Tað vóru ikki farnir meira enn tveir minuttir av dystinum í KÍ-Høllini, tá VB fekk ein álvarsligan skelk. Gurið Mortensen, sum má metast sum ein av avgjørdu lyklaleikarunum á liðnum, var óheppin í verjustøðu, og úrslitið var ein keiktur fótur.
- Rannvá og eg vardu mitt fyri, har Una Olsen hjá Stjørnuni var. Hon bleiv við at bakka ímóti okkum, og knappliga kom hon av óvart niður á fótin hjá mær. Eg hoyrdi, hvussu tað brakaði, so har var einki at gera, uttan at fáa ís á og fara av vøllinum, sigur Gurið sjálv um tilburðin, sum uttan iva gjørdi VB veikari í dystinum.
- Vit hava nokk ikki neyðugu breiddina, tá fleiri verða skaddar. Hesa ferð høvdu vit lokkað mammu (Eyðbritt Krosslá, blðm.) at spæla við. Hon var her við einum gentuliði, men vit lokkaðu hana so at vera tøka, um brúk skuldi verið fyri henni, men nú fekk hon so ein heilan dyst, sigur Gurið flennandi.
Tá vit hittu hanan á máli, var enn ikki greitt, hvussu álvarsligur skaðin í fótliðnum var, men lítið er at ivast í, at hetta kemur sum steinur oman á byrðu hjá VB. Síðani heimadystin móti VÍF hevur Daiva Toumaite verið úti við einum brotnum fingri, og tó at hon nú skjótt verður tøk aftur, so man skaðin hjá Gurið fara at darva nakað eisini. Møguliga kann Gurið pjøssast somikið saman, at hon longu spælir aftur komandi dystin, men tað verður neyvan við fullari ferð, kortini.