Ódámlig innkrevjing

Hvørja ferð ein arbeiðsgevari skal gjalda til nýggju Barsilsskipanina skal hann gjalda hundrað krónur í sokallaðum ?avgreiðslugjaldi?. Og verður rokningin ikki goldin innan sjey dagar, fer upphæddin beinleiðis til pantingar. Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, kallar innkrevjingarskipanina ódámliga

 

Nógv bendir á at Fíggjarmálastýrið er farið eina tonn ov langt í royndunum at fáa peningin til nýggju Barsilsskipanina kravdan inn so skjótt og lætt sum møguligt.

Í royndini at fáa arbeiðsgevarar at geva Toll- og Skattstovu Føroya fultrú at taka peningin beinleiðis av kontoini, og soleiðis sleppa undan at krevja peningin inn við rokning, hevur Fíggjarmálastýrið í kunngerð ásett, at rokning fyri gjald til Barsilsskipanina skal rindast innan 7 dagar eftir at Toll- og Skattstovan hevur sent rokningina. Harafturat hevur Toll- og Skattstovan álagt arbeiðsgevarunum at gjalda 100 krónur fyri tað, sum kallað verður ?avgreiðslugjald?.


Avgreiðslugjald fyri 1 krónu

Ein arbeiðsgevari, sum hevur sett seg í samband við Sosialin, hevur goldið 400 krónur i løn í farna mánaði. Av hesum skal hann rinda 0,25 prosent til nýggju Barsilsskipanina. Hetta er samanlagt 1 króna í umtalaða føri.

Hesa krónuna hevur arbeiðsgevarin fingið rokning fyri, men rokningin ljóðar uppá 101,00 krónur. Orsøkin er, at omaná ta einu krónuna, sum arbeiðsgevarin skal gjalda til Barsilsskipanina, skal hann gjalda 100 krónur í avgreiðslugjaldi. Í rokningini verður gjørt vart við, at upphæddin skal gjaldast innan sjey dagar ? annars verður upphæddin innheintað við panting, stendur í rokningini.

? Hatta er láturligt. Høvdu hasar 100 krónurnar farið í Barsilsskipanina, so hevði eg einki havt ímóti tí. Men eg havi nógv ímóti at 1 króna fer í Barsilsskipanina og 100 krónur fara i landskassan, sigur arbeiðsgevarin, sum skuldi gjalda rokningina í seinasta lagi í gjár.

? Eg skilji ikki at Toll og Skatt hevur loyvi at krevja so nógv í avgreiðslugjaldi, tí upphæddin er nógv høgri enn hægst loyvda rykkjaragjald.


Sjáldsamur háttur

Barsilsskipanin, sum Vinnumálastýrið hevur evnað til, verður umsitin av ALS og liggur soleiðis undir Vinnumálastýrinum nú hon er komin í gildi. Men sjálv innkrevjingin av peningi til skipanina liggur hjá Toll- og Skattstovuni og harvið undir Fíggjarmálastýrinum.

Vinnumálastýrið hevur tískil einki havt við innkrevjingarskipanina at gera. Og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er alt annað enn glaður fyri innkrevjingarháttin.

? Tað virkar sera órímiligt at geva fólki bara sjey daga gjaldsfreist. Tað er sera stutt. Og at seta eitt avgreiðslugjald á 100 krónur á hvørja rokning, dugi eg ikki at skilja, sigur Bjarni Djurholm. Hann sær hetta sum eitt tekin um at Fíggjarmálastýrið møguliga roynir at trýsta arbeiðsgevararnar at geva Toll- og Skattstovuni fultrú at taka peningin beinleiðis av kontoini hjá arbeiðsgevaranum.

? Hasin innkrevjingarhátturin tykist mær sjáldsamur og hoyrir eftir mínum tykki einum heilt øðrum samfelagsformi til. Tað eigur at vera valið hjá arbeiðsgevaranum um hesin vil gjalda rokningarnar sjálvur ella geva landinum fultrú at taka peningin beinleiðis av kontoini. Og tú eigur ikki at gera treytirnar soleiðis at arbeiðsgevarin í roynd og veru ikki hevur nakað val. Eg haldi at man hevur gjørt skipanina sera ósmidliga og ódámliga mótvegis teimum, sum skulu gjalda inn, og eg skilji ikki at man hevur valt hendan leistin.


Fíggjarmálaráðharrin skal svara

Bjarni Djurholm ætlar ikki at lata sær lynda, at innkrevjingarskipanin kastar ringt ljós á Barsilsskipanina, og tí fer hann í næstum at biða fíggjarmálaráðharran um eina frágreiðing.

? Eg haldi at tað er spell at man hevur eina innkrevjingarskipan, sum kann vekja óvilja. Tað er eingin orsøk til at gera skipanir so kantutar at fólk illneitast á hana. Sjálv Barsilsskipanin annars loysir upp fyri nógvum møguleikum, og eg havi ta fatan, at arbeiðsgevararnir hava tikið væl ímóti henni. Tað er tískil sera óheppið, at innkrevjingin kann vekja illvilja ímóti skipanini, og tí fari eg í næstum at venda mær til landsstýrismannin í fíggjarmálum og spyrja hví man hevur valt eina so stirvna skipan, sigur Bjarni Djurholm.

Barsilsskipanin kom í gildi 1. juni og fyrstu innkjrevjingarnar vórðu sendar út mitt í hesum mánaðinum.