løgtingsmaður er í Danmark, kom hann fram við hesum skelti hjá handilsketuni Spar. Hann helt, at tað, sum stóð á skeltinum, var so mikið áhugavert, at hann avmyndaði skeltið, sum vit síggja her omanfyri [...] fjarðasildin - var serliga høgt í metum í Føroyum. Tað er líka sum, at fáur skoytir um hesa sild longur - sildina, sum var so høgt í metum í gomlum døgum, bæði sum agn og mannaføði. Nú Kári P. Højgaard [...] verið eins virðismikil í Føroyum sum í Danmark, hevði føroyska sildakvotan helst verið verd miljardir. Á skeltinum stendur, at hvør saltað sild kostar 7,75 krónur, og 10 sildir kunnu keypast fyri 69,95 krónur
vera saman við fólki, sum standa mær nær, gevur mær sera nógvan íblástur. So av og á skrivi eg um míni nærmastu og av og á skrivi eg um meg sjálva. Til tíðir kann tað vera torført hjá lurtaranum at avgera [...] tónleikara, sum eg dyrki og liggi á knøunum fyri, so má eg siga Bob Dylan. Yndisdrikkur? ? Vatn. Hvat heldur tú um Føroyar? ? Eg eri púra, púra burtur. Eg eri tikin á ovfarin og fullkomiliga charmerað [...] m. Um somu tíð sterk og skroypilig. Tykist lítil og spøk, men hevur júst sýnt eina ótrúliga styrki á pallinum og ímeðan hon tosar, hyggur hon uppá meg allatíðina, uttan at sleppa eygnakontaktini so mikið
kavi og brátt syftur inn á dekkið - ella rættari á jakkan hjá onkrun, sum hevði blakað hann frá sær hesa vøkru kvøldarstund. Eftir sprakl milum innarlummar og snarlás kom toskurin á dekkið og gjørt varð, [...] sera stilt longur inni. Aftur at kasta. Fíla og draga. Ein føldi við teimum, sum sigldu til Íslands og aðrastaðni. Bert vaðbeinið at líta á og eitt endamál: at fylla lippukassan. Her beit einki á, ikki ein [...] siglt inn eftir Vágsfirði. Sólin fór so spakuliga handan fjallið og eitt sera stilt summarkvøld helt á. Á uppboðssølu Friður! Hetta er helst besta orðið, ið kann lýsa slíkan túr og slíka løtu við slupp
eisini verið til nøkur Prix Føroyar undanumfør, á ungdómsmøtum, og so framvegis, so hon undirheldur sær sjálvari, sigur Elin. Um dagarnar gongur Carolin á Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta komst av, at fýra [...] at hon er ógvuliga heppin. Ferðast Í vetur hevur Carolin eisini gingið á kvøldskúla. Har hevur hon lært hon hornarbeiði, og helt hon tað vera ógvuliga áhugavert. - Eg havi eisini ferðast eitt sindur. Eitt [...] Carolin Pecho er úr Bayern í Týsklandi. Har býr hon í eini lítlari bygd við eini 200 íbúgvum. Síðani á jólum hevur hon búð í Gøtu hjá Elin, Óla Hans, Maritu og Pæturi, og har dámar henni væl, og hon stórtrívist
roknast við, at Jákup á Borg fer at spæla á hesum plássinum í Jugoslavia. Um ikki so verður tað tí, at liðfelagin í B36, Pól Thorsteinsson, verður tikin framum. Á Sandi var Heðin á Lakjuni eyðsýndur. Hann [...] Mørkøre órógvaði meiri KÍ á framrættaða miðvallarplássinum, enn hann í 1. hálvleiki hevði gjørt í høgra borði. Aðrir møguleikar Á Sandi vóru fýra landsliðsspælarar við í B36 sigrinum á B71. Pól Thorsteinsson [...] maðurin var Jákup á Borg. Hann hevur síðstu ferðirnar verið á vongverjanum í høgru, sum Allan Mørkøre í eitt tíggju ára skeið næstan hevði einarætt til ? um hann ikki var longri frammi á miðvøllinum. Tað
Soleiðis skrivar CP Føroyar á heimasíðu felagsins. Tað var sunnudagin, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, helt ein fyrilestur við støði í egna lívi sínum, eftir at hann seinastu árini hevur livað [...] hevur upplivað. Ikki tí at fólk ikki hava verið hjálpsom og fyrikomandi, men tí at hann m.a. ikki longur megnaði tað aktiva lívið, sum hann hevði áður. Hann tosaði um, at nógv fólk hava vent sær til hansara [...] eisini nú at síggja tað góða, sum hann hevur fingið burturúr hóast alt. Tað legði hann eisini dent á. Aftaná fyrilesturin sluppu fólk at seta spurningar. Síðani fekk Kaj Leo eina gávu, sum Katrin Jacobæus
sjólívinum hava sett seg fast í minnið. Vit fóru av Sørvági suður á Drelnes á Tvøroyri eftir salti og síðan á Havnina. Tá ið vit komu á Havnina var eldur í Tinganesi. Charles Mauritzen hevði heilsølu har [...] næstan ikki gránaður, høgur á vøkstri við ljóstbrúnum skeggi. Og uttanfyri húsini á Gerðisvegið 2, eini eldri hús, sum stóðu oman og niðan, høvdu hansara hegnigu hendur sett dám á tún og urtagarð. Kendi stílin [...] ókendan smáfugl. Eisini er kópur at síggja. Orsøkin er kanska at onki verður skotið longur, sigur Petur, og hyggur út á vánna úr stovuvindeyganum. Her er frálíkt útsýni. Sum ein stórsligin málningur sært
diakonissu á gongini á Hospitalinum, og hon frætti, hvussu bangin eg var fyri at leingjast, helt hon fyri: ?Jamen, så må De være meget forkælet!? Viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum vóru rættiliga smá tá á døgum [...] út á fyrsta veturin, gjørdist alt kaldari á kamarinum. Ongin hiti var, og bjálvingin tá á døgum var sum harragud veit. So endin varð, at Sámal úr Skúoy, pápi Nannu, útvegaði teimum báðum ein ovn á kamarið [...] hon seg við Havnina, og longsulin var ikki longur so herskin sum í byrjanini. Á Hospitalinum mæltu tey henni at fara á sjúkrasystraskúla, tí stórur tørvur var á sjúkrasystrum. Men lønin hjá sjúkrasystra
saman við dóttur míni. – Og so helt eg annars, at landsliðið var søga fyri viðkomandi. Í vár var tó onkur frávera, sum gjørdi, at eg slapp aftur í hitan, men sjálv helt eg, at hetta bara var sum vikarur [...] meira upp á hana, enn hon gjørdi sjálv, sigur Eyðvør Og eins og mamman staðfestir hon, at hetta er ein einastandi møguleiki, sum tær báðar nú hava fingið. – Hetta er heilt fantastiskt. Eg helt tað vera [...] tað fult og heilt eru venjararnir, sum gera av, hvørjar tær á vøllinum verða. Men sum Bára flennandi sigur, so kundi tað kanska verið upp á pláss, um hon nú nýtti høvið at tosa eyka pent við venjararnar
fólkini, sum búgva í teimum reyðu húsunum úti á Eirargarði í Havn. Men úti á Eirargarði húsast so nógv fólk til dagligt, og ikki eru øll gloymd. Kemur nú niðan á Eirargarð, eru til vinstu lág hús, har fólk [...] Almannastýrið heldur til á Eirargarði, Sjúrkasystraskúlin, Almannastovan og helst aðrir stovnar við. So ikki eru øll úti á Eirargarði burturtagd og burturgloymd. Vestastu húsini úti á Eirargarði eru ein long [...] Tey, sum búðu á Eirargarði, áttu sjálv pengar at keypa sær møblar og gardinur fyri. Og tað var so skjótt, at øll klæðini vóru vaskað og turkað við hús og ikki flutt oman á vaskaríið á Landssjúkrahúsinum