Vaðbein, mesanur, stórsegl. Alt orð, sum í dag eru okkum ókend, væl at merkja, um vit ikki eru vælkend í bókmentum sum t.d Færøske Sluppfiskere ella Fiskimenn. Og fokka sigur í dag teim flestu nakað heilt annað, enn tað segði sjómonnum og føroyingum flest fyri bert eini 40- 50 árum síðani, tá sluppirnar enn høvdu sín gerandisdag oman fyri vatnskorpuna. Í dag eru bert eini 2 - 3 omanfyri, og hóast talið er skelkandi lítið í mun til tær mongu sluppir, sum sigldu millum lond og oyggjar, so fegnast vit um tær, ið eftir eru. Sluppir-nar løgdu lunnar undir samfelag-ið, sum vit kenna tað í dag, og tær høvdu alstóran týdning fyri Føroyar í eitt 100 ára skeið. Og tí hevur tað týdning at minnast hetta, og kann ein tí bert fegnast um, at tað hóast alt enn flóta nakrar eftir.
Ein teirra er Johanna TG 326. Sum tær flestu bygd í 1800 og 80?unum, komin til Føroya nøkur ár seinni, og á leið 1970 var hon sín síðsta túr til fiskiskap og lá síðani við bryggjukantin og fórst.
Longu í 1975 skrivar Sosialurin grein um, at vágbingar hava ætlanir um at fáa sluppina Johonnu TG 326 aftur í uppruna stand og at varðveita hana sum eitt minni um slupptíðina og sambært greinini er longu tá so smátt innsavnan av peningi farin í gongd. Men verulig ferð kom ikki á, fyrr enn nøkur ár seinni.
(Navnið verður annars ikki bent Johanna til Johonnu á suðuroyardialekt - heldur ikki í bókini, sum kom út í samband við nýgerðina av Johannu!)
Tey, sum minnast aftur í 80?ini - altso 1980?ini - minnast megnar takið, sum vágbingar tóku í fyrru helvt av áttatiárunum, so Johanna aftur kom at líkjast sær sjálvari og gjørdist siglingarklár. Og flestu føroyingar stuðlaðu - hvør minnist ikki minuna, sum varð nýtt sum sparibússa, har ein kundi lata eitt oyra til arbeiðið at fáa Johannu aftur á sjógv í uppruna standi? Vágur átti mangan yvirskriftirnar hesi ár, og orsøkin var Johanna TG 326, sum varð tikin upp á land, ein skúrur reistur kring hana, og so varð arbeitt frá uppruna og frameftir og at enda varð hetta megnar tak - sum allar Føroyar stuðlaðu og fylgdu við í - endað við eini slupp, sum var sum nýggj frá innast til uttast.
Hesi árini arbeidddu Sluppstuðlar í Havn eisini við at varðveita Westvard Ho, men at enda knógvaðu sjálvbodnu kreftirnar ikki undan, og hon fórst aftur. Hon stóð so á botni í nøkur ár, men tíbetur eru stig nú aftur tikin til at fáa hana aftur í stand.
Johanna hevur verið mangan túrin kring oyggjarnar og eisini í grannalondum okkara. Men trupult er helst at vísa aftur, at seinnu árini hevur hon ligið nakað nógv við bryggju. Tungt er eisini at fáa rakstur av slíkum fari at bera seg, men fyri stuttum kom hetta eisini undir land, og við nýggjari ella umskipaðari manning, er felagið aftur siglingarklárt.
Fiskitúr á fjørðinum
Johanna - onkutíð nevnd stolta Johanna, tí hon var so vøkur, sambært Sosialinum í 1975 - hevur mangan brattan farið og leygardagin varð aftur loyst frá landi. Kunningarstovan í Vági lýsti við fiskitúri á Vágsfirði við Johonnu TG 326 millum mongu tiltøkini, sum Kunningarstovan hevur á skránni í summar.
Og eftir stuttari løtu høvdu eini hálvthundrað fólk teknað seg og sluppin varð "mannað" til túrin. Vit, sum eru so væl fyri hava slupptíðar abbar - ella minnast teir - og teirra frágreiðingar, kenna um ikki annað hugtøkini. Ikki gekk dagur, har sluppin ikki kom á dagsskránna. Lívið, sluppin var verðin. Tað snúði seg um vaðbein, mesan, fokku og stórsegl og klivara og hvat ein nú annars minnist av hesum frásagnum. Ein verð, sum fylti alt, men sum í dag ikki er til.
Føroyingar, útlendingar, kvinnur, menn og børn. Ein blandað manning. Og tað var heldur ikki óvanlgt við blandaðari manning fyrr, men tá var tað væl at merkja úr ymsum oyggjum. Hvør minnist ikki vælkendu orðini hjá unga sjómanninum við slupp á fyrsta sinni: allir vóru føroyingar, uttan eg og papi, vit vóru úr Kunoy.
Og so mangar eru søgurnar og skrønurnar. Alt so væl lýst í skaldskapinum hjá Martin Joensen.
Frálíkt
Tey flestu høvdu tráðu ella snøri við, men umborð vóru eisini snøri til taks. Og á dekkinum stóð full spann við agni. Goggur, krabbar, goggukrabbar. (Haldi tó ikki nøkur "krabbagogga" varð við á túrinum, uttan altso tær í spannini).
Komin nakað út, var lagt stilt. So at fiska. Tað gjørdist nakað ókyrt. Øll bjargaðu sær sum best, og við eitt kom róp í. Ein hevði fingið á. Tað vísti seg tó, at fast varð undir skútuni millum stýriborð og bakborð og hann í stýriborð fekk húkin aftur frá honum í bakborð.
Aftur róp í - sami maður. Ikki føroyingur, altso ongin fiskiklógv!
Nú líktist hetta mest kleyvarskapi. Fast í botni.
Aftur eitt sindur av rópi. Sami maður. Og jú, jú. Okkurt mundi tað vera hesaferð. Jú, har sá út til at vera okkurt. Ella var hann komin fastur um skrúvuna? Nei, ein stórur toskur kom undan kavi og brátt syftur inn á dekkið - ella rættari á jakkan hjá onkrun, sum hevði blakað hann frá sær hesa vøkru kvøldarstund. Eftir sprakl milum innarlummar og snarlás kom toskurin á dekkið og gjørt varð, sum gerast skuldi.
Heldur ófantaligt heilt her úti, so avrátt varð at leggja leiðina inneftir aftur. Ikki varð hugsað fyrst og fremst um fiskimið, men um minni aldu, nú kvinnur og børn komu í fyrstu røð, og tey gjørdu vart við seg.
Jú, so sera stilt longur inni. Aftur at kasta. Fíla og draga. Ein føldi við teimum, sum sigldu til Íslands og aðrastaðni. Bert vaðbeinið at líta á og eitt endamál: at fylla lippukassan. Her beit einki á, ikki ein stertur afturat á dekki ella í innarlumman á hasum dýnujakkanum.
Men ein vælsignaður túrur. Sjóluft. Børn og vaksin í so avgjørt avslappaðum umstøðum. Høvi varð sjálvandi at sita niðri undir, men tey flestu hildu seg omandeks. Kaffi og annað átti manningin at koma við i grýtu upp gjøgnum leytaran. Sera hugnaligt.
Málstríð
Aftur hugsanir í gongd hesa vælsignaðu løtu umborð á Johonnu TG 326, men eittans er at hugsa um; At kasta, fíla og draga. Men einki er at fáa og einki at draga.
Bert lena seg aftur á og kasta og heinta.
Málstríð. Leytara! Beinleiðis føroysk eftirapan eftir enskum; latter ella okkurt slíkt. Mesanur. Fokka. Og øll tey mongu heitini umborð.
Slupptíðin hevur havt ávirkan á málið í stóran mun, eins og krígstíðin 40 - 45. Hugtøk sum; Eg fari til koys (her stavað frítt), ella Ga? tín way!
Føroyskur málpolitikur hevur í eini 40 ár verið merktur av purismu - reinleika og uppruna - einki ilt um tað, tí sera heppið hevur mangan verið farið fram; td. Telda, tyrla og bingja. Men hinvegin eru dømini helst mong, ið benda annan veg og sum ongantíð fella í føroyskt mál, her meint millum manna. Og so skal ein altso siga føroyska heitið fyrst, og síðan annað heiti ella altjóða heitið.
Nei, føroyskir fiskimenn "føroyskaðu" heitini umborð á sluppunum og tóku tey við sær inn í føroyskt mál. Tað hevði verið munin fátækari mál, um ein leytari í dag nevndist trappa ella okkurt annað. Í dag eru tað helst telduheitini, sum eru undir líknandi umstøðum. Nóg mikið fyri ella ímóti málspurningum, tí málið er livandi, og tí ikki til at hava við at gera á einum skrivaraborði. Men á túrinum við Johonnu hetta kvøld, drupu vit ikki meir livandi. Gott at vit -sum í gomlum døgum - ikki høvdu hvør sín lippukassa.
Nóg mikið fyri peningin
Tað var klokkan 19 leygarkvøldið, at lagt varð frá landi henda túrin við Johonnu. Í gomlum døgum høvdu nógvir tímar verið eftir á fiskileið.
Klokkan mundi nærkast 21 ella nakað meira, tá onkur, ið helst bara hevði sjóverk við, og ikki snøri, við góðum suðuroyargleimi helt, at tað "mátti tó verið avmarkað, hvat ein fekk fyri 50 krónur í dag". So hóast frálíkan túr, so meldar tað seg hjá summum, at tey hava ikki sjónátúr.
Vert er her at merkja sær, at Føroyar í dag helst eru merktar av, at færri og færri berjast á sjónum (eisini almenningurin; samanber undirsjóartunnlar og samferðslu).
Manningin tók til eftirtektar, at einki var at heinta av havsins botni og at sólin fór sín veg og at talan var um sera samansetta manning, so stillisliga varð aftur siglt inn eftir Vágsfirði.
Sólin fór so spakuliga handan fjallið og eitt sera stilt summarkvøld helt á.
Á uppboðssølu
Friður! Hetta er helst besta orðið, ið kann lýsa slíkan túr og slíka løtu við slupp.Tað er nakað annað, enn at sigla við Smyrli, Dúgvuni, Ternuni ella øðrum, har gerandisdagurin er til staðar; útvarp, sjónvarp og kiosk við kaffi, Gajol ella dagsins bløðum.
Vit nærkast bryggjuni og aftur kemur undurfulla skemtingarlagið undan kavi: við gleðisrómi umborð verður staðfest, at Uppboðssølan er opin, nú vit koma at bryggju. Tað boðar frá góðum vónum á landi, men innanborða hava vit bert hin eina toskin (?).
Nei, sjálvandi, har inni landar útróðrarbátur. Men tey eru fleiri á bryggjuni, ið taka ímóti okkum, enn útróðrarbátinum.
Og hvør fekk so betri úrtøku? Vit lótu hálvthundrað krónur fyri túrin og gjørdust ríkari í sál og sinni.
Sólin settið handan fjallið og vit leggja at bryggju.
Johanna TG 326. Still going strong! Jú, hon verður enn passað og pleygað. Og vónandi prýðir hon fjørðin í Vági enn mangt sólsetur.
TG 326: Ein túrur til UG!