinar oman á.