Jóan Petur vann danska kokkakapping

22 ára gamli Jóan Petur á Stongunum vann leygardagin eina kapping fyri kokkalærlingar í Ålborg í Danmark. Hetta er fyrsta ferðin ein føroyingur luttekur í kappingini

Tað er pinnastilt inni í køkinum á Kokkaskúlanum í Ålborg hendan leygardagin. Fyrrapartur er, og 24 kokkalærlingar ganga og mala um beinini á hvørjum øðrum. Ongin sigur eitt orð. Konsentratiónin er í topp.
Ímillum hesar 24 kokkalærlingarnar gongur Jóan Petur á Stongunum úr Havn. Hann er kokkalærlingur eins og hinir, og tað er ikki uttan orsøk, at hann er í Ålborg hendan leygarmorgunin. Hann hevur nevniliga teknað seg til Nordjyllands Mesterskab fyri kokkalærlingar saman við dananum Ronny Emborg.

Spennandi matgerð
Á matskránni í morgun stendur seiður til forrætt, kálvafilét og høsnarungabringa til høvuðsrætt og sjokulátamousse kemur sum rosinan í pylsuendanum.
Næmingarnir eru býttir upp í lið við tveimum lærlingum í hvørjum liði, og teir skulu innan fýra tímar hava gjørt eina menu uppá tríggjar rættir til teir fýra kokkarnar í beinhørðu dómsnevndini. Teir fáa allir útflýggja somu ráðvørurnar, og skulu síðani sannføra dómararnar um, at teir hava uppiborið gullheiðursmerkið og silvurborðiskin.
? Trýstið í og við, at tú skal matgera uppá tíð ger tað spennandi, greiðir Jóan Petur frá.
Kappingin hevur verið til í eini átta ár, og hon er vaksin, so hvørt, sum árini eru liðin. Tá hon av fyrstan tíð byrjaði, mátti skúlin spyrja um kokkalærlingar høvdu hug at vera við. Í dag verða uppskriftir sendar inn til skúlan, har skúlin so verður noyddur á sálda næmingar frá, tí áhugin er so stórur.
Hetta er fyrsta ferðin ein føroyingur hevur verið við í Nordjyllands Mesterskab fyri kokkalærlingar.

Vant nógv
Sum kokkalærlingur ert tú í Danmark á skúla einaferð um árið í 10 vikur. Seinast Jóan Petur var á skúla, hitti hann Ronny Emborg, og teir tosaðu so um at fara til hesa kappingina saman. Teir sluppu ígjøgnum hørðu upptøkukrøvini, og eina viku áðrenn sjálva kappingina fór Jóan Petur til Danmarkar fyri at venja.
? Vit vandu nógv. Hvønn dag frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið. Í fyrstuni tók tað, sum vit skuldu gera, eini sjey tímar at fyrireika, og tú skalt jú klára tað innan fýra, sigur Jóan Petur.
Men venjingin var miðvís, og tað gav eisini úrslit.
? Vit royndu fyrst at gera forrættin ígjøgnum nakrar ferðir. Síðani høvuðsrættin og so dessertina. Til endans royndu vit at gera alla matskránna ígjøgnum nakrar ferðir.
Jóan Petur og Ronny høvdu ongantíð arbeitt saman áður, so tað skuldu eisini fáast uppá pláss. Hvussu alt skuldi gerast, og hvør skuldi gera hvat.

Nógv uppfyllast
Kappingin er skipað saman við eini kapping fyri tænarar. Áðrenn hon byrjaði fingu kokkalærlingarnir hvør sín tænara, sum skuldi servera matin fyri dómarunum.
Nógv krøv skulu uppfyllast, men tað týdningarmesta er tíðin, útsjónd og smakkur. Harafturat koma nógvir aðrir smálutir, sum til dømis um borðiskurin er heitur og so framvegis.
Umframt teir fýra dómararnar, sum allir eru kokkar í Danmark og limir av Køkkenchefernes Forening, gekk ein dómari runt í køkinum. Hann skuldi kanna, hvussu maturin varð gjørdur, reinføri o.s.fr.

1. plássið
Tað gekk væl hjá Jóan Peturi og Ronny hendan leygarmorgunin. Tíðin varð yvirhildin, og tann harða venjingin byrjaði nú at geva bonus.
? Vit vóru í rættiliga góðari tíð, so vit sóu, hvussu hini byrjaðu at renna runt í køkinum, tá tíðin fór at ganga undan, greiðir Jóan Petur frá við einum lítlum smíli.
Á middegi var øll matgerðin liðug, og klokkan trý seinnapartin varð vinnarin kunngjørdur. Og frammanfyri 22 øðrum kokkalærlingum, struku Jóan Petur og Ronny avstað við fyrsta plássinum.
? Eg skal ikki siga, at eg hevði væntað tað, men sjálvandi vónar ein, at tað gongur so væl sum møguligt, sigur kokkalærlingurin.
Vinningurin var eitt gullheiðursmerki, ein kekkur frá Nordea á 1500 krónur, sjampagna og ein silvurborðiskur.
? Eg eri væl nøgdur. Tað hevur verið læruríkt og spennandi, og eg hevði væl kunnað funnið uppá, at gjørt tað umaftur, sigur Jóan Petur. Men hvørt tað hevði verið Nordjyllands Mesterskab fyri kokkalærlingar ella onkur onnur kapping, veit hann enn ikki at siga. Nú skal sigurin njótast eina løtu afturat. Í øllum førum til ferian endar mánadagin, og leiðin aftur gongur oman í køkin á Hotel Hafnia.

Fakta:
Jóan Petur á Stongunum hevur lært í 2,5 ár
Í lærutíðini hevur hann verið eitt hálvt ár umborð á skúlaskipinum Georg Stage
Eitt hálvt ár á Tekniska skúla í Danmark
Hálvt annað ár á Hotel Hafnia í Havn
Lærutíðin er tilsamans 4 ár
Einferð um árið eru lærlingarnir í skúla í 10 vikur
Lærumeistarin er Guðmundur Guðmundsson