sum hevur evstu ábyrgdina av, at so er. Ein grundleggjandi tanki við tinglýsingini hevur verið, at upplýsingarnar eru almennar. Tí hevur borið til hjá øllum at fara oman í Tinglýsingina og lesa í tingbókunum [...] løgtingið í sama anda, at upplýsingarnar skuldu vera atkomiligar hjá øllum á internetinum. Tað eru tær ikki, hóast trý ár eru liðin, síðan lógin kom í gildi. Søkjast skal um at sleppa upp í skipanina, [...] við tinglýsingini. Sostatt kundi verið líkt til, at tað er rætturin, sum ikki heldur lógina. Soleiðis heldur Rannvá Ragnarsdóttir, dómarafulltrúi ikki, at málið hongur saman. ? Tinglýsingin er eitt føroyskt
lastast fyri, at vit ikki sleppa at kai. Nú gera teir eina roynd at sleppa at, kanska fáa teir smoygt Dúgvuna ímillum hitt skipið, ið liggur við kei. Fari at gera mær ein túr oman á dekkið at vita. Jú, tað [...] teir als ongan møguleika at vita, at eitt skip lá á Fuglafirði, og at Dúgvan ikki fór at sleppa at. Tí eru teir óivað farnir í góðari trúgv úr Klaksvík. Hinvegin, um so er at telefonin riggar, hví hava [...] Fuglafirði, tí vit ikki sleppa at kai. Eitt skip liggur og landar, har Dúgvan plagar at leggja at, tá hon siglir á Fuglafjørð. Boðini vit ferðafólk hava fingið um hátalaran eru, at vit skulu bíða í tveir tímar
sigur, at onnur valevni flentu at tínari myndatalu, men eg haldi, at júst tá er ongantíð meira neyðugt at vera á varðhaldi. Tú helt meg ivaleyst vera sera smásáran, men eg kann ikki góðtaka, at nakar setur [...] merkir ikki, at samgongan er eitt ross, men at hon ikki kemur úr stað við einum máli . ?"Samgongan melur sum hundur um heitan greyt" merkir ikki, at samgongan er ein hundur, men at hon ikki torir at taka støðu [...] slíkt. Eg plagi vanliga at siga, at bestu fortreytir fyri at kunnu sláa ígjøgnum í politiskum orðastríði hava fólk, sum kenna til Bíbliuna og kvæðini. Tí var tað ikki av tilvild, at Johan Nielsen var ein
fótliðnum var, men lítið er at ivast í, at hetta kemur sum steinur oman á byrðu hjá VB. Síðani heimadystin móti VÍF hevur Daiva Toumaite verið úti við einum brotnum fingri, og tó at hon nú skjótt verður tøk [...] hjá Stjørnuni var. Hon bleiv við at bakka ímóti okkum, og knappliga kom hon av óvart niður á fótin hjá mær. Eg hoyrdi, hvussu tað brakaði, so har var einki at gera, uttan at fáa ís á og fara av vøllinum, [...] skaddar. Hesa ferð høvdu vit lokkað mammu (Eyðbritt Krosslá, blðm.) at spæla við. Hon var her við einum gentuliði, men vit lokkaðu hana so at vera tøka, um brúk skuldi verið fyri henni, men nú fekk hon so ein
sjálvir í smáum hópum oman á strondina at hyggja eftir, um skip kundu vera komin ov nær landi og sostatt vera í vanda fyri at ganga burtur. Tá í tíðini høvdu skipini einans seglini at líta á. Júst, sum dagslýsið [...] minkaður nakað og ein bátsmanning frá Højen var í ferð við at flota ein bát. Men tá ið teir sóu Lars Kruse koma, samdust teir um, at best mundi vera, at hann fór út við sínum monnum. Hesir menn róðu so út á [...] teimum, hóast alt vrakgóðsið, ið fleyt á sjónum, at koma so nær, at ein sjómaður kundi lorast niður í bjargingarbátin. Men, tá hin næsti var til reiðar at verða loraður niður, breyt eitt stórt brot inn á
»forvitnast frá« Fridu hvussu tað var at vera barn í Havn í 1930 og 1940 Mikudagin 5. november kl. 10-13.00 Matgerð. Anne Grethe Harlou kl. 12.00 Døgurði. Til ber at koma sum gestir. Tilm. mánadag tlf. 316491 [...] verður samkoma fyri foreldrum, sum hava fingið børn seinasta árið. Ein og hvør er hjartaliga vælkomin at vera við. Sunnukvøldið kl. 21 Bønar- og lovsongsløta fyri ung í aldrinum 13-19 ár. Mánakvøldið kl. 19 [...] »Agape«, innan donsku heimamissiónina, kemur at undirvísa í evnunum »Trúarlív og kenslulív« og »Tvístøður, hvussu loysa ella liva við teimum«. Høvi verður at seta spurningar og til samtalu. Innsavnan verður
okkum nú oman gjøgnum urðina. Steinarnir eru stórir, og onkunstaðni mugu vit mestsum lesa okkum niðurfyri. Men allir koma ljódliga oman at sjóvarmálanum og sníkja okkum fram at steininum, vit vita, at tann [...] vórðu liggjandi. So er at gera seg til at fara heim á urðina, har látrið er, vit ætla okkum at fara á. Men kópur liggur ivaleyst eisini úti í mølini uttanfyri, so umráðandi er at fara varliga fram og helst [...] sum longri burtur er. Har skal berast skjótt at, tí eingin ivi er um, at hann sær okkum, fyrsta vit koma undan steininum, og so fer hann at skunda sær at sleppa á sjógv. Tá so allir eru savnaðir undir
yvirhildin, og tann harða venjingin byrjaði nú at geva bonus. ? Vit vóru í rættiliga góðari tíð, so vit sóu, hvussu hini byrjaðu at renna runt í køkinum, tá tíðin fór at ganga undan, greiðir Jóan Petur frá við [...] somu ráðvørurnar, og skulu síðani sannføra dómararnar um, at teir hava uppiborið gullheiðursmerkið og silvurborðiskin. ? Trýstið í og við, at tú skal matgera uppá tíð ger tað spennandi, greiðir Jóan Petur [...] árini eru liðin. Tá hon av fyrstan tíð byrjaði, mátti skúlin spyrja um kokkalærlingar høvdu hug at vera við. Í dag verða uppskriftir sendar inn til skúlan, har skúlin so verður noyddur á sálda næmingar
nú ferjulegan ikki verður brúkt. Og okkurt er við at henda har eisini, skilst á borgarstjóranum. Vest Pack hevur biðið um at sleppa at leiga lendið oman frá verandi bygningi. Væntandi við eini ætlaðari [...] umbønirnar fara at standa við, tá endaliga liðugt er, sigur hon. Borgarstjórin greiðir frá, at Vestmanna Kommuna stendur fyri allari tilgerðini av grundstykkjunum. Tá liðugt er komandi summar, vera tey púra klár [...] roknað við, at kommunan skal gera ymiskt afturat rundan um sjálvan bygningin, so endaligi kostnaðurin fer at liggja eitt sindur hægri enn tað. Men til dagstovnurin er liðugur, verður neyðugt at hýsa teimum
ni, er at siga, at: Uppskotið varð viðgjørt í mentamálanevndini ein mánað eftir, at tað varð skrivað. Á fundi í mentamálanevndini 10. apríl 2002: var samtykt at fylgja uppskotsstillaranum í: at uppskotið [...] gjørt, at næmingar og foreldur í Kollafirði hava ynskt at fáa eina framhaldsdeild í bygdini. Mentamálanevndin hevur 5. februar 2003 samtykt: at taka undir við, at í framtíðini kemur 8. og 9. flokkur at vera [...] garnar í kommununi við atliti til at dagføra teir, soleiðis at teir koma at lúka hesi krøv. Stóra útstykkingin í Hoyvíkshaganum seinastu árini hevur havt við sær, at har er - og verður - ein stór miðsavnan