Vestmenningar trúgva upp á framtíðina

Vestmanna Kommuna hevur fleiri verkætlanir í gongd. 25 nýggj grundstykki verða gjørd byggiklár. Dagstovn verður farið undir fyrsta dagin. Arbeitt verður við ungdómshúsi, umframt at ferðslumøguleikarnir hjá fólki verða betraðir um Fossá

Tey fyrireika seg til komandi ættarliðini í Vestmanna. Útstykkingar og dagstovnar eru stóru postarnir á fíggjarætlanini í løtuni, sigur borgarstjórin.
Uttan fyri Hórará verða 25 grundstykkir gjørd byggibúgvin í løtuni, greiðir Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmana Kommunu, frá. Eini 15-17 teirra eru umbiðin, men hon veit kortini ikki fyri heilt vist, um umbønirnar fara at standa við, tá endaliga liðugt er, sigur hon.
Borgarstjórin greiðir frá, at Vestmanna Kommuna stendur fyri allari tilgerðini av grundstykkjunum. Tá liðugt er komandi summar, vera tey púra klár at byggj á. Kommunan syrgir fyri planering, at vatn, streymur og kloakkir koma til, eins og kommuna syrgir fyri asfaltering av øllum økinum. Lyktasteyrar verða settir upp og so framvegis, sigur Gunn Joensen. Stutt sagt: alt verður gjørt tipp topp.
Hon sigur, at tað verður felags kloakkskipan til øll grundstykkini í nýggju útstykkingini. Ein stórur felags rottangi verður til øll.
Grundstykkini, sum eru 500 og 600 fermetrar til víddar, fara at kosta umleið 200.000,- krónur hvørt, tá klárt verður at byggja á tey, sigur Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna.
Vestmann Kommuna syrgir eisini fyri teimum yngstu, sum væntandi fara at búgva í nýggja býlinginum og aðrastaðni í Vestmanna. Kommuna fer at gera dagstovn við 80 plássum. Ætlandi skal stovnurin standa klárur at flyta inn í um eitt ár ella so, sigur borgarstjórin.
Vestmanna Timburhandil hevur givið eit boð upp á ein lidnan dagstovn við plássi til 80 børn. Talan er bæði um vøggustovu- og barnagarðsbørn, greiðir Gunn Joensen frá. Stovnurin fer at hava fimm stovur, sigur hon. Tvær verða til vøggustovubørnini, og hinar tríggjar til barnagarðsbørnini.
Dagstovnurin kostar frá leverandørinum átta milliónir krónur, sigur hon. Men so verður roknað við, at kommunan skal gera ymiskt afturat rundan um sjálvan bygningin, so endaligi kostnaðurin fer at liggja eitt sindur hægri enn tað.
Men til dagstovnurin er liðugur, verður neyðugt at hýsa teimum smáu onkra aðrastaðni. og til tað endamálið hevur Vestmanna Kommuna keypt eini sethús, sum nu verða gjørd klár til á taka í móti 20-25 vøggustovubørnum. Hetta arbeiðið verður helst liðugt til jóla, væntar Gunn Joensen.
Eisini tey eitt sindur eldri, sum kortini eru í yngra endanum, hava okkurt í væntu í Vestmanna.
Arbeitt verður við eini ætlan at gera góðu, gomlu Geilina - ella Goylina, sum tey siga í Vestmanna - í stand aftur. Ætlandi skal húsið so brúkast til ungdómshús og fríðtíðartilhald. Men tann ætlanin er enn ikki komin longri enn á tekniborðið, sigur borgarstjórin.
Inni á Firði er nógv tókt pláss, nú ferjulegan ikki verður brúkt. Og okkurt er við at henda har eisini, skilst á borgarstjóranum.
Vest Pack hevur biðið um at sleppa at leiga lendið oman frá verandi bygningi. Væntandi við eini ætlaðari útbygging fyri eyga.
Hvussu verður við Fiskivinnuskúlanum, veit Gunn Joensen einki at siga í løtuni. Tað skuldi setast ein arbeiðsbólkur, har Vestmanna Kommuna skuldi hava ein lim. Men kommunan hevur einki frætt aftur frá Mentamálaráðnum um tað málið, sigur hon.
Nýggj gongubrúgv verður løgd um Fossá við síðuna av brúnni beint innan fyri Fossáverkið.
Talan er um eina stálbrúgv, sum skal leggjast leys av verandi brúgv uttanfyri.
Hetta arbeiðið verður gjørt saman við landsverkfrøðinginum. Talan er um eina broytta ætlan í mun til ta upprunaligu, sigur Gunn Joensen. Men Vestmenningar vóru ikki nøgdir við tað, sum upprunalig var avgjørt, og fyri at fáa tað, sum tey vildu, valdi Vestmanna Kommuna so at átaka sær ein part av kostnaðinum, sigur hon.