"Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar"

Hesi orð úr Jóhannesar evangelium 15:13 eru rist inn í ein granittkarm, ið er uttan um eitt bronsurelieff við inngongdina til kirkjuna í Skagen.
Relieffið avmyndar bjargingarmenn, ið koma berandi ein illa á holdum komnan sjómann. Men, eisini annað er høgt inn í rammuna, nevniliga nøvnini á 8 bjargingarmonnum, ið settu lívið í vága í einari roynd at bjarga manningini av svensku briggini Daphne, ið var strandað við Skagen undir einum ódnarveðri á jólum í 1862.
Óivað er tað so, at vit danir stundum øvunda norðmonnum sagnpersónin Terje Vigen. Men, vit kunnu tó vísa á Lars Kruse, sum veruliga í holdi og blóði settist til róðurs í báti sínum og helt út á hav til tess at bjarga skipbrotnum.
Hendan frásøgnin er júst ein slík.
Henrik Ibsen risti sín Terje Vigen inn í norskan skaldskap. Men Holger Drackmann skrivaði hesar reglur, sum vórðu ristar inn í gravsteinin hjá Lars Kruse, sum stendur í kirkjugarðinum í Skagen:

Om revlens brus forstummed
Så mæler denne sten.
Her bleges under klittens sand
En modig sømands ben.
Men Skagens rev og revler
Erkender deres pligt
Og synger um Lars Kruses dåd
Et højlydt heltedigt.

Munurin er tann, at undir steininum í kirkjugarðinum í Skagen er Lars Kruse jarðaður, meðan eingin Terje Vigen liggur undir obeliskinum í Fjære kirkjugarði, har hetta navn er innrist.
Í 1800 talinum var siður, at bátaeigarar bjóðaðu fiskimonnum í Skagen við konum og børnum til jólaveitslu. Soleiðis var eisini á jólum í 1862.
Meðan veitslan varð hildin 2. jólakvøld, vaks vindurin til ódn av útnyrðingi vestri. Menninir, ið kendu til mátt havsins, fylgdu konum og børnum heim og fóru síðan sjálvir í smáum hópum oman á strondina at hyggja eftir, um skip kundu vera komin ov nær landi og sostatt vera í vanda fyri at ganga burtur. Tá í tíðini høvdu skipini einans seglini at líta á.
Júst, sum dagslýsið breyt fram 3. jólamorgun, fóru boðini gjøgnum býin, at eitt skip var farið á land á Nordstrand, og at manningin hevði skorið rigningin niður.
Øll, sum vóru á fótum, fóru til stranda, og hendingarnar tóku beinan vegin dik á seg, sum so mangan fyrr. Hesa ferð komu tær tó at gerast meiri syndarligar enn tær nakrantíð høvdu verið áður ella komu at verða seinni.
Skipið, sum stóð á tveimum rivinum, meðan brotasjógvarnir løgdu yvir tað og mastrar og segl flutu uttan um tað, var briggin Daphne frá Gøteborg. Skipari umborð var A.F. Lindblom, og var skipið á veg til Gette við last av timbri.
Ikki vardi leingi, til bjargingarmenn í sjóklæðum komu til bjargingarhúsið á Nordstrand. Bøndur komu við hestum, soleiðis, at tann stóri, reyði bjargingarbáturin kundi verða fluttur til stranda.
Við myndugleika leiddi bátsformaðurin, Jens Chr. Jensen, fyrireikingarnar til sjósetingina av bátinum, og menninir, ið ikki høvdu fingið blund í eyguni veitslunáttina, gjørdu seg til reiðar til ódnartak úti á tí froðandi havi.
Komnir út til vrakið, eydnaðist teimum, hóast alt vrakgóðsið, ið fleyt á sjónum, at koma so nær, at ein sjómaður kundi lorast niður í bjargingarbátin. Men, tá hin næsti var til reiðar at verða loraður niður, breyt eitt stórt brot inn á síðuna á bátinum. Báturin legði seg nógv á liðuna, og ólukkutíð, við tað at akker vóru kastað út bæði aftan og framman, fekk báturin ikki lyft sær upp á alduna. Næsta brotið gjørdi, at báturin holvdist, og fleyt hann nú við kølinum upp.
Bjargingarmenninir og sjómaðurin, ið helt, at hann var bjargaður, sóust eina løtu at berjast í vónloysi fyri lívinum. Inni á strondini tóku menn saman hendur og gjørdu eina ketu út á sjógv, og á henda hátt vórðu tveir menn bjargaðir í land á lívi. Tveir drivu til havs, sjómaðurin og ein bjargingarmaður, meðan 7 róku deyðir inn á strondina.
Hesi jól gjørdust 8 kvinnur í Skagen einkjur og 25 ómyndug børn faðirleys.
Millum fiskimenninar, sum stóðu rundan um ein fiskibát, ið var drigin upp á strondini, ein sokallaðan róðursbát - ein teirra er varðveittur sum fornminni í Skagen ? var hin 32 ára gamli Lars Kruse. Hann var ikki við í bjargingartænastuni hjá statinum. Hóast hetta hevði hann verið við til nógvar bjargingarroyndir, men altíð við einum av hesum róðursbátum. Hann hevði ta áskoðan, at hesir heimabygdu bátar vóru nógv betur egnaðir í ringum sjógvi enn teir bjargingarbátar, ið vóru bygdir á herskipasmiðjuni.
Eftir at manningin á róðursbátinum hevði gjørt eina roynd at koma hinum skipbrotnu til hjálpar og var komin inn aftur uttan úrslit, umhugsaði Lars Kruse, at royna at gera tað, ið frammanundan var miseydnað og sum hevði havt so syrgiligar avleiðingar fyri manningina á bjargingarbátinum. Eftir stutta ráðagerð, fekk Lars Kruse 8 menn at koma við sær í bátinum.
Eina løtu tyktist tað, sum róðursbáturin eisini var við at holvast, men lukkutíð eydnaðist tað honum at koma aftur til lands við skiparanum, soni hansara og einum manni aftrat. Seks sjómenn vóru nú eftir úti á vrakinum, sum hvørja løtu varð hótt við at fara í sor av stóru brotunum, sum alla tíðina løgdust yvir skipið. Men nú var vorðið ov myrkt til at róð kundi verða út aftur. Einki kundi gerast, fyrr enn mánin kom fram, og fóru tí fiskimenninir heim fyri at lata seg í turr klæði. Teimum tørvaði eisini mat og at fáa hvílt seg eitt sindur.
Um 10-tíðina um kvøldið hittust Lars Kruse og menn hansara aftur á strondini, har skipið var farið á land. Vindurin var minkaður nakað og ein bátsmanning frá Højen var í ferð við at flota ein bát. Men tá ið teir sóu Lars Kruse koma, samdust teir um, at best mundi vera, at hann fór út við sínum monnum.
Hesir menn róðu so út á hitt dunandi, uppøsta havið, og stutt eftir sást báturin í vetrarins mánalýsi at seta kós móti vrakinum, har lúgvaðu sjómenninir vóru umborð.
Øll vistu, at Lars Kruse við fastari hond helt um stýrisvøl og at harraboð hansara beinanvegin vórðu fylgd av monnunum við árarnar og teimum, ið høvdu ábyrgdina av akkerunum.
Út á náttina førdi Lars Kruse restina av teimum skipbrotnu í land, og við hesum var ein av alra torførastu bjargingum í danskari bjargingarsøgu fullførd.
Men fleiri smá heim í býnum høvdu eisini goldið ein sera høgan prís.
Tann burturgingni bjargingarbáturin rak óskaddur inn á svensku strondina nær við heimstaðið hjá Daphne, sum ein døpur áminning um, hvat bjargingin av svensku manningini hevði kostað Skagen. Hann var síðan sendur aftur til heimstað sítt, og tá ið formaður hansara var sjólátin, gekk Lars Kruse við til, eftir at hava fingið nógvar áheitanir um hetta, at gerast formaður á bjargingarbátinum.
Í 31 ár var hann leiðari á bjargingarbátinum, og hesi árini hevði hann ábyrgdina av 29 bjargingarroyndum, har 180 skipbrotnir menn vórðu bjargaðir. Tað finst ikki tal á, hvussu mongum hann bjargaði við egna báti sínum, áðrenn hann varð settur í starv hjá bjargingartænastuni, men hildið verður, at hetta tal er umleið tað sama. Eftir bjargingarbragd sítt á jólum í 1862 varð Lars Kruse kosin danebrogsmaður, men gingu tó 18 ár, áðrenn hann kundi seta heiðursmerki kongsins á frakka sín framman fyri longu røðini av donskum og útlendskum heiðursmerkjum, ið hann hevði fingið gjøgnum árini. Men, hetta er ein long søga, so hon verður ikki tikin við her.
Seinasti túrurin hjá Lars Kruse við bjargingarbátinum var í einari kavaroksódn hin 6. mars í 1894, tá manningin á galeaseni Gesiene frá Bremen var bjargað.
Tríggjar dagar seinni, tá hann var til fiskiskap, holvdist bátur hansara, og Lars Kruse og ein ungur hjálparmaður hansara druknaðu, meðan tveir aðrir vórðu bjargaðir.
Havið hevði at enda tikið mannin, sum so treiskur og óttaleysur hevði bjóðað tess megi av.
Líkið av Lars Kruse var borið inn í lítla heim hansara tætt við gistingarhúsið í Brøndum. Her varð hann lagdur á eina vakra, hvíta líkbøru. Kransar bæði av nærleiðum og fjarleiðum ? eisini frá konginum ? vórðu lagdir inn í stovuna, har kistan stóð. Tá ið prestahjúnini frá Råbjerg (Bojsen Jensen) trinu inn í lágu stovuna, sat norski málarin, Chr. Krogh og teknaði høvur hins deyða. Prestakonan, skaldið Thyra Jensen, skrivar í bók síni "Fra gamle præstegårde", at hon kendi tað, sum stóð hon í eini verð, har enntá hitt reinasta og vakrasta huglag gjørdist til krotusmíð samanborið við veruleikans stórleika, og skrivar hon: "Í opnu kistuni á hvíta koddanum hvíldi hitt stoltasta høvur, ið eg minnist meg nakrantíð hava sæð. Eg leit at longu og viljaføstu munnrípuni og var so sorgarbundin um at eg ikki hevði upplivað at hitt hetta vituga og vinarliga eygnabrá. Á veðurbardu høgru hond hansara var navn hansara tatoverað og longri uppi Frelsarin á krossinum saman við orðunum: "Trúgv, vón og kærleiki".
Seinastu orð hansara vóru: "Harri Jesus, varðveit sál mína!"
Hetta greiddu báðir bátsfelagar hansara frá, ið bjargaðir vórðu.

Grein úr tíðarritinum "Redningsbaaden" (nr. 12, desember 1982), eftir Chr. Houkjær.
Týtt: J. í Skemmuni.