Rætturin fer lætt um lógina

Føroya rættur, sum umsitur Tinglýsingina, hevur ikki syrgt fyri, at hon er atkomilig á internetinum, soleiðis sum lógin ásetur. Vilja føroyingar ikki gjalda, so kunnu vit heldur ikki krevja, at lógin verður hildin, sigur dómarafulltrúi

»Upplýsingar í edv-skrá eru atkomuligar hjá øllum á internetinum.«
Soleiðis stendur orðarætt í lógini um tinglýsing, sum er galdandi fyri Føroyar. Men grein 50 c, stk. 1 í tinglýsingarlógini, sum seinast varð broytt í 2000, verður ikki hildin. Og tað er rætturin, sum hevur evstu ábyrgdina av, at so er.
Ein grundleggjandi tanki við tinglýsingini hevur verið, at upplýsingarnar eru almennar. Tí hevur borið til hjá øllum at fara oman í Tinglýsingina og lesa í tingbókunum. Tá lógin um tinglýsingina var fyri í 2000, avgjørdi løgtingið í sama anda, at upplýsingarnar skuldu vera atkomiligar hjá øllum á internetinum. Tað eru tær ikki, hóast trý ár eru liðin, síðan lógin kom í gildi.
Søkjast skal um at sleppa upp í skipanina, tú skalt rinda 2000 krónur fyri íbinding, tú skal rinda eitt fast mánaðargjald á 110 krónur, og harafturat skalt tú rinda góðar 3 krónur fyri hvønn tíma, tú ert í skipanina. Hetta er alt í andsøgn við tað, sum stendur í føroysku lógini.
? Fáa vit tinglýsingina á føroyskar hendur, fáa vit hasi viðurskiftini í rættlag. Sum er, ber tað illa til, tí vit mugu laga okkum til donsku skipanina, ið ikki hevur handan møguleikan, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum.
Tað er í evstu løtu rætturin, sum hevur ábyrgdina av, at upplýsingarnar eru tøkar á internetinum. Forsetin í Eystara Landsrætti, sum er ovasti rætturin í føroysku rættarskipanini, hevur sambært lógini eftirlitið við tinglýsingini.
Sostatt kundi verið líkt til, at tað er rætturin, sum ikki heldur lógina. Soleiðis heldur Rannvá Ragnarsdóttir, dómarafulltrúi ikki, at málið hongur saman.
? Tinglýsingin er eitt føroyskt málsøki, sum Føroya rættur umsitur. Tað er eftir okkar ynski, at edv-skrásetingin av tinglýsingini er gjørd í Danmark og koyrd í eina danska skipan. Tá føroyingar ikki vilja gjalda fyri, at skipanin er ókeypis og atkomilig á internetinum, so kunnu vit heldur ikki vænta, at hon er tað. Tann, sum ger lógina, má eisini gjalda, sigur Rannvá Ragnarsdóttir og sipar til løgting og landsstýri.