Carolin Pecho er úr Bayern í Týsklandi. Har býr hon í eini lítlari bygd við eini 200 íbúgvum. Síðani á jólum hevur hon búð í Gøtu hjá Elin, Óla Hans, Maritu og Pæturi, og har dámar henni væl, og hon stórtrívist.
- Tú veitst, tú sært hasar lýsingarnar, og so hugsar tú, at um barnið hjá tær kanska hevði havt hug at farið við AFS, so hevði tað verið gott at kent felagsskapin frá hesi síðuni. Tað er so at siga orsøkin til, at vit valdu at lata heimið upp fyri einum afs´ara, sigur Elin Olsen, sum er vertsmamma hjá Carolin.
AFS er ein altjóða felagsskapur, sum eisini hevur støð í Føroyum. AFS sendir ungdóm millum lond, og endamál tess er at virka fyri friði í heiminum, og at gera menniskju tilvitað um heimsins mongu mentanir og fjølbroyttu lívshættir.
Áhugavert
- Tað er stuttligt og áhugavert at hava ein afs´ara heima hjá tær. Tú lærir nógv um eitt annað land, og ikki minst teg sjálvan. Eisini er tað avbjóðandi, sigur Elin, meðan hon hyggur yvir á Carolin, sum nikkandi tekur undir við nýggju »mammuni«.
Familjan í Gøtu taldi áðrenn Carolin kom uppí fýra. Elin, sum er mamman, Óla Hans, pápi, Marita, sum er 15 ára gomul og Pætur, sum er 13. Nú er Carolin so komin afturat, so nú eru tey fimm.
- Dagligdagurin hjá okkum er ikki nógv broyttur. Sjálvandi, trý børn er meira enn tvey, men annars er ikki nógv broytt, heldur Elin.
Carolin ynskti sjálv at sleppa til Føroya. Hon sigur, at hon ynskti at sleppa til Norðurevropa, og tá AFS ringdi til hennara og segði, at valið var millum Føroyar og Grønland, so valdi hon Føroyar, tí í Grønlandi hevði helst verið ov kalt.
- Her hava ikki verið nakrar ósemjur. Í øllum førum ikki enn. Tær báðar, Marita og Carolin finna væl útav tí saman, og eg haldi eisini, at hon hóskar sera væl inn í familjuna.
Elin sigur, at Carolin hevur eisini eina rúgvu at takast við í frítíðini, so tað er als ikki soleiðis, at teimum nýtist at undirhalda henni.
- Carolin kennir so nógv og hevur lætt við at koma í samband við fólk. Hon er í Havn um vikuskiftini ella í Klaksvík, og so hava hon og Marita eisini verið til nøkur Prix Føroyar undanumfør, á ungdómsmøtum, og so framvegis, so hon undirheldur sær sjálvari, sigur Elin.
Um dagarnar gongur Carolin á Tekniska skúla í Klaksvík. Hetta komst av, at fýra teir fyrstu mánaðirnar búði hon í Klaksvík, og helt hon tað tí vera lættari at halda fram har.
- Eg ferðist ímillum hvønn dag. Tað var strævið í fyrstuni, men nú havi eg vant meg við tað. Eg var onki von við at sigla áðrenn eg kom til Føroya, so eg fekk lætt sjóverk, men nú bilar ikki longur, sigur Carolin, sum dugir avbera væl at tosa føroyskt.
Dúgvuna hevur Carolin eisini eina meining um. Hon heldur, at Dúgvan er avgjørt betra skipið at sigla um Leirvíksfjørð við.
- Men ein undirsjóvartunnil hevði sjálvandi verið nógv tað besta!
Carolin hevur eisini fingið góða hjálp frá lærarunum í Tekniska skúla. Hon hevur fingið eykatímar, og eisini hava lærararnir greitt henni nógv frá føroysku søguni.
- Ja, eg royni at tosa føroyskt. Tað tekur tíð, og mállæran er ógvuliga torfør. Øll duga eisini so væl enskt, og tað haldi er gott. Fyrsta mánaðin var tað ógvuliga ringt, tí tú skilir jú einki, men lærarar og næmingar hjálptu mær væl.
Men sjálvt um Carolin eisini dugir væl enskt, so tosar hon føroyskt so at siga alla tíðina.
- Tað eru vit sum eru hervilig, sigur Elin.
- Vit leypa yvir í enskt alla tíðina, og tað er bara ein óvani.
Og nú Marita hevur fingið eina týska systir, so fær hon eisini góða hjálp við skúlatingunum í týskum, og halda floksfelagarnir, at hon er ógvuliga heppin.
Ferðast
Í vetur hevur Carolin eisini gingið á kvøldskúla. Har hevur hon lært hon hornarbeiði, og helt hon tað vera ógvuliga áhugavert.
- Eg havi eisini ferðast eitt sindur. Eitt vikuskifti vóru vit í Suðuroy og eitt annað vóru vit í Hattarvík á Fugloynni. Kirkjubø og so runt alla Eysturoynna, greiðir Carolin frá, meðan Elin leggur afturat, at nú veðrið fer at gerast betri, so verður meira uttan iva gjørt við at síggja oyggjarnar.
Elin heldur ikki, at tað merkir eyka stríð at fáa ein skiftisnæming heim til sín at búgva.
- Dagurin glíður bara og gongur sum hann skal. Tú fyristillar tær, at tín familja ikki er nógv áhugaverd og ikki hevur nakað at bjóða, og at tú allatíðina skal renna runt við teimum. Men Carolin passar seg sjálva, so soleiðis hevur tað als ikki verið.
Marita, vertssystirin, er nú eisini farin at spæla sær við tankan um at fara út í heimin við AFS. Hon hevði kunnað hugsað sær at farið til Italia, Frankaríki ella Spania. Familjan Olsen í Gøtu hevur eisini ætlanir um at fara ein túr til Týsklands at vitja Carolin har. Ikki beinavegin, men onkra summarfrítíð fara tey helst at leita sær ein túr niður í Suðureysturtýskland. Har búgva foreldrini hjá Carolin og 30 ára gamla systir hennara.
Kemur aftur
Í hesum døgum ber ikki til at tosa við ein týskara uttan at tosa um fótbólt. Og tað siga tey øll beinanvegin, at fótbóltsdystin ætla tey sær at fara til.
- Sjálvandi vil eg hyggja. Eg veit ikki, hvørjum eg fari at halda við, men tað verður heilt vist spennandi. Eg havi ongantíð sæð landsliðið í Týsklandi, so tað verður stuttligt, sigur Carolin.
Sjálvt um Carolin tosar væl føroyskt og so at siga er føroyingur, so er føroyskur matur ikki tað, sum henni dámar best. Ræstur fiskur ella ræst kjøt stendur nú heldur ikki ovarlaga á listanum.
- Men mær dámar blóðpylsu, sigur Carolin og flennir.
Framtíðarætlanirnar hjá 17 ára gomlu Carolin eru rættiliga greiðar. Tá hon kemur aftur til Týsklands fer hon at arbeiða, so hon kann forvinna pening til koyrikort, og so fer hon aftur í skúla. Hon gongur á studentaraskúla.
- Men eg komi aftur til Føroya. Nær veit eg ikki, men eg ætli mær at koma aftur. Eg havi hoyrt so nógv um ólavsøkuna, at hana má eg uppliva, flennir Carolin, sum fer avstað síðst í juni mánaði.
Sjálvt um Carolin er nógvar míl heimanifrá, so leingist henni ikki heim.
- Tað er bara eitt ár, og tað gongur so skjótt! Mamma plagar at ringja onkrar sunnudagar, men eg haldi, at tað er meira henni, sum leingist enn mær.
Tó er tað enn tíðliga at hugsa um at fara avstað aftur. Nú skal tíðin, sum er eftir í Føroyum njótast.
- Carolin er ordiliga blivin sum ein systir, og tað er ordiliga stuttligt, sigur Marita, at enda.