Seinnu árini hevur Havstovan víst á, at nógv hýsa - í ymiskum støddum - er á landgrunninum og á Føroyabanka, og tað hevur eisini víst seg, at væl av hýsu hevur verið at fingið. Men, tá Magnus Heinason nú var úti og gjørdi heyst yvirlitstrolingarnar, gjørdist Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sum var toktleiðari á túrinum, eitt sindur bilsin.
- Tað var faktiskt minni at fáa av hýsu í heyst enn í fjør heyst, og tað helt eg vera eitt sindur løgið. Eg hevði væntað út frá øllum sólarmerkjum, vit hava sæð, at vit í minsta lagi fóru at fáa tað sama í ár sum í fjør.
Fiskifrøðingurin vísir á, at vit hava havt ein árgang av umleið tvey ára gamlari hýsu, sum hevur verið mettur til 100 miljónir fiskar. - Men, árgangir kunnu eisini niðurskrivast, soleiðis at ein slíkur stovnur, sum vísir seg at vera so stórur í eitt ár, seinni kann metast til 70.000 fiskar.
Regluligu magakanningarnar, sum Havstovan gjørdi í heyst, vístu, at ógvuliga lítið var av nebbasild og krabbadýrum á botni, og í tráð við hetta vóru bæði toskur og hýsa sera rak.
- Toskur av miðalstødd á vanligari línuleið var nærum líka rak í heyst sum í 2003, sum annars var tað vánaligasta árið til føði síðan mátingarnar byrjaðu í 1996, sigur fiskifrøðingurin, sum heldur, at lítla føðin í havinum eisini kann vera ein orsøk til góða fiskiskapin við línu eftir toski, tí toskur eftur agn, tá náttúrliga føðin svíkur.
Petur Steingrund vísir á, at um fiskurin var betri fyri, hevði myndin, sum yvirlitstrolingarnar hesaferð góvu, eisini verið væl øðrvísi. Um heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo - eru talvur og tøl, sum vísa, hvussu nógv nøgdirnar eru minni av tí, at fiskurin vigar ov lítið.
- Vit kunnu siga tað soleiðis, at hevði vektin á hvørjum toski sær verið tað, sum er vanligt um hesa tíðina, høvdu nøgdirnar í ár eisini nærkast nøgdunum í fjør.
Fiskifrøðingurin sigur, at føðin hjá hýsu mest er ormar, smá krabbadýr og annað úr sandinum, og hýsa etur eisini nebbasild, tá nógv nebbasild er. - Toskurin etur nebbasild inni á grunninum, og hann etur eisini størri krabbadýr. Úti á etur toskur hvítingsbróður, og enn longri úti etur hann svartkjaft.
Sagt verður eisini um toskin, at hann er kanibalur. Tað merkir, at hann eisini etir egið avkom, men hetta er sum skilst ikki tað vanliga, tá hugt verður eftir magakanningunum.
- Eg haldi, vit plaga at siga, at av 60 ella 70 kannaðum toskamagum, er smærri toskafiskur at finna í einum maga. Men, um vit rokna upp á hetta, er talan um rímiliga stórar nøgdir tilsamans yvir eitt ár, leggur Petur Steingrund aftrat.
Spurdur, um fiskifrøðingurin heldur, at hýsan á landgrunninum stendur fyri hóttafalli, heldur hann ikki, at tað er so galið – ikki enn í hvussu er. Tað eru góðir árgangir inni, og so er spurningurin, hvussu langt hesir fara at røkka. - Eg haldi heldur ikki, at hóttafall er á toskinum beint nú, men vit vita ikki, hvat verður um tvey ella trý ár.
Petur Steingrund heldur ikki, at fiskurin fer at doyggja í raki, tó at lítil føði er á landgrunninum í løtuni.
##med2##
- Vit kunnu rokna við, at alt kemur upp á pláss, sum heystið og veturin ganga, og so er spurningurin, hvussu verður við gróðrinum og nebbasildini næsta ár, sigur fiskifrøðingurin sum vísir á, at tað ikki er óvanligt, at lítið er av nebbasild í eitt ella tvey fylgjandi ár, men tað er, tá talan verður um fleiri fylgjandi ár, at hetta gongur út yvir fiskastovnarnar.
Gróðurin í ár var um miðal, men hann kom ikki fyrr enn í seinnu hálvu av juni og toppaði í juli. - Tað vísir seg at vera betur fyri fiskastovnarnar, tá høvuðsgróðurin er tíðliga í mai, og tá fáa fiskalarvurnar eisini - alt annað líka - eina betri byrjan, sigur Petur Steingrund.